Trygdin í tunlunum er ikki nøktandi

- Og trygdin verður heldur ikki ílagi, sama, hvat vit gera

- Trygdin í tunlunum Norður um Fjall, er ikki nøktandi.

 

Tað staðfestir Finn Hansen, tilbúgvingarleiðari í Klaksvík.

 

Á fundi um tunlarnar Norður um Fjall staðfesti hann, at verður gingið eftir teimum nýggjastu trygdarkrøvunum fyri tunlar, er hvørki trygdin, ella tilbúgvingin í tunlunum Norður um Fjall, nøktandi.

 

- Og fyrrenn vit fáa nýggjar, tvísporaðar tunlar, ber ikki til at fáa trygdina í rættlag, legði hann afturat.

 

Hinvegin heldur hann, at tað er neyðugt at gera ábøtur alt fyri eitt, tí tað eru óráð at bíða, til nýggir tunlar verða gjørdir.

 

- Tað, sum í fyrsta umfari eigur at vera gjørt, er, at bummar verða settar við munnarnar at forða fyri, at fleiri bilar fara inn í tunlarnar í eini støðu, har eitt óhapp, ella ein vanlukka, eru hend.

 

- Sostatt kunnu vit steingja tunlarnar alt fyri eitt, eitt óhapp er hent, og forða fyri at fleiri bilar fara inn í tunlarnar, og kanska gera støðuna enn verri - ella forða fyri bjargingararbeiðnum.

 

- Er eldur í einum bili mitt í tunlinum, og tað elvir tað til nógvan eitraðan royk. So kann ein og hvør ímynda sær støðuna, sleppa fleiri bilar inn í tunnilin, áðrenn teir varnast, at okkurt er áfatt.

 

- Verður eitt óhapp fráboðað í Árnafjarðartunlinum, tekur tað sløkkiliðnum 8-10 minuttir at koma á staðið, og nakað longri, er tað í hinum tunlinum.

 

 

Les meiri um tunlarnar Norður um Fjall, her: Hvalbingar fáa tunnil áðrenn norðoyingar

 

 

- Sendararnir, vit hava at samskifta við, røkka ógvuliga stutt, so fyri hvørjar 300 ella 400 metrar, noyðast vit at seta fólk av at vera millumstøðir fyri at kunna samskifta.

 

- Tað merkir so aftur, at eini boð skulu ígjøgnum fleiri mans, ofta í nógvum larmi og roki, áðrenn tey koma fram til endaliga móttakaran, og tað er sjálvagt, at tá er vandin fyri misskiljingum serliga stórur, sigur Finn Hansen.

 

- Tað er als ikki nøktandi, og tí hevur tað skund at seta millumstøðir upp, so at samskiftið kann ganga ótarnað, leggur tilbúgvingarleiðarin afturat.

 

Hann vísir eisini á, at tað eru heldur ongar motorviftur at stýra roykinum við.

 

- Kemur eldur í inni í teimum lágu og smalu tunlinum, verður tað ómetaliga heitt, samstundis sum at teir fyllast skjótt við royki, er tað ómøguligt at koma framat at sløkkja og bjarga, sum støðan er nú.

 

Les meiri um tunlarnar Norður um Fjall, her: Hendrik Old vil ikki víkja

 

- Tí verður eisini neyðugt at útvega viftur báðu megin tunlarnar, sum kunnu stýra roykinum. Tað er ein vifta í landinum, sum er hóskandi til endamáli, men hon er á Lambareiði, og tað tekur mist ein hálvan tíma at fáa hana fram.

 

 

Les meiri um tunlarnar Norður um Fjall, her: Yvir 2200 undirskriftir til Hendrik Old

 

- Sum støðan er nú, verður tað ómøguligt at fáa nøktandi trygd í tunlinum, legði Finn Hansen afturat.