tónleikalærari í Venezuela og doyði í Hamburg 5. november í 1865. Johannes fekk óivað fyrstu tónleikafrálæruna frá pápa sínum, men fekk sum 7 ára gamal tímar hjá Otta F. W. Cossel. Við eina konsert í 1843 fekk [...] solokonsert 21. september í 1848. Tá Eysturríki og Russland í 1848 steðgaðu uppreistri í Ungarn, kom ein streymur av uppreistrarfólki til Hamburg ávegis til Amerika. Summi settu búgv í Hamburg og høvdu sín [...] hevði Brahms eisini stóran áhuga í gomlum tónleiki og í søguligum tónleikaspurningum. Hetta var rótfest í barnaárum hansara, tá hann fór kanningarferðir inn á bókasavnið í Hamburg, har hann kannaði gomul
hvussu tað ber til, at hon er endað í Føroyum sum venjari á so ungum árum. ? Í grundini er tað beiggi mín, sum er bindiliðið millum meg og TBF. Hann er útstationeraður í Føroyum og spælir við Tór, og tá tvøráfólk [...] spennandi fyri ungu dámuna, sum stappaði í sekkin og vendi nøsini móti Føroyum. Spælt borð- tennis í 12 ár Hóast Nina bert er 19 ára gomul, so er hon eingin ársungi í borðtennishøpi. Hon byrjaði longu tá hon [...] lutfalsliga hægri her enn t. d. í Danmark, og tað heldur hon vera spennandi og gagnligt fyri ítróttina, ? Í Danmark er borðtennis ikki tann ítróttin, sum liggur fremst í huginum hjá gentum, og tí er tilgongdin
stýrimansskúla í Havnini í 1956, og tá hann í 1959 hevði fingið skipsføraraprógv í Keypmannahavn, var hann eisini vorðin giftur við gentuni, sum hann varð trúlovaður við, meðan hann gekk upp á skúla í Havnini [...] og minningarorð í bløðunum, og hann hevur umvegis telefonina og í brævaskifti samband við eina rúgvu av fólki, bæði kring oyggjarnar og í útlandinum. Tað er Jukim Olsen, sum vit tosa um. Í morgin fyllir [...] sum hann sigldi úti í verðini, sum tað plagar at verða tikið til, ferðaðist Jukim víða og hitti nógv fólk, m.a. tá hann vitjaði í kirkjum og samkomum í havnabýunum, sum teir komu í. ? Mær hevur altíð dámt
ari í Reykjavík í nøkur ár, og umframt nú aftur at vera lærari við Føroya Musikkskúla er Jóhannes virkin bæði sum solistur og sum limur í úrvalsbólkinum ?Aldubáran? á konsertum her í Føroyum og í øðrum [...] hoyra saman við smærri ljómliðum og tá serliga í Tórshavnar Kamartrio, men til serlig høvi hevur hon í størri verkum sum t.d. í Skapanini eftir Haydn og í Händels Messias hevur Begga ikki smæst burtur undir [...] tenorsangaranum Ernst Häfliger í Schweiz. Umframt sítt fasta starv við Den jydske Opera í Århus verður javnan heitt á hann sum oratoriisangara - nú seinast í Brahms Requiem í Tivolis Koncertsal fyri tveimum
Eirikur Lindenskov Í hesum døgum eru 34 pensjónistar á seinasta pensjónistaskeiði á Føroya Fólkaháskúla hesumegin ár 2000. Tá Sosialurin vitjaði í gjár, vóru tey í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn, har tey stoyttu [...] hesum. Tey gomlu vóru í Tilhaldinum í gjár frá klokkan 10 til 15, og umframt at stoyta kertu fingu tey eisini døgurða og kaffi. Í dag skulu pensjónistarnir vitja á Studentaskúlanum í Hoydølum, har tey skulu [...] sigur Bjørgfinnur Nielsen, sum er lærari á Føroya Fólkaháskúla. ? Nú vit eru í eldraárinum, hevur nógv verið gjørt burtur úr at byggja brúgvar millum ættarliðini. Í hesum sambandi høvdu vit vitjan av
