Sambært seinastu veljarakanningina, ið Fynd hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarpið, so endar Framsókn í eina lyklastøðu aftaná løgtingsvalið. Við fýra tinglimum kann flokkurin nærum velja og vraka millum samgongur, har tær mest uppløgdu eru ein fullveldissamgonga við Fólkaflokkinum og Tjóðveldi, ella at núverandi andstøða finnur saman, t.v.s. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn.
Formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen, vil ikki spekulera í veljarakanningum, men slær fast, at flokkurin ikki ynskir at útiloka nakran samstarvsmøguleika.
- Vit boykotta ongan flokk. Vit eru klárir til samstarv við allar flokkar, men vit hava nøkur ynskir, eins og vit vænta, at hinir flokkarnar hava síni ynskir.
Spurdur um hvørji trý mál Framsókn raðfestir hægst, er Poul Michelsen greiður.
- Vit mugu geva fólkum persónligt frælsi at liva, sum tey ynskja. Harnæst mugu vit gera nakað við búskapin. Tað er týdningarmikið, at vit fáa ein haldføran búskap aftur. Síðsta málið er tjóðskaparmálið. Vit mugu taka størri ábyrgd fyri okkum sjálvi, og vísa at vit eru sjálvbjargin.
Seytjan valevnir stilla upp fyri Framsókn til komandi løgtingsval, harav trettan teirra búgva í Havn. Tað metir formaðurin ikki sum eina forðan.
- Vit hava ein modernaðan politikk, ið fólk kring landið kanska ikki eru so trygg við. Tey eru eitt sindur meira varin við okkara politikki. Men okkara valevnir koma alla staðni frá. Vert er eisini at hava í huga, at fjøruti prosent av atkvøðunum hjá Framsókn til síðsta løgtingsval vóru uttanfyri Havnina.