– Eg ivist í, um tað hevði loyst trupulleikan at vit fingu eina heilsurøktaraútbúgving í Havn, afturat tí, sum er í Suðuroy
Tað sigur Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum.
Tað er trot á heilsurøktarum í Føroyum og kjakið um, hvussu tann trupulleikin skal loysast, tók dik á seg herfyri, tá ið vit kundu fortelja her á in.fo, at Tórshavnar Býráð dyrgdi eftir at fáa eina heilsuhjálparaútbúgving í Havn, afturat útbúgvingini í Suðuroy
Les um ætlanina hjá Tórshavnar Býráð her: Tað er ov strævið at fara til Suðuroyar
Síðani hevur Als eisini gjørt vart við trupulleikan, og hevur skipað fyri stuttum skeiðum upp á eina viku í grundleggjandi eldrarøkt fyri at bøta um støðuna.
Tað er forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum ikki fegin um.
– At halda tað vera so einfalt at veita eina skikkaða eldrarøkt er at vanvirða eldra borgaran og fakkunnleikan á økinum, staðfestir hon.
Hon staðfestir, at tað er ikki nýtt, at tað er trot á heilsustarvsfólki. Men hon er ikki vís í, at tað hevði loyst nakran trupulleika at fingið eina útbúgving afturat í Havn.
– Tað, vit hava fingið upplýst, er ikki til at útbúgva fleiri heilsurøktarar um árið og tað er rætt og slætt tí at tað eru ikki nóg mikið av starvsvenjingarplássum til tey, sigur Rakul í Gerðinum.
– Tað eru starvsvenjingarplássini, sum er fløskuhálsurin, ikki skúlin, so at fáa ein skúla afturat í Havn, við teirri avleiðing, at næmingatalið í Suðuroy verður skert tilsvarandi, loysir neyvan trupulleikan, tí tað verða ikki fleiri starvsvenjingarpláss afturat.
– Fyri okkum hevur tað ongan týdning, um hvar skúlin er, leggur hon afturat.
Hinvegin heldur hon, at eitt, ið kundi bøtt um støðuna, er, at teir heilsurøktarar, sum eru, sluppu at arbeiða fulla tíð.
Ein kanning, vit hava gjørt, vísir, at bara 15 prosent av heilsurøktarunum arbeiða fulla tíð, so vit hava nokk so fitt av tøkari arbeiðskraft, sigur hon.
Og hon sigur, at tað eru nógvir heilsurøktarar, ið vilja arbeiða arbeiða meir, men ynski teirra um at fara upp í tíð, verða ikki gingin á møti.
– Als hevur boðað frá, at tað er stórur tørvur er á heilsurøktarum og heilsuhjálparum, samstundis sum at fleiri akademikarar ganga arbeiðsleysir. Hetta er ein týðulig ábending um, at okkara útbúgvingarskipan raðfestir skeivt, sigur forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum.
– Tað kemur samfelagnum til góðar at raðfesta yrkisútbúgvingar, leggur hon afturat.
Annars heldur hon eisini, at ein máti at eggja fleiri at fáa sær útbúgving, er at bøta um lønina.
– Grundlønin hjá einum heilsurøktara er 23. krónur um mánaðin, men av tí, at so nógvar ikki sleppa at arbeiða fulla tíð, er lønin í roynd og veru ikki meiri enn 17.000 – 18.000 krónur um mánaðin, sigur Rakul í Gerðinum.
Samstundis hevur Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Suðuroy, gjørt púra greitt, at Heilsuskúlin í Suðuroy skal hava frið. Les meiri um tað her: Sleppa ikki at oyðileggja sólskinssøgu í Suðuroy