Tað er bítandi kalt, og nógvur vindur er á parkeringsøkinum hjá Hotel Føroyum. Ikki so, tað er ikki nakað óvanligt fýri ein leygardag í februar. Men inni í fjálgu forhøllini á gistingarhúsinum sita nakrir [...] ið koma út um tað bretska markið. Men tað er øgiliga strævið at ferðast á henda hátt, tað er eins og tú byrt í einum kufferti.« Danielle Strong ella Scary, ið er 18 ár, leggur aftrat: »Tá ið man ferðast [...] góða er, at vit sleppa at dansa og syngja, sum vit allar elska. Tær ringu síðirnar er so, at man skal sita á ymsum flogvøllum og bíða, ella kanska koyra í einum bussi í fleiri tímar.« Ginger, sum er sera
Danielsen ----- “Hvør tann, ið trýr, at Jesus er Kristus, er føddur av Gudi, og hvør tann, ið elskar Faðirin, elskar eisini tann, sum føddur er av Honum.” 1. Jóh. br. 5,1. Tað eru nakrir gudloysingar til (ateistar) [...] av okkum, og tú eigur ongan veg, sum tú veist hvar hann ber. Onnur eru, sum trúgva at Gud, er til, at hann er skaparin, sum vit ein dag skulu møta. Men er tað nokk? Kunnu vit liva lívið, sum vit ynskja [...] trýrt, at Gud er ein. Tað gert tú beint! Hinir illu andar trúgva tað við – og skelva!” 2,19. Tað er sostatt umráðandi at koma til Jesus og fáa syndir sínar avtváaðar í Kristi blóði, hann er millummaður millum
Tað var mega feitt. - Tað var til hesa kappingina, at vit møttu Chief1, og tíðin harfrá og inntil nú, er eitt stórt ævintýr, sum alt er honum at takka. Tit blivu so meldaðir til danska Melodi Grand Prix [...] framførir uppá handan mátan. Eg haldi eisini, at tað er for sjúkt við MGP. Tað er for fúl stjørnudyrkan, sum bara handlar um at vera eitt vørumerki. Hvar fóru teir sálarligu trupulleikarnir í rokanum? - [...] eitt, ið á donskum eitur Kunstnarapsykolog. Tað er nakað, sum ræðuliga nógvir tónleikarar ganga til, fyri at kunna tosa við onkran um alt pressið, ein er útsettur fyri og allar teir spurningarnar, ið mæla
tveir, sum halda, at tað er nakað langt síðan, teir hava hoyrt málið á hvørjum øðrum. -Annar fekk ikki orð á hin, áðrenn teir loystu. Hvussu kósin er, og hvar hann er? -Jú hann er komin á 62.23 og 6.51. [...] Gjótangan. Men so er ikki í dag. Nú hevur nýggja tíðin tikið við, og tað eru satelitpositiónir, sum nú gera av, hvar vit eru staddir. Jú, jú. Soleiðis eru tíðin og útgerðin, og gott er tað. Tí tað er eingin ivi [...] eftir enn? So tað er eina roynd vert. Tað skrivar. Reytt upp eftir skíggjanum, og hatta skuldi so verið fiskur, verður tosað. Men enn er bara hálvaljóst. Ivasamt, um tað er fiskilýsi, sum er. Men kastað verður
heiðurliga søgufrøðinginum, antin hansara miðil er bókin, útvarp, sjónvarp ella filmur, er - í tann mun, tað er menniskjansliga gjørligt - at lýsa søguna sum hon er, óávirkaður av politiskum trýsti ella árini [...] ELLA MENNANDI HUGTAK Hóast hesin spurningur kanska einamest er akademiskur, er hann sera áhugaverdur. Hugsanin er í stuttum, at ein ávís kúgan er millum tær fyritreytir, sum ein tjóðskaparrørsla, møguliga [...] og sum eftir mínum tykki er ógvuliga týðandi, er ætlanin - sum longu er komin nakað ávegis - at minka blokkstuðulin. Hesin politikkur er eftir mínum tykki rættur. Á mínum ferðum uttan fyri Føroyar havi
