Suðuroy stuðlaði fult út Sámal Petur í Grund við at niðurleggja Skotlandssiglingina og selja Teistan. Tað kom týðuliga fram undir viðgerðini av uppskotinum um misálit á Sámal Petur í Grund, har ið S. P [...] 1974-75, tá ið leiðaraskifti var, kann halda uppat. Spyr teir eldru sambandsmenninar á Tvøroyri, hví sambandsflokkurin á Tvøroyri er minkaður til eitt eiti. Eg eri vísur í, at teir svara, at ein av orsøkunum [...] undir við at keypa Teistan, men allir stuðlaðu Sámal Peturi í at selja hann. Rættas var, at túrurin tórsmorgun suður aftur heldur átti at verið so seint á degnum sum møguligt, so fólk sleppa suður aftur
korter, tá Jákup á Borg tók enn eitt fet upp á máltindin. Brotssparkið kom eitt sindur óvart á. Eftir at Mikkjal Thomassen hevði lyft fríspark í brotsteigin veittraði linjuverjin, sum vísti á, at Súni Olsen [...] Jan Guttesen, sum var á vongverjanum í høgru, ið var væl upplagdur, Ronnie Samuelsen og Mikkjal Thomassen høvdu tak á tí mesta mitt fyri, og í álopssinnaðu útgangsstøðuni vóru Jákup á Borg, John Petersen [...] Petersen og Bjarni Prior, sum allir vóru á toppinum, nærgangandi. Jákup á Borg setti hol á, tá sjey minuttir vóru farnir. Pól Ennigarð, sum var sera óheppin hesa løtuna, gav bóltin frá sær, álopsmaðurin gjørdist
ætlanir um at gera tær stóru broytingarnar á landsliðnum. HB venjarin gav í Ítróttarsosialinum fyri nøkrum vikum síðani venjaranum tey ráð, at hann skuldi taka Hans á Lag við næstu ferð, men tað hevur venjarin [...] fyri at spæla á landsliðnum. Tað hevur venjarin so tikið til eftirtektar. Jan Dam hevur síðani hann kom til Danmarkar vant við Herfølge, felagnum hjá Jákupi Mikkelsen, og sum vit skilja á lagnum, so hevur [...] Mørkøre, HB, Julian Johnsson, Kongsvinger, Sámal Joensen, GÍ, Magni Jarnskor, GÍ, John Petersen, B36, Símun Eliasen, Aarhus Fremad, Uni Arge, Aarhus Fremad, Jákup á Borg, B36, og Todi Jónsson, FCK. Dysturin
umborð á einum oljuboripalli, so skal man hava verið á einum trygdarskeiði. Sosialurin skilur, at tað enn ikki er møguleiki at taka slíkt skeið í Føroyum, hóast tað nú í fleiri ár hevur verið strongt á my [...] kunum her á landi. Tað er ikki so langt síðani, at samband varð knýtt millum tekniskar skúlar her heima og Stavanger Maritime Videregående Skole í Stavanger. Skjøtil varð við hesum settur á eitt samstarv [...] Henda undirvísingin skal fara fram á gomlu telegrafstøðini. Norska oljufelagið Statoil, sum í fleiri førum hevur verið við til at stuðla undir og fíggjar samstarv á útbúgvingarøkinum millum føroyskar og
Aldursbólkurin, sum flestu spælararnir koma frá, er lítil á Tvøroyri, og tað tekur tíð at byggja uppaftur. Tað eru ungir og evnaríkir spælarar á Tvøroyri, men tað verða ikki teir, sum fara at bera liðnum [...] møguleika afturat Úrslitini leygardagin vísa, at tað er veldugur munur á bestu liðunum og so teimum, hvørs lutur tað so at siga á hvørjum ári er at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. Sumbingar [...] 21-6180-4-511-281-1-710-33 Málskjúttar: Jákup á Borg, B3620 Súni Fríði Johannesen, HB18 Kurt Mørkøre, KÍ18 John Petersen, B3617 Allan Mørkøre, HB17 Sámal Joensen, GÍ13 Henning Jarnskor, GÍ11 Rógvi Jacobsen
