Støkk í Spania

Fimleikagenturnar hjá Støkk eru afturkomnar av væleydnaðari fimleikastevnu í Spania

Fimleikastevnan í spanska býnum Alicante, sum gentuliðið hjá Støkk luttók í, endaði tann 18. juli. Talan var um eina fimleikastevnu og ikki um eina kapping.
Framførslurnar hjá fimleikagentunum eydnaðust sera væl, hóast hitin var um 34 stig. Eisini á altjóða kvøldinum var framførslan góð, og fekk føroyska liðið rós frá øðrum luttakarum og venjarum.

Mennandi
Fimleikararnir eru á einum máli um, at slíkar stevnur eru mennandi fyri føroyskan fimleik sum heild, tí her hava fimleikararnir høvi til at vísa síni kynstur og fáa nýggjan íblástur til veturin, hóast talan ikki er um eina kapping. Hetta er nakað, sum føroyskur fimleikur hevur gott av.
Føroyska ferðalagið taldi 29 fólk, og tey eru sera væl nøgd við kappingina, og hvussu hon varð fyriskipað. Til stuttleikar kann nevnast, at tann yngsti í føroyska ferðalagnum var fýra mánaðir, og tann elsti var 75 ár.
Býurin Alicante hevur 300.000 íbúgvar og hevur strond út til Miðjarhavið.