Svínoy er og verður besta staðið á jørð

Hóast hann hevur ferðast so at siga kring allan knøttin, hevur búð í høvuðsstaðnum størra partin av lívinum og hevur arbeitt kring størsta partin av landinum, so kennir hann ongan iva um, at hann er svínoyingur

Jóannes Hansen


Hann er ein partur av býarmyndini í høvuðsstaðnum. Vit síggja hann til gongu í miðbýnum ella í SMS. Hann heilsar upp á fólk, steðgar á og prátar. Hann vitjar ofta á landssjúkrahúsinum og á ellis? og røktarheimunum ? tað hevur hann altíð gjørt ? hann skrivar føðingardagsheilsur og minningarorð í bløðunum, og hann hevur umvegis telefonina og í brævaskifti samband við eina rúgvu av fólki, bæði kring oyggjarnar og í útlandinum.

Tað er Jukim Olsen, sum vit tosa um. Í morgin fyllir hann sjeyti, og tey eru mong, sum kenna mannin, og tey flestu munnu komast við hann. Jukim er svínoyingur, og tey, sum ikki vita tað frammanundan, verða skjótt greið yvir tað, tá tey hoyra hann taka orðið eitt nú í Ebenezer, har hann hevur havt sína dagligu gongd, síðani hann kom til Havnar.

Í sjónvarpinum hevur hann onkuntíð greitt frá søguligum og siðsøguligum viðurskiftum í Svínoy, og tá Niels Juel Arge, sáli, fann uppá at sigla runt fleiri oyggjar við góðum frásøgufólkum, var Jukim Olsen framúr góður at siga frá um Svínoynna og um nógv av tí, sum er farið fram í Svínoy og kring oynna.

Hóast Jukim størra partin av lívinum hevur búleikast aðra staðni enn á føðioynni, so er dialektin klokkuklár, og onkur hevur tikið til, at hann tosar meiri svínoyarmál, enn nakar annar svínoyingur ger ? bæði teir, sum búgva aðra staðni, og teir fáu, sum framvegis búleikast har úti.

? Mær hevur dámt sera væl í Havnini, og mær dámar framvegis væl her. Tað kennist so fjálgt at ganga í høvuðsstaðnum, og tað er hugaligt at hitta nógv fólk. Men tað hevur ongantíð verið nakar ivi í mær, og tað er einki dulsmál, at eg eri svínoyingur og kenni meg sum svínoying. Og tað verður ongantíð øðrvísi. Har úti var eg barn í tríati árunum, og har mentist eg í hendingarríku krígsárunum, tá tíggju soldátar hildu til har úti, og tá útróðurin var so nógvur, at okkurt summarið róðu tíggju ella ellivu bátar út, staðfestir Jukim Olsen, tá vit heilsa uppá hann, ynskja honum tillukku við føðingardegnum og í sama sambandi líta eitt sindur aftur eftir.

Fyri nøkrum árum síðani lótu Jukim og konan, Elsebeth, ið er dóttur Ellu og Andrew Sloan, sum í fleiri enn hálvt hundrað ár ferðaðist kring oyggjarnar sum trúboðari, hús í Svínoy.

? Og mær dámar ongastaðni so væl sum úti í Svínoy. Náttúran, fólkið, minnini, søgan, ja alt lívgar meg, ásannar føðingardagsbarnið.


Nógvir felagir

Málið, innlitið og evnini at bera vitanina fram hevur virkað við til, at tey eru so sera mong, sum kenna Jukim. At føðingardagsbarnið kennir eina so ógvuliga stóra rúgvu av fólki kemst m.a. av, at arbeiðsdagurin hevur verið saman við so mongum.

Tá hann í 1946 fór til skips, var reiðsskapurin snøri, og tað var í sjálvdrátti. Skipið æt Bjørgvin, sum syðradalsmenn áttu. Hjalmar Joensen var skipari, beiggi hansara, Símun, var annar av bestimonnunum, og har vóru fleiri aðrir syðradalsmenn við.

Polo var stoltleikin hjá svínoyingum, og sum skipsmaður fekk Jukim akkurát um endan á Polo tíðini. Hann mynstraði við henni í 1951, ið var síðsta árið hjá Símuni hjá Póli sum skipara og Edvardi hjá Símuni Júst sum bestamanni við Polo.

? Har vóru menn ymsa staðni frá í landinum við. Vit róðu út við bátum í Grønlandi, og eg var á báti saman við Edvardi og Pedda úti á Hædd, sum vit svínoyingar róptu hann. Eg hevði ikki róð nakað serligt út við línu, og bæði hvat tí viðvíkur og so nógvum øðrum eisini var tað læruríkt fyri meg at rógva saman við teimum báðum.

