Eg vil við hesum avsanna tað sum á forsíðuni á Oyggjatíðindi 7. juli 1999 um, at eg skuldi hava fingið søluna rundan um Tórsvøll.
Nakað tílíkt hevur ongantíð verið upp á tal, eg havi ikki og fari heldur ikki at hava nakra sølu um Tórsvøll.
Sostatt er tað, sum Oyggjatíðindi hevur skrivað um meg ósatt úr einum enda í annan.
Krøktum dvørgum og ljótt gorrandi ravnaslagi, sum spræna split og lygn, havi eg onga virðing fyri.
At eg arbeiði hjá PM-heilsøluni er einasti sannleikin, sum var at lesa í umrøddu grein í Oyggjatíðindi.
Gunnar Mohr










