Fótbóltur
Eftir 57 dystir og átta mál fyri føroyska fótbóltslandsliðið, takkaði John Petersen fyri seg, tá landsliðið í seinasta dystinum á árinum tapti 2-0 fyri Írlandi.
Mest tungtvigandi orsøkin í øllum hesum var, at unnustan var sloppin á skúla í Viborg, og at John saman við soninum flutti til Danmarkar, so skjótt sum landsliðsárið var av.
Eftir dystin í Írlandi staðfesti hann, at tað so ikki fór at verða til meira fótbólt í ár. Eisini tí hann við seinasta dystinum fyri B36 var farin út um tað markið, sum ásetur, nær leikari seinast skal hava spælt, um hann skuldi knýtast til danskt felag undan ársskiftinum.
Beit merki í hagtølini
Men tú hevur so eina støðu, til ein nýggj er tikin, og hjá John Petersen gongur tann vegin, at talan er um nýggja støðu.
Niður komin til Viborg fann hann nevnliga út av, at ein kenningur hjá sær var venjari hjá Danmarks-seriu liðnum hjá Viborg.
- Eg spurdi so hann, um eg kundi venja við temum, og tað var gaman í.
- Tað var so bara eina viku, til teirra kapping fór í vetrarfrí, men eftirfylgjandi hevði Ove Christiansen, sum venur superliguliðið hjá felagnum, spurt seg fyri, um eg ikki hevði hug at venja við superliguliðnum.
Og tað var so ein møguleiki, sum John einki hevði ímóti at royna. Fyrstu tíðina ræður eisini mest um at fáa alt í familjuni at ganga upp í eina heild, so enn stendur arbeiði ikki á skránni í gerandisdegnum. Og tí eru heldur eingir trupulleikar við at venja fyrrapartar.
- Í so máta livi eg sum yrkisleikari í løtuni. Mær vantar bara pengarnar, heldur John skemtandi fyri.
Sum skilst, so kendi Ove Christiansn ikki nakað serligt til føroyska landsliðsleikaran, men onkursvegna var hann so komin fram til, at maðurin hevur leikt 57 ferðir á landsliðnum, og at hann við átta málum er millum teir mest skorandi føroyingarnar. Nakað sum hann helt vera vert at kanna nærri.
Ætlanin var eisini, at John skuldi verða við á eykaliðnum hjá Viborg, tá hesir skuldu spæla í Randers sunnudagin. Dystirnir hjá eykaliðnum eru ikki skrásettir, so tá hevði tað ikki talt, at John Petersen einki spæliloyvi hevur.
Kuldin í Danmark gjørdi so, at tann dysturin var av ongum sunnudagin, men møguliga verður talan um dyst mánakvøldið ístaðin.
Tekur tað róligt
Sjálvur tykist John tó taka nýkomna møguleikan sera róligt.
- Sjálvandi taki eg av, um eg brádliga fái boðið ein sáttmála, men tað er so ikki nakað, sum eg hugsi ítøkiliga um. Eg verði so ikki vónbrotin, um einki meira hendir.
Og so staðfestir hann eisini, at hóast alt skuldi gingið eftir vild í hesum sambandi, so er framvegis ikki víst, at hann aftur verður á føroyska landsliðnum.
- Har havi eg jú sagt, at eg eri givin. Viborg er eisini eitt felag, við upp ímóti 30 leikarum í superliguhópinum, so skuldi tað hent, at eg fái sáttmála, so er framvegis langt á mál, áðrenn eg fái góða dystarvenjing.
Men talan er kortini um venjing á høgum støði. Vigar hon ikki nakað?
- Sjálvandi. Eg merkti eisini alt fyri eitt, at eg havi ligið brakk í ein mánað ella so. Men hinvegin, so haldi eg ikki, at eg datt heilt burtur ímillum. So vit fáa at síggja, hvat tað heila endar við, staðfestir altso fyrrverandi landsliðsleikarin at enda.










