Ruberg Haraldsen
Viðvíkjandi fyrispurninginum sum eg, Ruborg Haraldsen, setti á pallborðs-fundinum mikukvøldið 27.10. á Føroya Fólkahá-skúla, so haldi eg ikki, at svarið var nøktandi! Eg loyvi mær at ivast í, um tit yvirhøvur svaraðu mínum spurningi. Spurningurin var um, nær skúlin í Runa-vík verður liðugt bygdur. Eg vildi so gjarna, at tit politikarar kundu svarað mær skjótast gjørligt, so eg veit nær vit kunnu byrja í skúlanum.