Tað er kalt og rátt við Høvuðsjarnbreytarstøðina í Keypmannahavn.
Sonurin hálar meg hart og ótolið í hondina, tí hann hevur hoyrt so nógv um jólanissurnar í Tivoli.
Og hann tímir ikki at bíða longur.
Ljósini frá Tivoli lýsa gráa vetrardagin upp. "140 kroner" sigur konan í lúkuni - tað er avgjørt ikki bíligt at fara ein túr í Tivoli. Nú er spurningurin bara, um vitjanin er pengarnar verd.
Flestu stóru ferðamál kunnu bara droyma um tað, sum hevur eydnast so væl hjá Tivoli í Keypmannahavn: At leingja háárstíðina frá siðbundna summarinum til amerikansku hátíðina Halloween í oktober og so aftur allan jólamánaðin.
Í Nissubýnum
Eg og sonurin er longu í Tivoli klokkan 14. Enn er ljóst úti og tey 450.000 jólaljósini koma ikki til sín rætt. Vit avgera í staðin at fara inn í Nissubýin, har 136 mekaniskar nissur taka ímóti okkum. Við stórum eygum gongur sonurin runt og peikar á nissur sum skoyta, klintra, hanga, eta og syngja. Í ár er eitt nýtt nissutok, sum koyrir runt inni í Nissubýnum.
Glitrandi jólatrø
Sonurin dregur aftur í meg og vit koyra okkum ein túr í ellisakførunum, og vit veittra til nissurnar, sum standa framvið vegnum, og fegnast um tey 1.100 jólatrøini, sum standa runt í øllum Tivoli.
Tað tekur umleið tveir mánaðir at lata Tivoli í jólabúna. Amerikanski sniðgevin, John Loring, hevur ábyrgdina av øllum ljósunum. Hann er eisini maðurin handan jólaljósunum á Park Avenue í New York.
Øll trøini er upplýst út í evstu grein. Á einum stórum træ hanga hjørtu, og við inngongdina er stóra vælkomutræið prýtt við vøkrum skyggjandi elektriskum glerpípum. Tað er vist, at her verða nógvar perur og ljósketur nýttar. Bara pílatrøini við Tivolisjógvin hava 15 kilometrar av ljósketum.
Gløgg og eplaskivur
Tá tað fer at skýma koma alt fleiri fólk í Tivoli. Ljósini lýsa bjartari og vit seta okkum niður at njóta ein tallerk av holukøkum og gløgg. Sonurin hevur fingið ein stóran sleikisneis, og ljósini glitra so bjørt í eygum hansara, meðan hann tekur upp í saman: "Eg elski hendan slikkipinnin".
Fleiri við okkum
Vit hitta eitt vinapar, sum eru farin í Tivoli at eta romantiskan døgurða. Á vegnum út møta vit fleiri, sum vit kenna. Tey skulu hyggja eftir ljósframsýningini.
Tað ber illa til at lýsa Tivoli við orðum. Tað er sonn uppliving at síggja øll ljósini, saman við granntrøum, nissum og so luktinum av brendum mandlum, gløggi og jólakryddaríum.
Jú, sjálvandi er Tivoli ein pengamaskina. Og jú, alt er dýrt - bæði at koma inn og keypa inni á økinum.
Men ert tú í Keypmannahavn í desember er ein túrur í Tivoli ein sjálvfylgja. Jólahýrurin fer í topp, børnini gleðast og tær 140 krónurnar kennast ikki dýrar aftan á ein slíkan seinnapart.