Upprunafólk sleppa ikki at veiða hval

Onnur lond leggja USA undir at tosa við tveimum tungum, tá tað snýr seg um hvalaveiði.

HVALAVEIÐA

USA, sum í mong ár hevur gingið á odda í stríðnum ímóti hvalaveiði, legði brádliga á hin bógvin á fundinum hjá altjóða hvalaveiðinevndini IWC, sum er í Japan. Mikudagin skjeyt amerikanska sendinevndin up at loyva upprunafólkinum í Alaska, inuittunum, at veiða 56 hvalir, og at upprunafólk í Russlandi skuldu fáa loyvi at veiða fimm hvalir. Amerikansku umboðini hildu tað vera rímiligt, at upprunafólk fingu hesi rættindini.

Men uppskotið fall, tá IWC viðgjørdi tað í gjár.

Hvalaveiðitjóðir sum Noreg og Japan funnust at USA og løgdu landið undir at tosa við tveimum tungum. Norðmenn og japanar vístu á, at hvalasløgini, sum amerikanska uppskotið snúði seg um, eru í vanda fyri at verða útruddað, meðan tað hinvegin er nóg mikið til av sildreka, sum Noreg og Japan veiða, men sum USA er ímóti.

Amerikanski sendinevndarformaðurin, Michael Tillman, legði hvalaveiðitjóðirnar undir at hava atkvøtt ímóti upprunafólkinum fyri at hevna, at bannið ímóti hvalaveiði ikki verður sett úr gildi.

Serliga japanar ilskaðust um amerikanska uppskotið. Tað kemst av, at IWC týsdagin havnaði einari japanskari umsókn um at sleppa at veiða 50 sildrekar afturat.