Seinni var Jukim við Henry Mellemgaard í Svínoy. Hann førdi 30 tonsaran Símun á Torkildsheyggi, sum hoyrdi heima á Toftum og seinni sluppina Suðuroynna, sum hoyrdi heima á Glyvrum, og áðrenn Jukim gjørdi av at fara upp á stýrimansskúla, var hann við Norðlýsinum, sum Hanus hjá Amalju í Svínoy førdi, eitt várið róði hann út av Vestmanna við motorbátinum Riddaranum, og so var hann við norskum skipi, sum m.a. royndi við kalvalínu í Íslandi.

? Eg hevði ikki nakran serligan livimáta miðskeiðis í fimti árunum. Tað gjørdi, at eg fleiri ferðir var á sjúkrahúsinum í Klaksvík. Læknastríðið var um at vera av. Halvorsen var farin av landinum, og tveir aðrir danskir læknar, Jarnum og Jordal, vóru í Klaksvík. Teir vóru báðir dugnaligir, og eg minnist, at Jordal helt fyri við meg, at eg átti at farið í skúla. Eg hugsaði ikki so nógv um tað tá, men seinni havi eg hildið, at hetta gjørdi hann, tí hann helt ikki, at tað fór at gagna heilsustøðuni, um eg helt fram sum sjómaður, minnist Jukim aftur á.

Tí fór Jukim upp á stýrimansskúla í Havnini í 1956, og tá hann í 1959 hevði fingið skipsføraraprógv í Keypmannahavn, var hann eisini vorðin giftur við gentuni, sum hann varð trúlovaður við, meðan hann gekk upp á skúla í Havnini.


Kring knøttin

Longu í 1962 var skeiðið hjá Jukimi uttanfyri landoddarnar lokið. Tá fekk hann kjans við Reyða Krossi, læknabátinum hjá hospitalinum. Har var hann í tvey ár, og frá 1964 og 32 ár fram ella til hann fór frá vegna aldur, var Jukim á Matrikulstovuni.

Men ta stuttu tíðina, sum hann sigldi úti í verðini, sum tað plagar at verða tikið til, ferðaðist Jukim víða og hitti nógv fólk, m.a. tá hann vitjaði í kirkjum og samkomum í havnabýunum, sum teir komu í.

? Mær hevur altíð dámt sera væl at hitta fremmand fólk og at læra tey at kenna. Veturin 1946/47 var eg á Háskúlanum í Havnini. Vit høvdu Jóhannes av Skarði og Mourits Mohr til lærarar. Báðir vóru teir persónligheitir, um enn tað var á hvønn sín hátt. Mourits Mohr, sum eg haldi longu tá var merktur av sjúku, høvdu vit í matematikk og eingilskum, og Jóhannes av Skarði høvdu vit í føroyskum og søgu. Í 1952 spurdi Jóhannes av Skarði, um eg hevði hug at fara til Svøríkis á norðurlendska háskúlan í Kungälv, og har var eg í fimm mánaðir. Vit vóru fýra, sum búðu í einari stovu. Ein var svenskari, ein norðmaður, ein íslendingur og so eg. Har fekk eg vinir fyri lívið.

At vera burturi úr Føroyum var tískil ikki fremmant hjá Jukimi, tá hann mynstraði við einum skipi hjá Lauritzen.

? Eg sigldi bæði við køliskipi og við tangabáti. Umframt at sigla í Europa komu vit víðan. Eg kann t.d. nevna, at vit sigldu gjøgnum Suez veitina og umvegis Aden og Singapore komu vit bæði til New Zealands og Kina, og hinvegin sigldu vit úr Onglandi og umvegis USA og Kanada og suður til Braisilia og Argentina.

? Tá eg fekk møguleikan at søkja kjans við Reyða Krossi, vóru vit staddir onkustaðni mitt í Indiska havinum. Kjartan Dalsgarð úr Skálavík var skipari. Hann helt, at tað gjørdi tað sama, um eg valdi at halda fram at sigla, ella um eg fór heim. Eg fór at iðra meg um báðar avgerðirnar, og eg havi skilt, hvat tað var, sum hann meinti við.


Inn við móðurmjólkini

Tá Jukim Olsen í 1964 kom á Matrikulstovuna, kendi hann tað, sum um hann hevði fingið starvið, ið hevði við alt tað at gera, sum hann, heilt frá tí at hann var smádrongur, hevði hoyrt um og havt áhuga fyri úti í Svínoy.

? Tá varð arbeitt við at matrikulera, og eitt tað fyrsta, sum tey fingust við, tá eg kom hagar, var at matrikulera Havnina. Frammanundan var matrikulerað niðan um plantaguna. Vit matrikuleraðu eisini úti á bygd, og tað var um somu tíð, at tað varð arbeitt við útskiftingum, bæði innangarðs og uttangarðs. Nógv av tí arbeiðnum gekk fyri seg á Matrikulstovuni. Hans Olávus Danielsen og Ólavur Clementsen plagdu at vera stjórar fyri útskiftingunum, og vit vóru uppií og vóru m.a. til staðar, tá útskiftingarnevndirnar hildu fundir saman við bygdafólkunum kring landið. Tað var læruríkt, spennandi og til tíðir ikki sørt stuttligt eisini.

