Leikaraprát
Tá vit eftir dystin, fingu orðið á Fróða Benjaminsen, spurdu vit hann alt fyri eitt, um nakran tíð áður mundi hava runnið somikið nógv í einum og sama dysti.
- Neyvan. Hatta var ein øgiligur umgangur. Ikki bara tí vit runnu so nógv, men teir spældu ótrúliga hart, og heldur ikki var tað alt for pent hvørja ferð, men tað er so tað, sum man má taka við, helt hann fyri.
Og um úrslitið sjálvt, so ásannaði hann sjálvsagt, at tað kendist keðiligt, nú tað var so nær við.
- Hatta var súrt. Nú er tað sjálvandi ikki nøkur stór skandala hjá okkum, at vit tapa 2-0 fyri Týsklandi, men tað hevði verið ótrúliga stuttligt, um tað skuldi eydnast. Men vit kunnu tó halda høvdið høgt. Vit gjørdu alt tað, sum vit vóru mentir, og sjálvur hevði eg eisini trúnna uppá, at tað skuldi bera til, men so kom Miroslav Klose og oyðilegði tann partin.