- Tað gongur heldur seint við sáttmálasamráðingunum, men nógv samskifti er millum feløgini.
Tað sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, nú samráðingar um nýggjan sáttmála við Føroya Reiðarafelag hava staðið upp á í eina rúma tíð.
- Vit eru mitt í eini samráðingarstøðu, og tí kann eg ikki siga so nógv um ítøkiligu gongdina higartil.
Hann vísir á, at fleiri fundir hava verið millum partarnar, og nógv hevur verið tosað. Tað gongur heldur seint, tó at tað gongur onkran veg, sum formaðurin tekur til.
Jan Højgaard sigur, at hann sum formaður í Føroya Fiskimannafelag og stjórin í Føroya Reiðarafelag, Herálvur Joensen, tosa nógv saman og eru í tøttum dialogi um, hvussu viðurskiftini kunnu loysast, soleiðis at partarnir kunnu nærkast einum nýggjum sáttmála.
- Jú, vit tosa væl saman, og eg haldi, at tað er rímiliga gott stev millum partarnar.
Spurdur, um Føroya Fiskimannafelag fer eftir prosentum ella eftir manningarviðurskiftum í síni heild í hesum samráðingunum, sigur formaðurin, at felagið arbeiðir á øllum økjum
- Vit eru komin so stutt enn, og tí er ógjørligt at siga, hvat fer at spyrjast burturúr. Samskifti millum partarnar er gott, men einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, sigur Jan Højgaard.