Aftursvar til Finnleif Guttesen

Tað er skjótt at blíva samdur um, at siglingin til og frá Suðuroynni kundi verið betri, men tað nyttar ikki nógv at ilskast inn á strandferðsluna, sum einans kann gera tað, ið peningur er til, og tað, ið tann politiski viljin vil hava.

Tað, at skotlandssiglingin steðgaði, var ein vanlukka, ikki minst fyri vinnuna í Suðuroynni, men F. Guttesen veit væl, at tað var tann politiski myndugleikin, ið tók hesa avgerð. Sambandsflokkurin, sum tú er valevni hjá, bakkaði 100% upp um at niðurleggja skotlandssiglingina. Løgtingsmaðurin hjá sambandsflokkinum í Suðuroy stuðlaði fult út Sámal Petur í Grund við at niðurleggja Skotlandssiglingina og selja Teistan. Tað kom týðuliga fram undir viðgerðini av uppskotinum um misálit á Sámal Petur í Grund, har ið S. P. í Grund fekk fullan stuðul frá sambandsmanninum í Suðuroy og eisini frá núverandi landsstýrismanninum í samferðslumálum, Finnboga Arge, sum rópti hesar túrar fyri bingotúrar. Hesir báðir vóru teir, ið greiðast boðaðu frá sínum stuðli til hesa ólukku avgerð.

So Finnleif Guttesen, royn og ger vart við teg inni í sambandsflokkinum, so tann vitleysa herferðin frá sambandsflokkinum ímóti suðuroyarsiglingini, sum byrjaði heilt afturi í 1974-75, tá ið leiðaraskifti var, kann halda uppat.

Spyr teir eldru sambandsmenninar á Tvøroyri, hví sambandsflokkurin á Tvøroyri er minkaður til eitt eiti. Eg eri vísur í, at teir svara, at ein av orsøkunum er tann viðferð sambandsflokkurin hevur givið suðuroyarsiglingini. Nógv minnast enn viðferðina tingmaðurin hjá sambandsflokkinum á Tvøroyri fekk frá flokkinum, tá ið hann dyttaði sær at atkvøða fyri keypinum av Smyrli, so Finnleif vælsignaður, royn og vend hugsanini í sambandsflokkinum til suðuroyarsiglingina. Minst til, at ongin sambandsmaður tók undir við at keypa Teistan, men allir stuðlaðu Sámal Peturi í at selja hann.

Rættas var, at túrurin tórsmorgun suður aftur heldur átti at verið so seint á degnum sum møguligt, so fólk sleppa suður aftur seinnapartin eisini, so kundi túrurin tórskvøld norður aftur verið seinni á kvøldi til fyrimuns hjá flakavirkjunum. Hesi tingini trúgvi eg, at strandferðslan fær í rættlag.

Sjálvandi hava vit hvør í sínum lagi roynt at tosa við tey privatu skipafeløgini fyri at umgangast tað, sum hent er, men enn uttan úrslit. Hetta er ikki nakað, ein kann fara í fjølmiðlarnar við í hvørjum einstøkum føri.

Finnbogi Arge skal fáa nakrar dagar at finna eina loysn, og eg skilji á honum og John Petersen, at teir helst koma til okkurt úrslit.

Hendir tað ikki, so endar málið sjálvandi í løgtinginum, og vónandi fær Finnleif Guttesen ávirkað sambandsmenninar, so teir fyri einaferð skuld kunnu vera við í eini loysn av hesum máli.


Henrik Old