17 blaðungir listamálarar

6. flokkur í Sørvágs skúla hevði ein øðrvísi skúladag herfyri. Tey vitjaðu í atelierinum hjá Ólavi í Beiti, har tey sluppu at royna teirrra kynstur sum listamálarar

Ikki færri enn 17 listamálarar arbeiddu í atelierinum hjá Ólavi í Beiti í Sørvági herfyri. Næmingarnir í sætta flokki fingu eitt tilboð frá Ólavi um at koma at mála hjá honum. Næmingarnir fingu hvør sítt lørift, sum varð hongt upp á veggin, og so stóðu tey sum rættir listamálarar og málaðu hvør sín málning.
Summi komu rættiliga langt við teirra arbeiði, meðan onnur ikki blivu liðug, men ein fyrrapartur varð nýttur til hetta, og alt eydnaðist væl.
Flokslærarin Andras Henriksen sigur, at næmingarnir tóku væl undir við hesum, og tey vóru sera spent øll somul. Andras stúrdi kortini eitt sindur fyri, hvussu tað fór at verða. Um øll fóru at tíma, tí tað er ikki vist, at 17 næmingar tíma líka væl at mála. Men stúranin var púra óneyðug. Børnini hildu tað vera sera spennandi, og øll arbeiddu hugagóð.
? Spenningurin lýsti av teimum, og eg fekk eygleitt tey á ein heilt øðrvísi hátt, greiðir hann frá.

Frálíkt hugskot
Ólavur greiddi teimum eitt sindur frá arbeiðinum og legði teimum lag á í byrjanini, men síðani málaðu tey sjálvi.
Andras væntar, at tey, ið ikki blivu liðug, fara aftur.
? Hatta eydnaðist avbera væl, og eg vóni, at tey fara aftur, sigur hann. Atelierið hjá Ólavi liggur beint við síðuna av skúlanum í Sørvági, so tað fer at liggja væl fyri hjá teimum næmingunum, sum hava hug til tess, at fara at gera málningarnar lidnar.
Andras heldur sjálvur, at hugskotið at fara at mála hjá einum listamálara er frálíkt, og hann tók undir við tí beinanvegin.
? Tað er ikki so ofta, at vit hugsa í hasar banarnar. Vit fara ofta túrar til Havnar, men Listaskálin er helst ikki tað fyrsta, ið vit koma at hugsa um, sigur hann og heldur fram, at kanska júst næmingarnir í sætta flokki í Sørvágs skúla fara at tíma til eina rættiliga listaframsýning, nú tey hava fingið eitt sindur av innliti í, hvussu slíkt arbeiði verður gjørt.
Nógv verður gjørt í ymsum skúlum kring landið, fyri at næmingarnir skulu fáa øðrvísi skúladagar, og tað hevði sjálvandi borið til at hongt nøkur lørift upp í einari skúlastovu, men tað er ikki vist, at næmingarnir høvdu tímað so væl tá.
- Júst hetta at skifta dagligt umhvørvi og koma inn í ta røttu atmosfæruna at mála hevði uttan iva nógv at siga fyri tey, heldur Andras Henriksen.
Hvat børnini fara at gera við málningarnar, veit hann ikki, men summi av teimum, sum hann hevur spurt, hava sagt, at tey fara at geva foreldrunum málningin.