ættað úr Klaksvík, dóttir John og Annu Lassen. Hon er útbúgvin lærari og flutti í 2000 til Danmarkar at búgva, og býr nú á Suðursælandi. Myndaevnini eru landslagsmyndir, nógvar úr Klaksvík, men eisini aðrastaðni [...] aðrastaðni úr Norðoyggjum og úr Føroyum sum heild. Eisini eru myndir av uppstilligum. Sjálv metir hon, at nátturumyndirnar spretta úr nátturu upplivingum bæði í Føroyum og Danmark. Men eisini úr tí, hon kallar [...] havinum ávirka hana nógv, og sæst hetta eisini aftur í málingunum. Myndirnar, sum allar eru til sølu, eru at síggja í vanligari upplatingartíd: Mánadag til fríggjadag frá 10 til 17:30 og leygardag frá 10 til
verður annars sagt, at sum tað er fyrsta dagin, verður tað allar hundadagarnar. Í 16. øld fingu dagarnir latínska navnið Dies Caniculares (hundahvølpadagarnir), men annars verður hildið, at navnið gongur aftur [...] 23. juli. Appolinaris. Sigst at hava verið ferðafelagi hjá ápostlinum Pæturi og varð av honum sendur til Ravenna í Italiu sum trúboðari. Her gjørdist hann fyrsti biskupurin, men varð fyribeindur umleið
venjarum. Mennandi Fimleikararnir eru á einum máli um, at slíkar stevnur eru mennandi fyri føroyskan fimleik sum heild, tí her hava fimleikararnir høvi til at vísa síni kynstur og fáa nýggjan íblástur til veturin [...] tey eru sera væl nøgd við kappingina, og hvussu hon varð fyriskipað. Til stuttleikar kann nevnast, at tann yngsti í føroyska ferðalagnum var fýra mánaðir, og tann elsti var 75 ár. Býurin Alicante hevur
hava fyrr ikki havt møguleika at verði vígd har. Tí hava tey oftast leitað sær í býráðshúsið ella á politistøðina. Umstøðurnar har eru ikki tær bestu til vígslur við tað, at har er lítið rúm. Serstakur dagur [...] leygardagin til hesa fyrstu brúðarvígsluna. Vegna samkomuna bjóðaði Victor Nielsen vælkomin og segði, at hetta ikki bert var ein serstakur dagur fyri brúðarparið, men eisini fyri samkomuna. Jákup Eli Østerø
honvarð 11 ára gomul. Tá flutti familjan til Havnar at búgva. Pápin var prestur. Tá Durita var liðug sum studentur í Hoydølum, fór hon í 1985 til Danmarkar at lesa til lækna á Universitetssjúkrahúsinum í Odense [...] 1994 byrjaði hon sín Ph.D-lestur. Lesturin varð longdur vegna eyka laboratoriekanningar, sum tóku tíð at gjøgnumføra, og tí hon varð við barn tríggjar ferðir. 9. mai í ár vardi hon so sína Ph.D.-ritgerð við
Guttorm var abbi Anfinn Kalsberg, veit Theodor at siga. Tá í tíðini vórðu allir handlar bygdir niðri við sjóvarmálan, tí eingin handlaði, uttan so, at hann eisini keypti fisk. Niðri við sjóvarmálan, beint [...] var ein úthandil hjá Klaksvíkshandlinum. Hann man hava latið upp einaferð í 1850?unum, beint eftir at einahandilin varð avtikin. Hetta sigur 82 ára gamli, Theodor Eliasen í Leirvík. - Aðrir handlar komu
Jerusalem verður ein Sakeus, sum er tann fjórði í tí biskupatalinum, men annars ókendur. Summir halda, at her verður sipað til yvirtollaran Sakeus (Luk. 19, 1-6). Hundadagar enda. Navnið merkir reinur ella [...] 24. august. Bartalsmessa. ella bartalsøka. Til minnis um lærusveinin Bartolomeus. Halgisøgan sigur, at tá ið ápostlarnir skiltust, fór hann eystureftir til Armeniu, Mesopotainu og Indiu, har hann varð tikin [...] avgudaprestum. Í træskurðinum á einum av kirkjubøstólunum sæst hann við kvívi í hendi, ið sipar til, at hann varð flettur livandi. Navnið merkir sonur Ptolemeusar. 24. august 1943 var eitt løgtingsval, sum
halvarðsmessa. Verður hildin til minnis um Hallavrð, systkinabarn Ólavs hin Heilaga. Halgisøgan sigur, at tá hann skuldi hjálpa einari konu móti yvirgangskroppum, varð hann sjálvur dripin og søktur í Drammensfjørð [...] kemur á halvarðsøku ella um tað mundið, og fyrsta góðveðursdagin hoyrist hon láta. Sagt varð eisini, at á halvarðsøku møtast terna og ógvella. Ternan kemur sunnaneftir og ógvellan heldur norðureftir. Á [...] ógvellan kemur aftur. Ternusnertur er illveður við kulda og kava um halvarðsøkumundið, men annars sigst, at stórkavi ikki skal koma eftir halvarðsøku. Í gomlum álmanakkum ber dagurin eisini navnið Sofía eftir
Smyril Line, at skipið kundir yvirtakast«. 3) »Men ikki nokk við hesum. Helendingar hava eisini tryggjað raksturin av nýggju Norrønu í trý tey fyrstu árini?« Vit í P/F Smyril Line ógvast við, at slík tíðindi [...] hetlendingar samanlagt hava sett í er fyribils ein loyna«. 2) »Ein sannroynd er tað í hvussu so er, at Mr. Morgan, sum situr á Hetlendsku oljumilliónunum, skrivaði undir nøkur loynilig skjøl, áðrenn sáttmálin
úrslitið sjálvt, so ásannaði hann sjálvsagt, at tað kendist keðiligt, nú tað var so nær við. - Hatta var súrt. Nú er tað sjálvandi ikki nøkur stór skandala hjá okkum, at vit tapa 2-0 fyri Týsklandi, men tað hevði [...] halda høvdið høgt. Vit gjørdu alt tað, sum vit vóru mentir, og sjálvur hevði eg eisini trúnna uppá, at tað skuldi bera til, men so kom Miroslav Klose og oyðilegði tann partin.