Hjálpararbeiði
Formaðurin í føroysku deildini hjá Reyða Krossi, Suni Winther, sigur, at nógv gongur fyri seg í løtuni kring um í Føroyum, og at nógv fólk hava víst áhuga fyri at stuðla tí arbeiði, sum Reyði Krossur ger til tess at hjálpa vanlukkuraktu økjunum í landsynningspartinum av Asiu.
- Aftrat tí, sum Reyði Krossur ger ? við hjálp frá góðum fólki kring landið, fer Neyðhjálp Fólkakirkjunar at savna inn pening í kirkjunum, og Frelsunarherurin hevur eisini fingið áheitan úr London um at royna at savna inn pening inn til hjálpararbeiði.
Suni Winther sigur, at feløg hava stovnað kontoir, og nógv privatfólk hava sett pening á konto til arbeiðið.
Innsavning
Formaðurin í føroysku deildini hjá Reyða Krossi sigur, at nú verður miðjað eftir at hava eina landsinnsavning komandi leygardag, og her hava nógv feløg og felagsskapir boðið sær á ymiskan hátt at hjálpa til við samskiping og innsavning.
- Sunnudagin komandi er so eisini ætlanin at hava eina konsert í Út og SvF, sum Teitur Lassen og Gissur Patursson skipa fyri, sigur hann.
1 miljón til tjøld
Suni Winther sigur, at tá ið slíkar ræðuligar vanlukkur henda, er umráðandi, at fyrsta hjálpin kemur skjótt.
- Vit hava brúkt eina miljón til hetta arbeiði, tá ið vit rindaðu tjøldini, sum send vórðu avstað við tí eini lastini, sum fór 30. desember.
Hann sigur, at føroyska deildin hjá Reyða Krossi hevur fingið tær fyrstu 300.000 krónurnar, sum landið letur, umframt 100.000 krónur frá Skótahjálpini.
- Kemur restin av upphæddini, sum landið stuðlar við, í dag, fer umleið ein miljón avstað í dag, segði Suni Winther, tá ið vit høvdu hann í telefonini í gjár.
Nú og seinni
Hann vísti á, at eins umráðandi, sum tað er at senda fyrstu hjálpina beinanvegin til kreppuraktu økini ? líka so umráðandi er tað, at ein partur av hjálpini verður ógvuliga væl umhugsaður.
- Tá er møguleikin bestur fyri, at hjálpin kemur, har tørvurin er størstur, sigur hann.