Tað hevur verið ført fram, at Landssjúkrahúsið ikki hevur fingið møguleika at standa fyri teimum koronakanningum, sum verða gjørdar á flogvøllinum. Men hetta er ikki heilt satt sambært stjóranum á Landssjúkrahúsinum, Steinar Eirikstoft.
- Vit hava fráboðað politiska myndugleikanum, at vit vilja brúka orkuna hjá okkum uppá sjúk fólk heldur enn at kanna frísk fólk á flogvøllinum. Vit hava heldur ikki fingið til uppgávu at byggja nakað testsentur upp, sigur Steinar Eirikstoft.
Hann sigur, at tað er ikki tí, at sjúkrahúsverkið ikki hevur førleikar til at gera kanningarnar, men tí man vil fokusera uppá sjúklingar heldur enn frísk fólk.
Les meira í Sosialinum, sum kemur í hvørt hús í morgin.