- Tíverri slapp yngsti sonurin, daman hjá honum og bæði ommu-og abbabørnini her ikki við, tí tey fingu staðfest koronu, beint áðrenn vit skuldu fara til Hemsedal, sigur Anna Petra Winther.

- Vistu ikki um vit vóru keypt ella seld

- Korona gjørdi, at vit ikki kundu gleða okkum til skíðferð við allari familjuni, men her hevur verið fantastiskt, sigur Anna Petra Winther úr Hemsedal í Noregi.

- Tíverri slapp yngsti sonurin, daman hjá honum og bæði ommu-og abbabørnini her ikki við, tí tey fingu staðfest koronu, beint áðrenn vit skuldu fara til Hemsedal, sigur Anna Petra Winther.

Hjúnini, Anna Petra og Karlon Winther, hava síðan fyri jól verið saman við børnum, verbørnum og ommu-og abbabørnum á skíðferð í Hemsedal í Noregi, og her vóru tey eisini, tá tey søgdu 2021 farvæl og bjóðaðu 2022 vælkomnum.

 

- Nýggjársaftan fara vit fyrst at standa á skíð og sletu. Síðan fara vit at pynta okkum og gera góðan mat. Tað verður langtíðarstokt lambssteik, og versonurin, Kári, ger heimagjørt reyðkál. Omaná døgurðan verður ostakaka.

 

Tað segði Anna Petra Winther, tá vit høvdu samband við hana uppundir endan av vikuni.

 

- Her er fantastiskt. Um kvøldið gamlaárskvøld fara vit at hyggja, um kommunan, her vit eru, ger okkurt burtur úr við fýrverki. 

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2021?

 

- At eg eri flutt í hugnaligu smáttuna á Stykkjunum. Har er friður á jørð!

 

Og hvat er tað keðiligasta?

 

- Korona gjørdi, at vit ikki kundu gleða okkum til skíðferð við allari familjuni. Vit vistu snøgt sagt ikki, um vit skuldu fara. Vit vistu ikki, um vit vóru keypt ella seld.

 

Anna Petra Winther sigur, at hetta endaði við, at tey øll - ella næstan øll - fóru avstað sum ætlað.

 

- Vit bæði, maðurin og eg, saman við børnum, verbørnum og ommu-og abbabørnum, 26 fólk tilsamans. Tíverri slapp yngsti sonurin, daman hjá honum og bæði ommu-og abbabørnini her ikki við, tí tey fingu staðfest koronu, beint áðrenn vit skuldu fara.

 

##med2##

 

Hvørjar eru vónirnar fyri 2022?

 

- Hvørt ár vóni og ynski eg, at øll okkara fáa viðvind - at alt fer at gangast teimum væl, og at einglavakt er yvir teimum alt árið. Ynskið er sjálvsagt eisini, at heilsan hjá okkum øllum verður góð.

 

Anna Petra Winther sigur, at nýggjárslyftið - ella vónin - aftur í ár verður vektin, og at knøini gerast pínuleys.

 

 

- Tíverri slapp yngsti sonurin, daman hjá honum og bæði ommu-og abbabørnini her ikki við, tí tey fingu staðfest koronu, beint áðrenn vit skuldu fara til Hemsedal, sigur Anna Petra Winther.

Anna Petra Winther.