Tey fríðkaðu um Grasagarð

Týsdagin tóku tey eldru í Tilhaldinum saman við børnum í 7. flokki í Kommunuskúlanum stig til at fríðka um Grasagarð

Tey eldru í Tilhaldinum í Havn eru sera glað fyri Grasagarð, sum er tann vakri bletturin miðskeiðis í býnum. Tey hava tó varnast, at øll ikki eru eins fegin um henda urtagarðin. Tað eru ikki øll, ið ganga eins væl um garðin, og tí er hann ikki eins prýðiligur, sum hann skuldi verið.
Tí hava tey tikið upp samstarv við 7. flokkarnar í Kommunuskúlanum, sum liggur í grannalagnum, um at fríðka Grasagarð. Eini 45 børn ganga í 7. flokki í Kommunuskúlanum, og vónin er, at tey fara at síggja vakurleikan í Grasagarði.
Týsdagin fóru tey so til verka. Tey eldru í Tilhaldinum og børnini í 7. flokki saman við gartnarum og listafólki, sum skuldu leggja teimum lag á.
Børnini skuldu planta, lúka, rudda, mála og nógv annað. Eisini skulu tey hjálpa listafólki í sambandi við Listastevnuna, sum verður í summar. Á skránni var eisini hugni saman við teimum eldru, og tey fingu okkurt gott til matna.
Ætlanin er, at hetta skal gerast eitt afturvendandi tiltak, sum verður á hvørjum ári hjá børnunum í 7. flokki í Kommunuskúlanum.