ferð seinastu árini, og líkt er til, at hetta eisini verður gongdin her hjá okkum. Í hvussu so er, er líkt til, at vit innan stutta tíð hava 4 ístaðin fyri onga, so her er sanniliga okkurt at gleðast um [...] eisini høvi til at fara út á internet-café. Hvat er so ein internet-café, ella skuldi ein kanska sagt alneta-matstova? Tað tíma vit ikki, men líkamikið, so er ein internet-café eitt stað, har tú afturfyri [...] teldubrúkararnar er eisini møguleiki at skriva stílar og annað keðiligt, men eg loyvi mær at halda, at tey flestu nýta hesar caféir til gamans, heldur enn til álvara. Í grannalondum okkara er talið av hesum
illa har norðuri, har er einki skil á nøkrum. Tað gongur skjótt norðureftir. Landið liggur í summarlýðku, tað er stoytt við klettin og her er so óendaliga vakurt. Reyðafelstindur er goymdur í mjørka, men [...] tosað um agn, hvalagarnar er gott hýsuagn og tú kann nýta tað í nógvar dagar, so seigt er tað, men ringt at avegna. Her er nógv fólk komið saman og skjótt verður atborið. Løgmaður er eisini á fótum. Hann hevur [...] blívi teknaður, so er sloppið. Nú opnar dalurin Millum Fjarða seg prúður fyri mær og vegurin er tómur. Stúranin var til onga nyttu. Eg síggi tveir bilar á Funningsfjarðavegnum og annar er ein hvítur løgreglubilur
av, at fyrsta umfarið í steypakappingini er á dagsskrá. Innleiðandi umfarið var 15. mars, tá ið Giza/Hoyvík vann 2-0 á B71 og tá ið Undrið vann 2-1 á MB. Í 1. umfari eru átta dystir. Sjey verða spældir [...] at vinna samantalt á Inter Turku úr Finlandi. Á Svangaskarði var úrslitið 1-1, og so gjørdu víkingarnir tað bragdið at vinna 1-0 í Finlandi. Sigursmálið skoraði Hanus Jacobsen við brotssparki, tá ið tað [...] Undrið, sum spælir í 2. deild. Tað er lítið sannlíkt, at nakað av feløgunum í 2. og 3. deild skal gera nakað við liðini í Effo-deildini. Men talan er um steypakapping, og tá er møguleiki fyri tí mest óvæntaða
fyri at gera eitt fund, er greitt, at vit eru ikki komin á mál, tí enn eru ?bert? 4 brunnar boraðir. Fyrr var tummilfingraregulin lutfallið 9 til 1. Og tá vit so vita, at hetta er eitt spildurnýtt øki, krevur [...] Tað er neyvan heldur hugsandi, at myndugleikarnir fara at ?tvinga? BP at bora tveir brunnar í einum ?turrum? øki, um endaligu niðurstøðurnar hjá BP eru ella verða, at tað er sannlíkt, at har er einki [...] pengar á meiri trygga grund. Hetta er tó ikki so einfalt, sum tað kann síggja út til. Tí oljufeløgini hava nevniliga bundið seg til at bora tilsamans 8 brunnar. Og her er eftir øllum at døma eingin góða mamma
men ikki minst, kanna um nakar teldupostur er komin, sum tú ikki hevur lisið. Tað er vert at leggja sær í geyma, at útboðið av tænastum til WAP enn bara er á byrjunarstigi og at fleiri tænastur koma, [...] stovningargjald ella mánaðargjald. Prísurin er tann sami alt samdøgrið. Treytin fyri at kunna brúka WAP er sjálvsagt, at brúkarin hevur eina WAP-fartelefon, sum eisini er sett upp til WAP. Veist tú ikki, hvussu [...] tíð. Nú er hann so komin til Føroyar og seinastu tíðina hevur Føroya Tele fyrireikað seg til at bjóða viðskiftafólkunum hesa tænastuna. WAP, sum stendur fyri "Wireless Application Protocol", er ein opin