Annars heldur formaðurin í felagnum Tórshavn ikki, at miðbýurin eigur nakran góðan í býráðnm. Hann sipar m.a. til, at felagið Tórshavn hevur ongan stuðul fingið í býráðnum í málinum um Tinghúsið. Og heldur [...] Síðani tá hevur felagið havt Kunningarstovuna í miðbýnum í Havn. Men felagið hevur eisini ein gongubólk, ið javnan skipar fyri gonguferðum, ikki bara í Havn, men kring alt landið. Samstundis samskipar [...] niður og at byggja eitt nýtt, framkomið og nýmótans tinghús uppaftur í glasi og gróti og træi, er. ? Vit vilja helst varðveita miðbýin í Havn sum hann er, tí vit halda, at hann er longu ivaleysa illa hagreiddur
út o.s.fr. Maja Højsted Pedagog Keypir tú vanliga í Miðbýnum? Eg eri frá Klaksvík, og havi eisini búð niðri í nógv ár, so eg havi ikki verið so nógv her í Havnini, men her eru nógvir handlar og eitt stórt [...] sjálvandi eina rúgvu av góðum mati Schumann Hjaltalin Stjóri Keypir tú vanliga í Miðbýnum? Ja, eg keypi bæði her í Miðbýnum og í SMS. Hvat dámar tær Miðbýin, nú hann verður pyntaður til jóla? Mær dámar tað [...] Lív Dam Mensendieck-lærari Keypir tú vanliga í Miðbýnum? Ja, av og á. Onkran leygardag kann eg tó eisini fara út á bygd at keypa. T.d. inn á Skálafjørðin, tí eg halidi tað verða so stuttligt at síggja
Í gjár, hósdagin, fingu børnini í Argja Skúla høvi til at uppliva ein sindur øðrvísi skúladag. Tá vóru nevnliga liðin 20 ár, síðani at nýggi skúlin varð tikin í nýtslu. Argjafólk hava annars havt egnan [...] bygdur, og 25. november 1979 varð hesin so tikin í nýtslu. Sungu og ótu nekarakyss Dagurin í gjár byrjaði við einari hugnaløtu, har øll skúlabørnini vórðu savnað í høllini, áðrenn næmingar úr 3. flokki greiddu [...] sangir í felag, og harumframt fingu børnini sjálvandi hálvmánar og nekarakyss, soleiðis sum tað sømir seg í einum røttum føðingardegi. Eftir hetta varð vanliga skúlagongdin tikin upp aftur, men bert í einar
Las í Sosialinum í heyst hvassorðað harmljóð frá Jóannes Skaale, lærara, um málið í føroysku bløðunum, og eg haldi serliga í Sosialinum. Hann øtaðist, nýtti nýtti ógvuslig orð at vísa á, hvussu vánaliga [...] Móðurmálslærarafelagið við, at boðsent teimum lærarar sum undirvísa í føroyskum, fyri at vita um teir í heilatikið hava førleikan at undirvísa í móðurmálinum. Hava teir ikki, so mugu teir antin skúlast av nýggjum [...] sekkin. Tað er vanligt aðrastaðni í samfelagnum, at dugir tú ikki títt arbeiði, so mást tú antin taka annað skinn um bak, ella missir tú starvið. Í Føroyum er ein lærari útlærdur, tá ið hann hevur tikið
næmingarnar. Signar á Brúnni, landsstýrismaður, er samdur við pørtum í sjónarmiðnum, sum Jústines Eidesgaard skrivaði í Sosialinum í gjár um føroyska málið. Jústines gjørdi vart við, at tað ikki nyttar [...] royndir sum lærari í føroyskum hevur hann lagt til merkis, at tað, ið órógvar føroyska málið millum skúlanæmingar mest, eru tær sokallaðu danismurnar. Men hesum heldur hann einki løgi vera í, tá meginparturin [...] málburðin í landinum, og tí hevur tað alstóran týdning, at fjølmiðlafólk í stóran mun leggja seg eftir at vanda sær um málið. Tískil heldur landsstýrismaðurin, at øll fjølmiðlafólk áttu at fingið í boði ókeypis