trupulleikar. Jógvan Joensen er leiðari fyri trygdardeildini. Hann vísir á, at virus er ikki so vandamikið, um vit nýta góð antivirus-forrit og okkara egna vit og skil. - Tað er týdningarmikið, at fólk javnan [...] nógva tíð, orku og pengar til at verja skipaninar frá virus. - Talan er um virus og tað, sum verður kallað fyri SPAM-teldupostar. Tað eru hesar lýsingarnar og tílíkt, sum koma sendandi hvønn dag, sigur [...] gera slík virus. - Tað kann vera skipaður kriminalitetur. Sum við tí nýggjasta, har ið teir kunnu stjala pengar av kontonum hjá fólki. Eg haldi tó, at nógv er bara fyri at gera fortreð. Tað kann kanska kallast
eg eri flutt í hugnaligu smáttuna á Stykkjunum. Har er friður á jørð! Og hvat er tað keðiligasta? - Korona gjørdi, at vit ikki kundu gleða okkum til skíðferð við allari familjuni. Vit vistu snøgt sagt ikki [...] fara vit at pynta okkum og gera góðan mat. Tað verður langtíðarstokt lambssteik, og versonurin, Kári, ger heimagjørt reyðkál. Omaná døgurðan verður ostakaka. Tað segði Anna Petra Winther, tá vit høvdu samband [...] hana uppundir endan av vikuni. - Her er fantastiskt. Um kvøldið gamlaárskvøld fara vit at hyggja, um kommunan, her vit eru, ger okkurt burtur úr við fýrverki. Hvat var tað besta, sum hendi í 2021? - At eg
roynt, er at fáa upptøku í einum øðrum samstarvi. Tað liggur tó ikki í kortunum sambært borgarstjóranum. - Vit hava aldrin viðgjørt at fara upp í nakað annað samstarv. Vænti heldur ikki, at tað verður [...] vórðu samd um, nú kommunuvalið nærkast, at vit virða avgerðina í fyrstu syftu og halda fram í VEKS. Tað sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommuna, eftir at Vestmanna bygdaráð í síðstu viku [...] hóast tey virða avgerðina, so geva tey ikki upp. - Vit arbeiða víðari við málinum. Men støðan í løtuni er tann, at vit spurdu, um vit sluppu úr samstarvinum, men frá landsstýriskvinnuni hava vit fingið at
økjum - Vit eru komin so stutt enn, og tí er ógjørligt at siga, hvat fer at spyrjast burturúr. Samskifti millum partarnar er gott, men einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, sigur Jan Højgaard. [...] - Tað gongur heldur seint við sáttmálasamráðingunum, men nógv samskifti er millum feløgini. Tað sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, nú samráðingar um nýggjan sáttmála við Føroya Reiðarafelag [...] Hann vísir á, at fleiri fundir hava verið millum partarnar, og nógv hevur verið tosað. Tað gongur heldur seint, tó at tað gongur onkran veg, sum formaðurin tekur til. Jan Højgaard sigur, at hann sum formaður
Fullkomna KT-loysnin, sum Elektron bjóðar viðskiftafólkum sínum, er tann sonevnda CITRIX-skipanin. Skipanin er bygd upp soleiðis, at talan er um eina loysn, har ein fyritøka ella stovnur heilt kann sleppa [...] Umframt fyrimunirnar við minni íløgum í KT-útbúnað, er CITRIX-skipanin eisini ein loysn, sum ger tað ógvuliga fleksibult hjá fólki at arbeiða. - CITRIX er nevnliga soleiðis uppbygd, at tú kanst knýta teg [...] bæði vóna og vænta tey, at tað í framtíðini fara at verða enn fleiri føroyskar fyritøkur og stovnar, ið fara at gera gagn av skipanini. - Hetta er ein skipan, ið kann gera alt tað trupla og rakstrartunga
um, sigur, at teir vita einki meira um Sancy-málið enn tað, sum frættist úr Íslandi. - Tað, sum vit hava lisið ímillum reglurnar, er, at ikki er vist, at Sancy hevur brotið íslendsku fiskiveiðireglurnar [...] hvar skipið er, skal vera í lagi, men tað er ikki altíð, at skiparin veit, um skipanin gerst óvirkin. Elmar vísir á, at Fiskiveiðieftirlitið sær, um satelitt-skipanin umborð á føroyskum skipum er virkin, og [...] "strangt" tað er við satelitt-skipanini og um skip yvirhøvur kann vera til fiskiskap, um skipanin gerst í ólagi. - Tað er ikki soleiðis, at veiðiloyvi av sær sjálvum fellir burtur, um skipanin gerst óvirkin
mál Framsókn raðfestir hægst, er Poul Michelsen greiður. - Vit mugu geva fólkum persónligt frælsi at liva, sum tey ynskja. Harnæst mugu vit gera nakað við búskapin. Tað er týdningarmikið, at vit fáa ein [...] ein haldføran búskap aftur. Síðsta málið er tjóðskaparmálið. Vit mugu taka størri ábyrgd fyri okkum sjálvi, og vísa at vit eru sjálvbjargin. Seytjan valevnir stilla upp fyri Framsókn til komandi løgtingsval [...] løgtingsval, harav trettan teirra búgva í Havn. Tað metir formaðurin ikki sum eina forðan. - Vit hava ein modernaðan politikk, ið fólk kring landið kanska ikki eru so trygg við. Tey eru eitt sindur meira varin
heild væl nøgdur við tað eina stigi. - Ja, eg haldi, at vit mugu vera nøgdir. Sjálvt um vit hava møguleikar at avgera dystin, so kunnu vit í ringasta føri eisini tapa, so eitt stig er í lagi. Eg eri eisini [...] eisini nøgdur við innsatsin hjá leikarunum í dag. Verjan er góð, málverjin er góður, og vit kempa allar 60 minuttirnar. Vit hava tó ein trupulleika. Vit brenna ov illa. Vit hava fleiri opnar møguleikar at
hinum endanum, og tað er júst hetta, sum hendir til síðst. Gert ásannaði eisini, at byrðan gjørdist tung, tá Rógvi Weyhe fekk reytt kort. - Vit maglaðu tveir leikarar til dystin, so tað kom illa við, at [...] væl nøgdur við spælið. Hann metti, at royndirnar hjá vestmenningum sigraðu henda dagin. - Dysturin er sera javnur, og vit hava fleiri møguleikar at leggja okkum avgerandi fram um. Men vit brenna ov illa
Tað hevur verið ført fram, at Landssjúkrahúsið ikki hevur fingið møguleika at standa fyri teimum koronakanningum, sum verða gjørdar á flogvøllinum. Men hetta er ikki heilt satt sambært stjóranum á Lan [...] ikki fingið til uppgávu at byggja nakað testsentur upp, sigur Steinar Eirikstoft. Hann sigur, at tað er ikki tí, at sjúkrahúsverkið ikki hevur førleikar til at gera kanningarnar, men tí man vil fokusera