Helena Dam á Neystabø hevur nú sett fjølmiðlakommissjónina, sum skal viðgera støðuna í føroyska miðlaheiminum. Landsstýriskvinnan sigur, at hon er fegin um, at Kringvarpið frá 1. januar 2011 hevur fingið ein public service-sáttmála at virka eftir, og nú er so ætlanin at lýsa fjølmiðlastøðuna í síni heild.
Í tilgongdini at gera public service-sáttmálan hevur landsstýriskvinnan havt fundir við privatu miðlarnar, sum ynskja, at fyrilit verður havt fyri privata marknaðinum í størri mun enn við verandi miðlasemju. Landsstýriskvinnan ynskir, at kannað verður, hvørji tiltøk kunnu bøta um støðuna á fjølmiðlamarknaðinum, so tryggjað verður, at vit hava eitt breitt útboð av fjølmiðlatænastum til gagns fyri land og fólk.
Fjølmiðlakommissjónin skal viðgera hesar spurningar:
? Skal kringvarpsbygnaðurin vera sum hann er, ella eru aðrir møguleikar, sum betri stuðla upp undir Kringvarpið sum mentanarbera og public service-stovn. Skal Kringvarpið t.d. umskipast til eitt alment partafelag e.l.?
? Hvussu kann Kringvarpið fíggjast í framtíðini, samstundis sum vit á bestan hátt tryggja, at eitt úrval av privatum fjølmiðlum (bløð, portalar og sendistøðir) kunnu virka og halda ásetingar um góðan fjølmiðlasið?
? Eru tað viðurskifti í Føroyum samanborið við onnur Norðurlond, ið gera tað neyðugt og skilagott at velja annan leist at veita Føroya fólki neyðugar public service-tænastur enn tann, sum er ásettur í kringvarpslógini og í public service-sáttmálanum?
Landsstýriskvinnan hevur valt hesi í fjølmiðlakommissjónina:
Martin Næs, deildarstjóri, formaður
Høgni Reistrup, cand. mag., skrivari
Katrin D. Apol, cand. mag
Enna G. Mikkelsen, cand. mag., tíðindakvinna
Sigmund Poulsen, advokatur
Ina Hyttel Hammershaimb, cand. oecon.
Alda Joensen, fulltrúi, samskipari
Landsstýrikvinnan ynskir at fáa eitt álit við tilmæli um, hvussu víðari skal farast fram, tá ið tað snýr seg um føroyskan fjølmiðlapolitikk. Eitt álit, sum kann leggjast fyri politiska myndugleikan til nærri viðgerðar.
Fjølmiðlakommissjónin skal skipa fyri, at avvarðandi fyritøkur, stovnar og feløg, ið onkursvegna varða av ella arbeiða í miðlaheiminum, verða hoyrd og fáa møguleikar at føra síni sjónarmið fram fyri fjølmiðlakommissjónina.
Ætlanin er, at fjølmiðlakommissjónin skal verða liðug við sítt arbeiði á ólavsøku í 2011.










