Á nógvum arbeiðsplássum eru KT-umstøðurnar, útgerðin og trupulleikar við eitt nú kervinum orsøk til nógv høvuðbrýggj, og mangan skulu fyritøkur brúka risastóra upphæddir fyri at fáa veitarar at fáa KT-viðurskiftini í rættlag. Stendur tað til KT-fyritøkuna Elektron fer hetta tó skjótt í søguna, tí fyritøkan bjóðar nú áhugaðum fyritøkum og stovnum eina fullkomna KT-loysn, ið ger, at Elektron tekur sær av øllum KT-viðurskiftum hjá kundanum.
Slepp undan stríðnum
Fullkomna KT-loysnin, sum Elektron bjóðar viðskiftafólkum sínum, er tann sonevnda CITRIX-skipanin. Skipanin er bygd upp soleiðis, at talan er um eina loysn, har ein fyritøka ella stovnur heilt kann sleppa undan at hava stórvegis av KT-útgerð í hølunum hjá sær. Tað einasta, ið fyritøkan hevur fyri neyðini at hava, eru nakrar arbeiðsstøðir. Harvið ber til hjá fyritøkum at sleppa undan øllum tí stríði, sum flestallir fyritøkur hava havt av KT-útbúnaði.
- Um tú keypir CITRIX-loysnina frá okkum, taka vit okkum av øllum tí vanliga viðvíkjandi viðlíkahaldi, trygd og uppgradering av forritum. Um nakrir tekniskir trupulleikar eru, so taka okkara fólk sær av hesum. Somuleiðis sleppur fyritøkan undan at hava kostnaðarmiklar ambætarar, har øll dáta og annað verða goymd, tí í sambandi við CITRIX-loysnina, kann alt goymast á ambætaranum hjá okkum, greiðir Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron frá.
Minkar um útreiðslurnar
Reint tekniskt merkir hetta, at starvsfólkini hjá eini fyritøku, ið er knýtt at CITRIX-skipanini, bert hava eina farteldu í part. Ikki er neyðugt at hava stór og tung forrit liggjandi á telduni sjálvari, tí hesi kunnu ístaðin goymast á ambætaranum hjá Elektron. Hetta ger sjálvsagt, at fyritøkur sleppa undan at gera risaíløgur í KT-útgerð, og samstundis er heldur ikki neyðugt at hava KT-fólk í starvi. Alt í alt kann tað merkja eina munandi sparing fyri fyritøkuna.
- Somuleiðis vita vit øll, at teldur og telduútbúnaður tekur nógv pláss úti í teimum einstøku fyritøkunum, og harumframt gevur hetta nógvan larm og hita frá sær. Hesum sleppur fyritøkan sjálvsagt undan, um hon velur CITRIX-loysnina, har vit goyma øll dáta, forrit og stýrisskipanir á ambætaranum hjá okkum, sigur stjórin á Elektron.
Mobilt arbeiðspláss
Umframt fyrimunirnar við minni íløgum í KT-útbúnað, er CITRIX-skipanin eisini ein loysn, sum ger tað ógvuliga fleksibult hjá fólki at arbeiða.
- CITRIX er nevnliga soleiðis uppbygd, at tú kanst knýta teg í skipanina uttan mun til hvar í heiminum, tú ert staddur, greiðir Niels Christian Nolsøe frá.
Hann leggur afturat, at tá ið eitt starvsfólk hjá fyritøkuni, sum er í CITRIX-skipanini, tendrar telduna hjá sær, fer persónliga goymslan av dáta hjá viðkomandi, ið verða goymd á ambætaranum hjá Elektron, í gongd, og brúkarin fær sín egna skíggja fram, sjálvt um hann ikki situr við sítt egna skrivaraborð.
- Men hóast henda mobilitet, so eru tíni dáta altíð trygg, tí tey verða krypteraði, og tað er bert tann einstaki brúkarin og eigarin av sjálvum dátunum, ið kann fáa fatur á teimum aftur, sigur Niels Christian Nolsøe.
Hann leggur afturat, at hóast øll dáta verða goymd í ambætaranum á Elektron, so ber ikki til hjá starvsfólkunum á KT-fyritøkuni á nakran hátt at fáa fatur á hesum dáta, tí tey eru tryggjaði, soleiðis at bert tann, ið eigur dátaini, hevur atgongd til tey.
Fleiri hava longu ognað sær CITRIX
Elektron hevur longu nú selt nøkrum fyritøkum CITRIX-skipanina, og tær afturmeldingar, ið Elektron fær, eru ógvuliga jaligar.
Men á Elektron bæði vóna og vænta tey, at tað í framtíðini fara at verða enn fleiri føroyskar fyritøkur og stovnar, ið fara at gera gagn av skipanini.
- Hetta er ein skipan, ið kann gera alt tað trupla og rakstrartunga KT-øki nógv lættari og bíligari, og tí eru vit á Elektron sannførd um, at fleiri og fleiri fyritøkur í Føroyum fara at nýta skipanina, sigur Niels Christian Nolsøe.
Eitt stig á leiðini at gera CITRIX-skipanini betur kenda her á landi verður at kunna um hana á KT-stevnuni í Norðurlandahúsinum hósdagin og fríggjadagin.