Nú skuldi verið lag á manni hjá børnunum, sum liggja á barnadeildini, og á teimum, sum verða innløgd í framtíðini. Mikudagin fekk barnadeildin nevniliga eina stóra gávu frá Kiwanis. Talan er um fýra sjónvørp, fýra video, tvær playstation, fýra hoyritelefonir og boylar til at hanga sjónvørpini upp á.
? Hetta lættir sjálvsagt um tíðina hjá børnunum, sum er innløgd, sigur Tove Thomsen, deildarsjúkrasystir á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum.
? Tey hava tó eisini onnur ítriv, sum tey kunnu tríva í, meðan tey eru her, men tað er ikki altíð, at tey orka at fara upp úr songini.
Frammanundan var bara eitt sjónvarp á barnadeildini, sum ber til at rulla ímillum stovurnar, og sigur Tove Thomsen, at bíðirøðin var ofta long til at sleppa framat hesum sjónvarpi.
? Nú er eitt sjónvarp á hvørjari stovu, so nú skuldi verið nógv lættari hjá børnunum at sloppið framat, sigur Tove Thomsen, sum sjálvandi fegnast yvir stóru gávuna Kiwanis hevur latið barnadeildini.
Tíverri eydnaðist tað okkum ikki at fáa hendur á einum umboð fyri Kiwanis áðrenn blaðið fór til prentingar.