Á netið við fartelefon

Vørumessan 2001

 

Nú ber eisini til at fara á internetið við fartelefon. Fyri kortum fór Føroya Tele undir at bjóða viðskiftafólki sínum WAP. Tænastan er á byrjunarstigi, men verður ment so við og við


Fyri kortum fór Føroya Tele undir at bjóða viðskiftafólki sínum WAP. Henda tænasta ger tað møguligt at fara á internetið, uttan at sita við eina teldu heima við hús, og tann møguleikin hevur verið til staðar uttanlands í eina tíð.

Nú er hann so komin til Føroyar og seinastu tíðina hevur Føroya Tele fyrireikað seg til at bjóða viðskiftafólkunum hesa tænastuna.

WAP, sum stendur fyri "Wireless Application Protocol", er ein opin standardur fyri tráðleysum samskifti millum fartelefon og internetið. Tað hevur við sær, at tað ber til at koma í samband við internetið beinleiðis frá fartelefonini.

WAP-útgávan av internetinum er ein skerd útgáva av tí internetinum, sum netbrúkarar vanliga kenna. Tað minnir eitt sindur um tekstvarp, har tað m. a. ikki ber til at síggja litir og myndir. Ikki ber til at lesa vanligar heimasíður, men bara tær síðurnar, sum eru gjørdar til WAP. Fyrimunurin er so harafturímóti, at tú kanst fáa kunning, líkamikið hvar tú ert staddur.

Føroyska wap-síðan

Føroya Tele hevur longu nú lagt út eina heimasíðu til wap-brúkararnar. Á hesi síðu ber til at lesa tíðindir - føroysk, útlendsk og ítrótt - leita eftir telefonnummrum, vitja portalar, spæla spøl, og síðst, men ikki minst, kanna um nakar teldupostur er komin, sum tú ikki hevur lisið.

Tað er vert at leggja sær í geyma, at útboðið av tænastum til WAP enn bara er á byrjunarstigi og at fleiri tænastur koma, so hvørt sum tøknin verður klár og tænasturnar verða mentar. Um heilt stutta tíð verður møguligt at síggja GSM-nýstluna á WAP.

Í løtuni er tað so, at øll haldini hjá Føroya Tele, uttan teletíðarhaldini, kunnu brúka WAP-tænastuna frá byrjan. Tænastan kostar 1,95 um minuttin umframt uppringargjaldið, men einki stovningargjald ella mánaðargjald. Prísurin er tann sami alt samdøgrið.

Treytin fyri at kunna brúka WAP er sjálvsagt, at brúkarin hevur eina WAP-fartelefon, sum eisini er sett upp til WAP.

Veist tú ikki, hvussu hetta skal gerast, kanst tú hyggja inn á www.wap.fo, á internetinum. Har stendur ein vegleiðing um, hvussu telefonin skal setast upp. Har sært tú eisini eitt yvirlit yvir, hvørjar fartelefonir kunnu brúkast til WAP.

At Føroya Tele fer undir WAP er ikki so løgið. Hetta er eitt stig á vegnum móti mobila internetinum og tá framtíðartøknin, sum eitt nú GPRS, verður tikin í nýtslu, verður ferðin á WAP enn størri, samstundis sum ljóð og grafikkur eisini verður ein møguleiki. Tó skal havast í huga, at tað, fyri at kunna nýta GPRS, verður neyðugt at hava eina GPRS telefon.

Henda tøkni er ikki komin til okkara enn, men vónandi verður hon her fyrst í komandi ári.