Hvat halda tey um Miðbýin?

Jákup og Jens Kristian vóru fyrradagin ein túr í miðbýnum, har teir í vetrarkøldu skýmingini fingu eitt stutt prát við nøkur av teimum fólkum, sum vóru í býnum hendan dagin

Lív Dam

Mensendieck-lærari


Keypir tú vanliga í Miðbýnum?

Ja, av og á. Onkran leygardag kann eg tó eisini fara út á bygd at keypa. T.d. inn á Skálafjørðin, tí eg halidi tað verða so stuttligt at síggja ymsu handlarnar.


Hvat dámar tær Miðbýin, nú hann verður pyntaður til jóla?

Eg haldi tað verða deiliga hugnaligt. Tað er tó eitt, sum er keðiligt, og tað eru allir bilarnir. Talan er um eina gongugøtu. Eitt nú fært tú ikki frið at standa á gøtuni og keypa, um so er at básar við kakao ella onkrum tílíkum eru.


Gera tit nógv burturúr jólunum heima hjá tykkum?

Vit eru somikið fá, so vit halda jólaaftan fyri okkum sjálvi, men sjálvandi hugna vit um og so framvegis



Mikael Mortensen

næmingur


Keypir tú vanliga í Miðbýnum?

Ikki so nógv. Talan er um onkra fløgu av og á, men annars er tað ikki tað stóra


Hvat dámar tær Miðbýin, nú hann verður pyntaður til jóla?

Tað er sera hugnaligt, og gevur ein serligan stemning


Gera tit nógv burturúr jólunum heima hjá tykkum?

Vit gera eitt sindur burturúr. Familjan samlast vanliga til ein góðan døgurða, vit pakka gávur út o.s.fr.



Maja Højsted

Pedagog


Keypir tú vanliga í Miðbýnum?

Eg eri frá Klaksvík, og havi eisini búð niðri í nógv ár, so eg havi ikki verið so nógv her í Havnini, men her eru nógvir handlar og eitt stórt úrval.


Hvat dámar tær Miðbýin, nú hann verður pyntaður til jóla?

Tað er virkiliga hugnaligt. Summi byrja eitt sindur tíðliga, men tað ger einki. Tað er bara gott at gólk koma tíðliga í jólastemning, soleiðis at tey ikki gerast alt ov stressað móti endanum.


Gera tit nógv burturúr jólunum heima hjá tykkum?

Eitt sindur skal gerast, og serliga tá børn eru við. Vit eru tó mest vaksin, men vit pynta og keypa gávur, og royna annars at hugna okkum



Regin Midjord

Kølimaður


Keypir tú vanliga í Miðbýnum?

Sum best liggur fyri. Eg keypi ymiskt, bæði í Miðbýnum og uppi á Hálsi har eg arbeiði.


Hvat dámar tær Miðbýin, nú hann verður pyntaður til jóla?

Tað er øgiliga hugnaligt. Her er heilt sikkurt talan um eina býarmynd.


Gera tit nógv burturúr jólunum heima hjá tykkum?

Eitt sindur, men ikki so øgiliga nógv. Vit pynta og hava jólatræð, og so eta vit sjálvandi eina rúgvu av góðum mati



Schumann Hjaltalin

Stjóri


Keypir tú vanliga í Miðbýnum?

Ja, eg keypi bæði her í Miðbýnum og í SMS.


Hvat dámar tær Miðbýin, nú hann verður pyntaður til jóla?

Mær dámar tað óalmindiliga væl


Gera tit nógv burturúr jólunum heima hjá tykkum?

Vit gera nógv burtur úr og er tað serliga fyri børnunum. Vit hava gávur og træð og vit pynta, klippa, baka og gera annars alt, sum jólunum til