umfarinum smoygdi sær upp á fjórða plássi, eigur tveir landsliðsspælarar ? Henning Jarnskor og Sámal Joensen. Tað vil við øðrum orðum siga, at fýra tey fremstu liðini heima á landi eiga ellivu av átjan [...] at hilnast. Burtursæð frá sigrunum á smátjóðunum San Marino og Malta hevur landsliðið undir leiðslu av Allani Simonsen ongantíð í undankappingardystum fingið stig á útivølli. Tapini hava ikki altíð verið [...] Joensen úr KÍ. Hvørgin teirra hevur verið á landsliðnum áður, men Jan Joensen hevur tikið lut í onkrari felags venjing. Jan Joensen, sum hevur staðið seg væl á KÍ liðnum í ár, er 30 ára gamal, og at hann
Mørkøre er ikki við hesa ferð, men Sámal Joensen er við aftur, og hann kemur innaftur á liðið. Og tað vil siga, at tað vera hesir ellivu, sum fara at standa rætt úti á vøllinum í annaðkvøld, tá tjóðsangirnir [...] klokkan 20 skuldu teir venja á stadion, har dysturin verður spældur í kvøld klokkan 20, sum er tað sama sum klokkan 19 føroyska tíð. Fyrrapartin í dag er aftur ein løtt venjing á skránni. Allan Simonsen sær [...] t.d. tá Slovakia og Spania vóru á Svangaskarði við fýra daga millumbili um mánaðarskiftið august-september í 1996. Eitt annað er vandin, sum lúrir í, at kappingin heima á landi er lokin. ? Spælararnir eiga
Teir búgva á kamarið saman á gistingarhúsinum her í Vilnius, og tað er einki at taka seg aftur í, at teir eru millum stuðulsspælararnar á føroyska liðnum. Talan er um Sámal Joensen og John Petersen, sum [...] fram á vøllin, staðfestir Sámal Joensen, sum var skaddur móti Kekkia. Hóast hann ofta skorar, tá GÍ spælir, so hevur hann framvegis til góðar at skora á landsliðnum. Næst við var hann, tá hann á útivølli [...] Johnsson skulu manna føroyska miðvøllin í kvøld. John Petersen hevur verið fastur fúsur á liðnum síðani 1996, og Sámal Joensen er vorðin stuðulsspælari í ár. Tá vit settu teimum stevnu vóru teir báðir samdir
arbeitt við at spæla nakrar nýggjar mans inn á liðið. Menn sum Agnar Højgaard, Poli Hansen og John Petersen vóru ikki við leygardagin, og í løtuni bendir ikki nógv á, at teir koma aftur í bræði, so sigast má [...] misti takið, og VÍF, sum fáar minuttir áðrenn hevði verið aftan fyri 5-7, skeyt fimm mál á rað og kom sostatt upp á 10-7, áðrenn heimaliðið fekk fótað sær aftur. Spælandi VÍF-venjarin Daniel Rapa vísti enn [...] løtuna í seinna hálvleiki, sum rættvísgjørdi sigurin, og at vinna móti StÍF á Skála má metast sum ein sera góð byrjan upp á kappingina ? ein kapping, sum uttan iva fer at verða merkt nógv av VÍF, eins
høvdu tríggjar spælarar á toppinum, og tað hevði við sær, at Sámal Joensen í stórar partar av tíðini meiri var miðverji, enn hann var á miðvallarplássinum, sum hann var ætlaður at vera á. Skarbalius, sum spælir [...] leygarkvøldið setur samstundis ljóskastaran á, hvussu ússaligt avrikið í Estlandi var. Litava er nummar 55 á altjóða styrkilistanum, Estland er nummar 107, og Føroyar eru á 119. plássinum. Andaneyð Litavar vístu [...] tørnaði út, og tað átti kollektivið æruna av. Julian Johnsson, John Petersen og Sámal Joensen lógu í útgangsstøðuni á linju á miðvøllinum. Teir arbeiddu sera nógv, og teir tóku broddin av nógvum álopstrýsti