dømi um hetta er eitt álit um skúlaskap í Tórshavn, har ein “skúlastýrisbólkur” í Tórshavnar kommunu akkurát hevur handa nakrar niðurstøður um framtíðarskúlaskap í Tórshavn. Um vit skulu trúgva portalinum [...] men, tað undrar meg at foreldur ókritiskt leggja upp til slíkt, í niðurstøðum til eitt tilmæli um skúlaskap í Tórshavnar kommunu. Vit hoyra í heilum um hvussu skúlin og skúla myndugleikin, ikki megnar sína [...] og fyri síðani at arbeiða við, at fremja nakrar veruligar broytingar í føroyska læruumhvørvinum. So eg vil mæla til at vit í Føroyum veruliga seta okkum niður, at finna góðar og haldbarar loysnir fyri framtíðar
fjølmiðlastøðuna í síni heild. Í tilgongdini at gera public service-sáttmálan hevur landsstýriskvinnan havt fundir við privatu miðlarnar, sum ynskja, at fyrilit verður havt fyri privata marknaðinum í størri mun [...] viðurskifti í Føroyum samanborið við onnur Norðurlond, ið gera tað neyðugt og skilagott at velja annan leist at veita Føroya fólki neyðugar public service-tænastur enn tann, sum er ásettur í kringvarpslógini [...] skal viðgera støðuna í føroyska miðlaheiminum. Landsstýriskvinnan sigur, at hon er fegin um, at Kringvarpið frá 1. januar 2011 hevur fingið ein public service-sáttmála at virka eftir, og nú er so ætlanin
Hjálpararbeiði Formaðurin í føroysku deildini hjá Reyða Krossi, Suni Winther, sigur, at nógv gongur fyri seg í løtuni kring um í Føroyum, og at nógv fólk hava víst áhuga fyri at stuðla tí arbeiði, sum [...] Kemur restin av upphæddini, sum landið stuðlar við, í dag, fer umleið ein miljón avstað í dag, segði Suni Winther, tá ið vit høvdu hann í telefonini í gjár. Nú og seinni Hann vísti á, at eins umráðandi [...] vanlukkuraktu økjunum í landsynningspartinum av Asiu. - Aftrat tí, sum Reyði Krossur ger ? við hjálp frá góðum fólki kring landið, fer Neyðhjálp Fólkakirkjunar at savna inn pening í kirkjunum, og Frelsu
speglini o.l. Tey sum kundu hugsa sær at vaska bilin uttan sápu í vetur kunnu venda sær til Tórhardu og Sámal Bláhamar, ið eru ENJO aðalumboð í Føroyum. Telefonnummari er 314353 ella 226603. [...] Ein stórur trupulleiki í fleiri londum eru tær leivdirnar, ið renna niður í kloakkir og grundarvatnið, tá bilar verða vaskaðir við sterkum vaskievnum. Sum fyritøka leggur ENJO alstóran dent á at verja [...] verja umhvørvið. Fyritøkan bleiv stovnað í Eysturríki av Johannes Engl, ið saman við pápa sínum hevur uppfunnið serstaka tægratilfarið, sum er kollveltandi kjarnin í reinsivørunum, teir framleiða. Teir hava
Síðani bústovnurin við Mýruveg í Klaksvík læt upp í januar, hava tey foreldur, hvørs børn ikki fingu innivist har, ikki fingið umlætting, sum hóskar børnum við autismu. Fólk við autismu hava brúk fyri s [...] lívi við so smáum broytingum í gerandisdegnum sum yvurhøvur gjørligt. Tí er umráðandi fyri tey at hava eitt umhvørvi, ið er lagað til júst teirra tørv. Fjálgalon varð í 1999 innrættað og lagað til børn [...] Tí gjørdu vit av, at leiga Dáanum húsini, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri. Í skránni fyri almenna býráðsfundin í seinastu viku, sæst, at avgjørt varð, at læknahúsini skuldu nýtast til heilsusystrarnar
