Smoltstøðin á Kalsoynni

Sylvin Rasmussen, leiðari, sigur, at tað verður hildið aftur í framleiðsluni sum er, tí at alistøðirnar á sjónum eru varnar við at keypa sum nú er. Eisini gleðir hann seg til nýggju ferjuhavnina, sum fer at gera flutningin av oynni munandi lættari

Kalsoy:
Sylvin Rasmussen sigur, at tað at alistøðirnar eru varnar við at keypa er ein avleiðing av ILA sjúkuni, sum hevur herjað alibrúkini í eina tíð nú.
- Soleiðis merkja við ILA sjúkuna, so vit hava hildið aftur í framleiðsluni nú. Vit kundu framleitt 2.5 milliónir um árið, men sum er framleiða vit umleið 2 milliónir, sigur leiðarin á smoltstøðini.
Hann vónar og væntar tó, at tað fer at verða loyvi at koppseta fiskin seinni í ár. Tað er ikki loyvt at selja laks, sum er koppsettur móti ILA í ES sum er, men Sylvin væntar, at ES fer at góðtaka tað í ár.
- Tey sum framleiða koppsetingarevni eru í øllum førum farin í gongd við at framleiða evni móti ILA, so tað má fara at seta eitt uppaftur størri trýst á ES um at góðkenna tað, heldur Sylvin.
- Tey siga, at ILA livir ikki í feskum vatni, so vit hava feskt vatn í kørunum her hjá okkum. Soleiðis verja vit okkum sum frægast í móti virussjúkuni. Eisini eru vit givnir at nýta brunnbát til flutning av oynni, tí vit meta, at hann kann føra smittu við sær, greiðir Sylvan frá.

Dýrur flutningur
Ístaðin fyri brunnbát til flutningin nýtir smoltstøðin tyrluna, tá fiskur skal flytast av oynni.
- Vit kunnu ikki líta á til dømis Dúgvuna. Hon er her nakrar fáar ferðir um árið. Um veturin er hon kanska bert tríggjar ferðir her, og tað kunnu vit ikki brúka til nakað. Eisini, um hon ger ein túr yvir, og tað ikki viðrar, so kunnu tað ganga vikur, áðrenn hon kemur aftur. So tað er ikki ein flutningsháttur, sum vit kunnu líta á. Tí nýta vit tyrluna, hóast tað er so nógv dýrari, sigur Sylvin Rasmussen.
Hann vísir eisini á truplu støðuna við tað, at ongin kranabilur er í oynni. Tað kemur eisini av truplu flutningsviðurskiftunum. Um ein nú velur at flyta ein kranabil yvir á Kalsoynna, so veit hann ongantíð, nær hann kann fáa hann av aftur oynni, tí alt veldst um, nær Dúgvan kann koma aftur til oynna.
Sylvin greiðir frá, at tann støðan millum annað tók seg upp, tá smoltstøðin stóð í gerð. Tá skuldi sjálvsagt stórir bilar til, men tá bleiv tað koyrt saman við útbjóðingini av arbeiðinum.
- Tað stóð í útbjóðingini, at bilur mátti yvir á oynna, og teir, sum gjørdu arbeiðið, teir høvdu so egnan last og krana bil við. So tað var ikki nakar trupulleiki kortini, men tað er tað nú, um vit hava brúk fyri einum tílíkum bili, sigur Sylvin, sum sjálvandi gleðir seg saman við øllum hinum kalsoyingunum til nýggja ferjuhavnin kemur. Hon verður væntandi liðug í 2004.
- Tað fer lætta munandi um hjá øllum í oynni, tí tá verður gjørligt at flyta akfør og aðrar maskinur ímillum.

Byrjaði í 1999
Smoltstøðin kom á várið í 1999 og á heysti sama ár fór fyrsti fiskurin á sjógv. Tað hevur verið arbeiði allatíðina síðani, og tað hevur verið regluligt.
- Í fjør varð ein nýggj høll tikin í brúk, tað var fyri at fáa størri kapasitet, greiðir Sylvin frá.
Arbeiðið á smoltstøðini fevnir um at hyggja eftir og taka deytt upp.
- Nú ljóðar tað, sum um tað doyr so nógv her, men tað ger tað slettis ikki. Men tá vit síggja okkurt, sum er deytt, so taka vit tað sjálvandi upp beinanvegin. Tað sleppur ikki at liggja, sigur Sylvin og sigur sum eitt dømi, at um tað eru 100.000 í einum kari, so verða okkurt um tíggju deyð tikin upp.
Eisini er arbeiðið hjá teimum á støðini at kanna eftir, at føðingin er rætt innstillað. Sylvin sigur, at tey fóðra okkurt um 350 kilo um dagin, og tað verður ikki mett at vera so øgiliga nógv.
Umframt hetta, so verður fiskurin eisini skildur sundur eftir stødd og koppsettur móti sjúkum á sjónum.
Og um ES seinni í ár fer at loyva sølu av fiski, sum er koppsettur móti ILA, so fer tað eisini at verða gjørt á smoltstøðini á Kalsoynni.
Tað arbeiða 9 fólk á smoltstøðini, sum liggur mitt í millum Syðradal og Húsar. Hesi arbeiða øll fast, so eru onkuntíð onnur aftur at, um tað hevur verið nógv at gera. Øll, sum arbeiða á støðini eru búsitandi á oynni.
Spurdur um, hvønn týdning støðin hevur fyri oynna, svarar Sylvin Rasmussen, at hon sjálvandi hevur havt stóran týdning, tí hon hevur skaffað arbeiðið til oynna.
- Hesi fólkini fara upp um morgunin og kunnu fara til arbeiðis uttan at skula hugsa um at fara av oynni. Og har aftur at, er hetta eisini eitt pláss, har framhaldsdeildin, sum er í Húsa og Syðradals skúla, kann koma í starvsvenjing, um tey ynskja tað. So sleppa tey eisini frá at fara av oynni, sigur Sylvin Rasmussen, leiðari á smoltstøðini á Kalsoynni at enda.