hildin í morgin. Talan er um tvørkirkjuligt tiltak, sum hildið verður fyrsta fríggjadag í mars á hvørjum ári. Í ár eru tað kvinnur úr Libanon í Miðeystri, sum skipa fyri og hava valt tema. Í ár er heitið á [...] fríggjadag í mars. Tá verða tað kvinnur úr Panama, sum fara at skipa fyri og seta altjóða heitið. Í Føroyum verður tað tá meinigheitin í Hoyvík, sum fer at standa fyri. [...] á tiltakinum »Halgi Andi - fyll okkum«, sigur franciskanarsystur Marisa, sum er ein teirra, ið stendur fyri føroyska partinum av tiltakinum. Hon sigur, at i Føroyum veðrur biðið í trimum ymiskum støðum
Nú skuldi verið lag á manni hjá børnunum, sum liggja á barnadeildini, og á teimum, sum verða innløgd í framtíðini. Mikudagin fekk barnadeildin nevniliga eina stóra gávu frá Kiwanis. Talan er um fýra sjónvørp [...] sjálvsagt um tíðina hjá børnunum, sum er innløgd, sigur Tove Thomsen, deildarsjúkrasystir á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum. ? Tey hava tó eisini onnur ítriv, sum tey kunnu tríva í, meðan tey eru her [...] ikki altíð, at tey orka at fara upp úr songini. Frammanundan var bara eitt sjónvarp á barnadeildini, sum ber til at rulla ímillum stovurnar, og sigur Tove Thomsen, at bíðirøðin var ofta long til at sleppa
børn. Ásbjørn, sum var bóndi á Viðareiði í fleiri ár, og sum nú býr í Klaksvík, Emma og Sverri, sum búgva í Havn. Eitt sereyðkenni fyri heim teirra var gestablídni, og mong eru tey, sum har hava sitið [...] Birta, sum hon vanliga verður nevnd, er ættað av Viðareiði. Foreldrini vóru Jóannes í Innistovu av Viðareiði, og mamman var Anna, ættað av Skælingi. Birta var elst av sjey systkjum, og hon fór tíðliga [...] sitið einkja í 34 ár. Hon hevur borið hetta still og tolin við treysti og styrki frá Harranum, ið hon sum ung lærdi at seta sítt álit á. Hóast høga aldurin hevur hon gott skil, minnist framúr væl, og hugnaligt
eins væl um garðin, og tí er hann ikki eins prýðiligur, sum hann skuldi verið. Tí hava tey tikið upp samstarv við 7. flokkarnar í Kommunuskúlanum, sum liggur í grannalagnum, um at fríðka Grasagarð. Eini 45 [...] gartnarum og listafólki, sum skuldu leggja teimum lag á. Børnini skuldu planta, lúka, rudda, mála og nógv annað. Eisini skulu tey hjálpa listafólki í sambandi við Listastevnuna, sum verður í summar. Á skránni [...] Tey eldru í Tilhaldinum í Havn eru sera glað fyri Grasagarð, sum er tann vakri bletturin miðskeiðis í býnum. Tey hava tó varnast, at øll ikki eru eins fegin um henda urtagarðin. Tað eru ikki øll, ið ganga
Amerikanska stjórnin vil ikki góðtaka, at amerikanarar, sum gera tænastu sum partur av ST-virksemi, skulu kunna dragast fyri nýggja altjóða revsirættin, sum verður skipaður í Haag tann 1. juli. Mikudagin legði [...] legði USA eitt uppskot fyri ST-trygdarráðið, sum sigur, at amerikanskir hermenn og aðrir amerikanarar, sum gera tænastu fyri ST, skulu ikki dragast fyri revsirættin. Stjórnin hjá George W. Bush, forseta [...] men hini limalondini í trygdarráðnum vórðu ikki kunnað um tað, fyrr enn tað varð lagt fram í gjár. Sum skilst hava hini 14 londini í trygdarráðnum lítlan hug at taka undir við amerikanska uppskotinum. 67