? Eg havi ikki arbeitt suðuri í Suðuroy, men í flestu av hinum oyggjunum er tað fallið í mín lut at vera uppií, og tað er ein av orsøkunum til, at eg kenni og beri kenslu á hilt fitt av fólki, og tá tað er soleiðis, so verður tað nátúrligt ofta at fara at heilsa uppá, tá serlig høvi eru. Og nú er tíðin til tað, nú arbeiðsdagurin er lokin.


Stórar broytingar

Tá tosið dettur á Svínoy og svínoyingar, minnist Jukim aftur á barnaárini:

? Hjalmar Hátún var lærari í Svínoy. Svínoyingar hildu so ógvuliga nógv av honum, og tað var ikki at undrast á, tí hann var framúr í skúlastovuni og eisini á so mongum øðrum økjum. Eg fór í skúla tann dagin, tá eg fylti seks ár, og eg minnist, at vit sum smádreingir plagdu at telja, hvussu nógv fólk búðu í bygdini. Hetta var eitt sindur fyri kríggið, og vit plagdu at koma upp í 237 og 238. Skúlabørnini vóru onkuntíð 44 í talið, og eg haldi, at úti á Kirkju vóru tey umleið so nógv, sum tey vóru í Svínoy, so tað kann ikki sigast annað, enn at tað er nógv broytt.

? Fólkatalið tók ikki at minka rættuliga fyrrenn væl eftir kríggið. Onkur fluttu millum kríggini, men lívsmynstrið við skipsmonnum, sum vóru heima um vetrarnar, helt sær leingi, og tað var ikki fyrrenn tað broyttist, at fólkatalið av álvara tók at minka.

Tað var avmarkað, hvussu nógvir menn fingu kjans at sigla niður við fiski undir krígnum. Nógv fólk var heima, og tí var nógvur útróður. Roynt varð at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum róðu út, og svínoyingar vóru millum teirra, sum bygdu sær íshús, sum tað varð kallað. Har goymdu teir agnið, og so avreiddu teir inni í Sundi, sum teir siga. Eitt skifti varð fiskurin seldur til S. P. Petersen í Fuglafirði.

? Í 1944 varð mær litið til at umsita íshúsið. Tá teir ætlaðu sær til útróðrar, so sendu teir boð eftir mær at flýggja teimum agn, og tað kundi vera allar tíðir á degnum. Teir flestu, sum tá róðu út, eru nú farnir, men eg minnist teir við tøkk og virðing, og tú kanst ætla, at eg royndi at leggja meg eftir tí, sum teir tosaðu m.a. um veður, vind, streym og fiskiskap.


Førningurin

Jukim Olsen er yngstur av fýra synum hjá Jógvani á Geilini og Elsebeth Malenu, sum var ættað frá uppi á Húsi. Olivur, sum var nummar tvey í røðini, býr í Klaksvík. Esbern var næstyngstur. Hann búði í barndómsheiminum í Svínoy, men nú eru longu nógv ár síðani hann doyði. Petur ella Pedda, sum doyði fyri einum ári síðani, var elstur. Hann var brekaður, og Jukim hevur so ofta tikið til, hvussu góður og umhugsin Pedda var fyri lítla beiggjanum:

? Tað vóru sjey ár millum okkum báðar. Pedda gekk í skúla inntil hann var tólv ára gamal. Tá hann var farin úr skúlanum hevði hann meg við sær norður í gerði og aðra staðni, har hann fór, og eg haldi, at tað millum annað var fyri at tey skuldu hava betri tak á, hvar eg var, at foreldrini sendu meg í skúla, longu tá eg var seks ára gamal.

Svínoyingar vita at siga frá, at bæði Jógvan og Elsebeth Malena á Geilini vóru fróðarfólk, og tað er sjón fyri søgn, at Jukim hevur lagt sær væl í geyma. Hann tykist hava vitan um og innlit í familju, jørð og landbúna, skip, bátar og fiskiskap, skúla, kirkju og samkomu, skaldskap og soleiðis kundi vit hildið á.

Tá vit spyrja, hvar hann hevur lært um staðarnøvnini í Svínoy, so hevur tað eisini sína søgu:

? Eg minnist væl menn, sum vóru føddir tíðliga í seinnapartinum av fyrru øldini, og hvat teir tosaðu um, t. d. í sambandi við fjall og útróður. Mammubeiggi mín, Heini Justinussen ella Heini uppi í Húsi, hevði sera gott innlit í nógv viðurskifti, hann var góður frásøgumaður, og hann hevði serligan áhuga fyri staðarnøvnum.

Hetta sigur Jukim Olsen, sum hjá mongum má kennast sum ímyndin av Svínoy og svínoyingum. Í morgin røkkur hann dustsins ár. Hann hevur mangan verið hollur í ráðum og leiðbeiningum. Vit heilsa honum og ynskja hjartaliga tillukku.