Ingun Hentze, sum kemur at práta við meg eftir framførðsluna av »Skattaoynni« í ovaru fimleikarhøllini í Kommunuskúlanum í Havn. Í dag hava tvær framførðslur verið, sum vara umleið hálvantriðja tíma hvør, [...] øllum, sum høvdu hug og sum gingu í framhaldsdeildini, at vera við í leikinum. Tá avtornaði, høvdu vit yvir 50 fólk við, so tað var ikki so galið, sigur Ingun. Seinast í august byrjaðu tey at venja. Tey [...] Ingun. Tvey hundrað fólk sleppa inn í senn, og tær umleið 10 sýningarnar eru longu fult bookaðar. Ein eykasýning verður, men so mugu leikararnir fara aftur í skúla. Ingun sigur, at tað merkist, at næmingarnir
John Petersen fyri seg, tá landsliðið í seinasta dystinum á árinum tapti 2-0 fyri Írlandi. Mest tungtvigandi orsøkin í øllum hesum var, at unnustan var sloppin á skúla í Viborg, og at John saman við soninum [...] mest um at fáa alt í familjuni at ganga upp í eina heild, so enn stendur arbeiði ikki á skránni í gerandisdegnum. Og tí eru heldur eingir trupulleikar við at venja fyrrapartar. - Í so máta livi eg sum [...] til Danmarkar, so skjótt sum landsliðsárið var av. Eftir dystin í Írlandi staðfesti hann, at tað so ikki fór at verða til meira fótbólt í ár. Eisini tí hann við seinasta dystinum fyri B36 var farin út um
heimið síðani stovnanina í 1932. Gaman í kemur felagið enn at eiga triðingin í Gundadalshøllini, so nakað av aktiviteti verður eisini har. Men tað er helst lítið at ivast í, at í talan við tíðini gerst um [...] nýtir hana. Tann møguleikan meta tey í Neistanum vera størri í Vesturbýnum, har at kalla eingir ítróttarhentleikar eru. Og sum støðan við hallartímum er í høvuðsstaðnum í dag, so verður tað helst ikki undir [...] arbeiðsmegi. Og einki er at ivast í, at limirnir í Neistanum eisini koma at fáa nakað aftur fyri arbeiðsmegina, um tað kemur hartil, at høllin skal byggjast. Verður roknað í lutfalli millum íðkandi limir og
men heilt fantastiskt at arbeiða saman við mest viðurkendu kokkunum í Norðurlondum. Leif Sørensen hevur arbeitt í fýra dagar út í eitt, tá Sosialurin fær orðið á hann eftir ráðstevnuna, og hann er móður [...] ikki himprast við at fari í holt við at gera norðurlendskar uppskriftir í sátt við norðurlendsku dogmurnar. Men enn hevur tað ikki eydnast Leif at finna nakað hóskandi høli í Havnini, og hann arbeiðir [...] hetta skal førast út í verki, er tað av stórum týdningi, at opinleiki er millum kokkarnar. - Eg upplivi ofta fordómar millum kokkarnar í Føroyum, sigur Leif. Hann heldur at kokkar í Føroyum eiga heldur
27.10. á Føroya Fólkahá-skúla, so haldi eg ikki, at svarið var nøktandi! Eg loyvi mær at ivast í, um tit yvirhøvur svaraðu mínum spurningi. Spurningurin var um, nær skúlin í Runa-vík verður liðugt bygdur [...] vildi so gjarna, at tit politikarar kundu svarað mær skjótast gjørligt, so eg veit nær vit kunnu byrja í skúlanum.
18, sum eisini er fyrsti sunnudagur í advent, skipar Vestmanna Kirkjukór saman við Vestmanna kirkju, fyri hugnaløtu við ókeypis ábiti í auluni í Vestmanna skúla. Í fleiri ár hevur Kirkjukórið skipað fyri [...] tiltakið hevur verið, hevur aulan í Vestmanna skúla verið meir enn full, og tí heita stigtakararnir á fólk um at møta stundusliga til hugnaløtuna. Tiltakið í Vestmanna skúla er ókeypis, men fólk kunnu eins [...] og nú sunnudagin endurtaka tey í Vestmanna so hetta tiltak. Á skránni verður røða, tónleikur, kórsangur, felagssangur og annað. Tað verður Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum fer at siga
Ikki færri enn 17 listamálarar arbeiddu í atelierinum hjá Ólavi í Beiti í Sørvági herfyri. Næmingarnir í sætta flokki fingu eitt tilboð frá Ólavi um at koma at mála hjá honum. Næmingarnir fingu hvør sítt [...] hugsa í hasar banarnar. Vit fara ofta túrar til Havnar, men Listaskálin er helst ikki tað fyrsta, ið vit koma at hugsa um, sigur hann og heldur fram, at kanska júst næmingarnir í sætta flokki í Sørvágs [...] Sørvágs skúla fara at tíma til eina rættiliga listaframsýning, nú tey hava fingið eitt sindur av innliti í, hvussu slíkt arbeiði verður gjørt. Nógv verður gjørt í ymsum skúlum kring landið, fyri at næmingarnir
mánakvøld kl. 21.00 í gomlu lærara íbúðini í Glyvra skúla. AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld kl. 19.00 og sunnudag kl. 16.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri [...] alkoholikarum er hvørt týskvøld kl. 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA í Vági AA fundir verða í Undirhúsinum onsdag og leygardag kl. 19.00. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu læknamiðstøðini á Tvøroyri eru [...] Síðsta sunnudag í mánaðinum er opin speakarafundur í Al-Anon, Tinghúsvegur 37. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla.
Í morgin, fyrsta sunnudag í advent, verður hátíðarhald í Hvalvíkar kirkju í samband við, at liðin eru 175 ár, síðani kirkjan varð bygd. Í hesum sambandi hevur kirkjuráðið sent húskjunum í Hvalvíkar kommunu [...] vit bert, at hon er bygd í 1700. Í 1722 verður fjórða kirkjan bygd. Nú kemur steðgur í kirkjubyggingina; ikki fyrr enn í 1789 verður fimta kirkjan bygd. Jørgen Landt, prestur í Kvívík (1791-1798), skrivar [...] Ikki fyrr enn í 1946 bragdaði, og tá bleiv ein prestur játtaður afturat við sæti í Hvalvík. Fyrsti prestur í Hvalvík, Kristian Osvald Viderø, varð innsettur í oktober 1947. Prestar við sæti í Hvalvík: Kristian
føroyafelagið í Týsklandi. Áhuga í føroyskum Eftir fyrsta túrin í Føroyum í 1988, gjørdist Detlef sera áhugaður í at frætta meiri um Før-oyar. Men tað var ikki bara sum at siga tað í Týsklandi. Tí gjørdist [...] at hann gjørdist limur. ? Í 1991 gjørdist eg skrivari í felagnum, og í 1997 gjørdist eg formaður, sigur hann. Í dag hevur felagið 107 limir í 7 londum. Eisini Landsbókasøvnini í Føroyum, Íslandi og Danmark [...] Hetta var í 1988. Ígjøgnum hansara mongu ferðir her, hevur Detlef síðani knýtt sterk vinarbond í Føroyum, eins og hann eldhugaður fylgir við í øllum sum fyriferst her. Eisini er hann formaður í einum fø