– Eg ivist í, um tað hevði loyst trupulleikan at vit fingu eina heilsurøktaraútbúgving í Havn, afturat tí, sum er í Suðuroy Tað sigur Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum. Tað er trot á [...] um í Føroyum og kjakið um, hvussu tann trupulleikin skal loysast, tók dik á seg herfyri, tá ið vit kundu fortelja her á in.fo, at Tórshavnar Býráð dyrgdi eftir at fáa eina heilsuhjálparaútbúgving í Havn [...] til tey, sigur Rakul í Gerðinum. – Tað eru starvsvenjingarplássini, sum er fløskuhálsurin, ikki skúlin, so at fáa ein skúla afturat í Havn, við teirri avleiðing, at næmingatalið í Suðuroy verður skert
seinni í ár. Tað er ikki loyvt at selja laks, sum er koppsettur móti ILA í ES sum er, men Sylvin væntar, at ES fer at góðtaka tað í ár. - Tey sum framleiða koppsetingarevni eru í øllum førum farin í gongd [...] verður væntandi liðug í 2004. - Tað fer lætta munandi um hjá øllum í oynni, tí tá verður gjørligt at flyta akfør og aðrar maskinur ímillum. Byrjaði í 1999 Smoltstøðin kom á várið í 1999 og á heysti sama [...] oynna. - Hesi fólkini fara upp um morgunin og kunnu fara til arbeiðis uttan at skula hugsa um at fara av oynni. Og har aftur at, er hetta eisini eitt pláss, har framhaldsdeildin, sum er í Húsa og Syðradals
fleiri fólk arbeiddu í fiskavirking, turkaðu saltaðan tosk, saltaðu sild í tunnur og so framvegis. Hetta var eisini fyrstu ferð at útlendingar í stórum tali válaðu í havnartúnum. Umframt útlendingar, ið [...] »fukka« er eisini í orðabók Svabos, og hetta ítriv hevur helst verið í hæddini í tíðarskeiðnum; tað kemur óivað úr enskum »fuck«, er so horvið úr aftur føroyskum, men komið aftur í aftur seinni í enska sniðnum [...] Stríðsárini Fleiri túsund bretskir hermenn vóru í Føroyum frá 1940 til 1945, flestir teirra í Vágunum og í Havn, men eisini á Tvøroyri, á Skálafjørðinum og aðrastaðni í landinum. Yvirhøvur vóru sera góð viðurskifti
nýggir tunlar verða gjørdir. - Tað, sum í fyrsta umfari eigur at vera gjørt, er, at bummar verða settar við munnarnar at forða fyri, at fleiri bilar fara inn í tunlarnar í eini støðu, har eitt óhapp, ella ein [...] er hent, og forða fyri at fleiri bilar fara inn í tunlarnar, og kanska gera støðuna enn verri - ella forða fyri bjargingararbeiðnum. - Er eldur í einum bili mitt í tunlinum, og tað elvir tað til nógvan [...] - Trygdin í tunlunum Norður um Fjall, er ikki nøktandi. Tað staðfestir Finn Hansen, tilbúgvingarleiðari í Klaksvík. Á fundi um tunlarnar Norður um Fjall staðfesti hann, at verður gingið eftir teimum nýggjastu
Musikkskúlin at liggja í úryðjuni í býnum heldur enn á miðjari leið millum útjaðararnar. Hartil er hann tveittur í eitt øki, har avgerð longu er tikin um ein skúladepil til 1500 fólk og ein fólkaskúla til [...] at standa í vallaðum lendi. Hetta skal í minsta lagi endurskapast við nýggju staðsetingini o.s.fr. Viðgerðin hevur verið meir enn undarlig. Síðani samtyktina í december hevur verið arbeitt í loyndum við [...] var næsta stigið í hesum máli at taka hesa útbjóðingina og síðani meta aftur um støðuna sum heild. Tað kundi langtsíðani verið gjørt – og eftir fáum døgum. Men hetta varð ikki gjørt. Í staðin varð yvir