opin mánaðan út. Framsýningin umfatar alt, sum hevur við bæði gamla og eisini komandi veiðimentan í útbnorði at gera. Vit síggja ein eftirgjørdan grindahval, sum saman við øðrum djórum á framsýningini umboðar [...] eina grønlendska kajakk, sum umboðar tey amboð, hesi fólkini hava brúkt til at veiða sær djór til lívsins uppihald. Og vit síggja eins hátøknifrøðiliga íslendska flow linju, sum umboðar ta komandi veið [...] upp, soleiðis at tann vitjandi fær varhugan av at ferðast í umhvørvinum, sum hon skal vísa. Tað er listamaðurin Edward Fuglø, sum hevur staðið fyri tí partinum. Framsýningin komin í lag av einum útnorð
Pápin vakti síðani eitt par, sum búði í kjallaranum. Kvinnan, ið er 32 ára gomul, og maðurin, sum er 40 ára gamal, sluppu sær út við 11 ára gomlu dóttrini. Eigarin av húsunum, sum er bróðir pápan at dreingjunum [...] Tað, sum skuldi vera ein góð summarfrítíð í Føroyum, endaði í sorgarleiki. Teir báðir dreingirnir, sum lótu lív, vóru júst komnir heim til Føroya tveir dagar frammanundan vanlukkuni. Teir búðu í Odense [...] í løtuni húsini og orsøkin til eldin. Løgreglan er eisini farið undir avhoyringar av eygnavitnum, sum kanska kunnu vera við til at staðfesta orsøkina.
HVALAVEIÐA USA, sum í mong ár hevur gingið á odda í stríðnum ímóti hvalaveiði, legði brádliga á hin bógvin á fundinum hjá altjóða hvalaveiðinevndini IWC, sum er í Japan. Mikudagin skjeyt amerikanska s [...] viðgjørdi tað í gjár. Hvalaveiðitjóðir sum Noreg og Japan funnust at USA og løgdu landið undir at tosa við tveimum tungum. Norðmenn og japanar vístu á, at hvalasløgini, sum amerikanska uppskotið snúði seg um [...] eru í vanda fyri at verða útruddað, meðan tað hinvegin er nóg mikið til av sildreka, sum Noreg og Japan veiða, men sum USA er ímóti. Amerikanski sendinevndarformaðurin, Michael Tillman, legði hvalaveiðitjóðirnar
somikið góðan møguleika at koma heilt fram í oddin, sum teir hava sunnudagin, tá Skála kemur á vitjan. Seinnu árini hevur NSÍ ofta nærkast toppinum, men mest sum hvørja ferð møguleikin hevur verið at blandað [...] liðum, sum eltir oddaliðið úr HB, og móti stigaleysa Skála er heimaliðið stórur favorittur. Somikið stórur favorittur, at hóast teir mangan hava snávað, tá á stendur, so mugu runavíkingarnir metast sum risa [...] risa stórir favorittar sunnudagin. Eisini hóast talan er um grannauppgerð. Sum skilst, so eru mest sum allir mans tøkir hjá báðum liðum. Runavíkingar hava havt onkrar smærri skaðar at dragast við, men roknað
drúgvari frágreiðing, sum fregnartænastan hjá ísraelska herinum hevur skrivað, stendur, at avvarandi hjá palestinskum sjálvmorðsbumbumonnum fáa fíggjarligan stuðul frá einum felagsskapi, sum saudiarabiski i [...] fyri. Ísraelski ráðharrin Limor Levnat, sum hevur verið við í kanningararbeiðinum, sigur, at Saudiarabia noyðist at gera av, um landið skal teljast millum teirra, sum virka fyri friði og ímóti yvirgangi. [...] Ráðharrin segði, at ísraelska stjórnin roknar lond sum Jordan, Egyptaland og Marokko millum teirra, sum virka fyri friði, meðan Irak, Iran og Sýrialand teljast millum tey stríðshugaðu. Spurningurin er