september til Noregs at síggja, hvussu frálandavinnan er bygd upp og virkar í dag. Tað er greitt, at soleiðis sum norðmenn hava bygt upp hesa vinnu, so hava vit helst nógv at læra av teimum. Norðmenn
stjórnin annars hevur tvíhildið um í nærum 20 ár. HERFYRI frættu vit, at stjórnin ætlar sær at liva upp til reglurnar í altjóða havrættarsáttmálnum undir ST, sum m.a. sigur, at tú kanst ikki brúka óbygdar [...] kjarnorkuverk. Tað sýnist sum at bretska stjórnin ætlar at vera rættiliga avgjørd, tá talan er um at rudda upp eftir sær í oljuvinnuni. VIT føroyingar eiga at fegnast um bretska útspælið, sum sjálvandi fer at fáa
TAÐ ljóðar heilt løgið, at løgmaður, Edmund Joensen, ikki nevndi, at ivi hevur tikið seg upp um ógegnið hjá formanninum og skrivaranum í bankakanningini, tá hann hevði fund við forsætisráðharran mánadagin
gransking í alternativum varandi orkukeldum. Tað er eisini tí vit á hesum stað fyri stuttum skutu upp, at Føroyar sum fyrsta landið setir í møguligar lisenstreytir, at ávís upphædd av samlaða vinninginum [...] seta fleiri pengar av til granskingina í alternativa orku,og tað er nettup hetta vit hava skotið upp kundi verið okkara føroyska íkast til tann globala orkupolitikkin. TALAN er um javnvág í hesum máli [...] at kunna tað - latið okkum so fara undir miðvísa oljuleiting og vóna, at vit finna hana og fáa hana upp til gagns fyri verandi og komandi ættarlið. Hetta má og skal ikki vera uppá treytirnar hjá ávísum
kappingar millum skúlaflokkar elva lærarum og næmingum at royna nakað nýtt og taka onnur spennandi evni upp í skúlaarbeiði og frálæru. Harafturat kann hetta víðka sjónarringin og gera tey ungu meira tilvitandi [...] eina nýggja náttúrulóg at loysa fleiri av hinum lógunum av er steðgað. Men tað eigur at verða tikið upp aftur, so vit fáa eina tíðarhóskandi náttúrulóg og eina veruliga náttúrufyrisiting.
ligu støðu okkara er ikki ein veikleiki,men ein styrki. Henda avgerð vísir, at flokkurin vil taka upp hetta evnið, sum annars er viðbrekið, tí í flokkinum eru bæði sambands- og sjálvstýrissinnað. FLOKKURIN [...] størri ábyrgd, at taka við størri avbjóðingum og vísa, at vit kunnu stýra í egnum landi. Nú stendur upp til allar miðflokkarnar í tjóðskaparspurninginum at vísa, at teir meina nakað við orðini um størri
púra greitt, at so við og við, sum umheimurin og har eisini hini norðurlondini, av álvara fær eyguni upp fyri tí stóra ríkidømi, sum júst Útnorður eigur og goymur, so fer pípan at fáa annað ljóð. Tað áhugverda
greiðari býti millum, hvat er landsuppgáva og hvat er kommunuuppgáva. Tí eigur greitt at verða sett upp, hvat ein kommuna fíggjarliga og umsitingarliga einsamøll til fulnar eigur at røkja í nærumhvørvinum
politisk semja tí neyðug. Okkara áheitan á allar politiskar flokkar er, at teir við opnum sinni taka upp hendan spurningin. Tað ber ikki til, at flokkar læsa seg fastar í eini støðu, sum er tikin út frá 50
í øllum heiminum. NÚ 20. ØLD er við at hvørva í tíðarinnar hav er tað ikki av leið at gera støðuna upp. Í høvuðsheitum hava tríggjar politiskar hugsjónir gjørt seg galdandi. Umframt javnaðarhugsjónina er