alt fór í havið. - Farmaskipið kom í herviligt illveður 8. og 9. desember í Norðsjónum. Manningin hevði meira enn nóg mikið við at halda sær innandura, sigur Gordon Fuglestad á havnarskrivstovuni í Arendal [...] Hamina" í Finnlandi stóð aftan fyri lastina. Vit settu okkum í samband við tey, og tey váttaðu, at tey høvdu lastað eitt skip, sum hevði mist dekslastina í illveðri. ##med2## Havnarmyndugleikarnir í Arendal [...] dramatiska støðu í Norðsjónum. - Tað var alt ov vandamikið fyri manningina, sum hevur drúgvar royndir í sigling, at fara út á dekkið. Tíbetur loysnaði lastin av sær sjálvum og fór øll í havið. Høvdu bunti
verja náttúruna, og eg ivist onga løtu í, at tað verða børn og ung, sum eru í dag, ið fara at broyta heimin til tað betra. Tað sigur Finnbogi Joensen í Vestmanna, sum í ein mansaldur hevur starvast til frama [...] vøkstri. Í 22 ár var hann í starvi hjá Vestmanna kommunu sum umsjónarmaður. Síðan var starvið hjá honum í eini 12 ár at vera “grøni” maðurin í kommununi, sum tað hevur verið rópt, og síðan hann gavst í føstum [...] verið í Vestmanna í dag. - Tað er stuttligt at hava gjørt hetta saman við børnunum og soleiðis okkara eftirkomarum, har trø í viðarlundini í nógv ár vórðu skrásett sum ognarbræv hjá næmingunum. Í dag eru
hjá Tivoli í Keypmannahavn: At leingja háárstíðina frá siðbundna summarinum til amerikansku hátíðina Halloween í oktober og so aftur allan jólamánaðin. Í Nissubýnum Eg og sonurin er longu í Tivoli klokkan [...] Vit avgera í staðin at fara inn í Nissubýin, har 136 mekaniskar nissur taka ímóti okkum. Við stórum eygum gongur sonurin runt og peikar á nissur sum skoyta, klintra, hanga, eta og syngja. Í ár er eitt [...] dýrt - bæði at koma inn og keypa inni á økinum. Men ert tú í Keypmannahavn í desember er ein túrur í Tivoli ein sjálvfylgja. Jólahýrurin fer í topp, børnini gleðast og tær 140 krónurnar kennast ikki dýrar
gera úrvalið størri. Hin eigarin eitur Jógvan Páll í Bartalsstovu. Hans Jørgen Djurhuus leggur dent á, at teir báðir eigararnir ikki fara at síggjast ofta í nýupplatnu hølunum, tí teir eru báðir upptiknir [...] vóru flest ungfólk, men eftir kl 20 skifti aldursbólkurin nakað, tí tá komu fleiri eldri fólk ein túr framvið at spæla pool og billiard, sigur Hans Jørgen, sum samstundis ikki ivast í, at staðið fer at bera [...] Í Syðrugøtu er nú lív komið í aftur húsini, har handilin Valhøll fyrr helt til. Talan er um eitt stað, har ungfólk og vaksin kunnu koma at stuttleika sær. ? Vit hava trý billiardborð, teldustýrdar spæ
samstarv og vinarlag í stjórnini. Vit eiga upp í leypar av dugnaligum og hugbjørtum fólki í landinum og í flokkinum. Nú senda vit bestu kvøður og lukkuynski til Sirið, Jóhann og Eirik – og fara at veita allan [...] arbeiðið í landsstýri, samgongu og á tingi. Og tað fer at ganga væl. Eri eyðmjúkur um og errin av at hava starvast við so dugnaligum og avriksfremjandi fólki í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum – sum í leingi [...] saman við okkara grannalondum og í NATO í trygdar- og verjumálum, tá um Norðuratlantshav og Arktis ræður. Politikkurin hevur verið: “Onki um okkum, uttan um okkum”. Í vinnumálum hava vit fingið m.a. t