avgerðirnir ikki eru honum til vildar. Føroya fólk er dómari í málinum um lásagøluna. Sjúrður Skaale skal hava púra rætt í tí, at lásagølan gjørdi Føroyum fyri skommum í grannalondunum, eins og lásagølan skaddi [...] álanevnd viðgjørt trætumálið um hølisviðurskiftini í Tinganesi út í æsir, og í tí sambandi sjálvsagt fingið útflýggjað neyðug skjøl og upplýsingar í málinum, umframt frágreiðingar frá høvuðspersónunum [...] hevði við sær, at CHE-samgongan endaliga fór í upploysn, leggur Sjúrður Skaale í blaðgrein við órøttum Føroya Løgting undir valdsmisnýtslu og ein meiriluta í Løgtingsins Landsstýrismálanevnd, og harvið
at vera komið sera væl fyri seg eftir hálvvánaligu fyrru helvtina av kappingini, og at árstalsfelagið í løtuni hevur besta álopið í Føroyum, er einki at taka seg aftur í. Leygardagin skutu Jákup á Borg [...] millum toppin og botnin í 1. deild var ongantíð so týðiligur sum í Sumba leygardagin, tá B36 vitjaði á Krossinum. B36 vann dystin 10-0, og menn vita ikki um størri sigur í 1. deild í »nýggjari tíð«. Samstundis [...] Samstundis vann KÍ eisini 10-0 á TB í Klaksvík, og hetta má sigast at vera bensin á bálið hjá teimum, sum ynskja at minka talið av liðum í 1. deild. Eftir at John Petersen í 8. minutti hevði fingið hol á móti
pengum skuldi Føroyar verða við í einum parti, umleið fimm milliónir krónur. Tað er stjórin í Ferðaráð Føroya, Guðrið Højgaard, ið hevur staðið fyri innsavningini í Føroyum, og higartil eru fingnir til vega [...] føddi drong, sum mest sannlíkt var kallaður upp eftir pápaupphavi sínum. Søgan um Frans í Gásadali er ikki niðurskrivað, men er gingin munn av munni millum fólk í Gásadali og Sørvági. Guðrið Højgaard, stjóri [...] Højgaard standa á konto í føroyskum peningastovni. Tað var Daniella Sandberg, ættað úr Sørvági, ið vísti filmsleikstjóranum, Richard Hobert á søguna um Frans í Gásadali. Søgan er í stuttum hon, at foreldrini
tekur støði í ST-grundreglunum fyri eldri í heiminum, samtyktar av ST í 1991. Yvirskipað snúgva grundreglurnar seg um sjálvræði, luttøku, umsorgan, sjálvsmenning og virðileika. Í februar í fjør handaði [...] politiski viljin hevur eftir øllum at døma ikki bilað. Hesi seinastu árini eru bygd fleiri prýðilig ellis- og røktarheim kring landið. Tíðliga í ár handaði ein arbeiðsbólkur landsstýriskvinnuni í almannamálum tilmæli [...] landsstýriskvinnu, heildarætlanina “Gloymsk, men ikki gloymd”, ið er ein framferðarætlan fyri demens í Føroyum. Sambært heimasíðuni hjá AMR er ætlanin at koma við einari serstakari eldralóg , sum skal áseta
tiltakinum, sum var í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Í fyrilestrinum kom norski søgufrøðingurin eisini inn á viðurskiftini, sum gjørdu, at donsku ognirnar í Norðuratlantshavi ikki vóru við í býtinum við svenska [...] hendi undan og eftir 17. mai 1814, og hevur latið úr hendi hópin av greinum og fakbókum um evnið. Í sambandi við 200 ára hátíðarhaldið fyri grundlógina, gevur norska Gyldendal-forlagið í mai út bókina hjá [...] nakað heilt annað fram. Teir siga, at oyggjarnar í Norðurhøvum als ikki hoyrdu til Noregs ríki, men vóru felags ogn hjá Noreg og Danmørk. – Einki er í søguligu keldunum, sum stuðlar danska uppáhaldið.