Bakkabúðin farin í søguna

Í síðstu viku læt Bakkabúðin í Leirvík aftur fyri seinastu ferð. Seinastu áttati árini hevur hesin handil verið ein partur av bygdarlívinum hjá leirvíkingum

- Fyrsti handilin, sum læt upp í Leirvík, var ein úthandil hjá Klaksvíkshandlinum. Hann man hava latið upp einaferð í 1850?unum, beint eftir at einahandilin varð avtikin. Hetta sigur 82 ára gamli, Theodor Eliasen í Leirvík.
          - Aðrir handlar komu seinni, m.a. tann hjá Guttormi Christiansen, sum var ættaður av Skála. Guttorm var abbi Anfinn Kalsberg, veit Theodor at siga.
          Tá í tíðini vórðu allir handlar bygdir niðri við sjóvarmálan, tí eingin handlaði, uttan so, at hann eisini keypti fisk.
          Niðri við sjóvarmálan, beint undir, har Bakkabúðin er nú, stóðu einaferð 3 handilsbygningar, men undir seinna veraldarbardaga, einaferð í 1944, fóru allir tríggir handlarnir av eini minu.
          Ein av hesum handlum var handilin hjá Hjalmari, sum seinni flutti niðan har handilin hevur verið nú í eina hálva øld. Handilin fekk navnið, Bakkabúðin, og er tað sonur Hjalmar, Jógvan Elias og kona hansara, Kristianna, sum hava rikið handilin seinastu nógvu árini.