Tíðindaskriv:
Eindin verður staðsett á Námi, sum frammanundan ráðgevur fólkaskúlum og miðnámi í námsfrøðiligum viðurskiftum.
Sambært dagstovnalógini hevur landsstýrismaðurin yvirskipaðu námsfrøðiligu ábyrgdina av dagstovnaøkinum og veitir kommununum yvirskipaða námsfrøðiliga vegleiðing og ráðgeving. Hetta er eisini í samsvari við tilmælið í álitinum “Fyri barnsins besta”, sum Dagstovnaráðið lat úr hondum í 2023.
Ætlanin við menningareindini er – í samráð við kommunurnar – at framleiða tilfar og námsfrøðilig amboð av ymiskum slagi, sum skulu styrkja dagstovnaøkið í Føroyum og skapa betri samanhang millum dagstovnar og skúlar.
Harumframt eru Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Hagstovan í gongd við at gera forkanning, ið lýsir allar viðkomandi tættir sum grundarlag til at fara undir at menna og framleiða hagtøl um dagstovnaøkið og barnamenning í síni heild eftir altjóða meginreglum. Kanningin verður eftir ætlan liðug í hesum mánaðinum, og kemur hon millum annað at lýsa samlaða fíggjartørvin næstu 3-4 árini at menna hetta hagtalsøki. Í fíggjarlógaruppskotinum er játtan raðfest at fara undir hesa hagtalsframleiðsluna, sum er ein týðandi liður í at fáa samlað innlit í økið, tvørtur um allar kommunur og dagstovnar.
Raðfestingin av hesum uppgávum er partur av ætlanunum hjá landsstýrismanninum um at tryggja børnum í Føroyum eina betur samskipaða og sameinda tænastu, og í samsvari við semjuskjalið um felags tilgongd fyri børn og ung, sum land og kommunur undirskrivaðu í mars 2023.