Jógvan Philbrow, Næstformaður, Føroya Pedagogfelag
----
Vanliga er tað almenna , sum “gloymir”, at taka fakfeløg ella onnur inn í viðgerðina, tá tilmæli um bygnaðarbroytingar og líknandi skulu gerast. Og skapar hetta óneyðugt órógv í samfelagnum og millum “tey sum skulu útinna arbeiði”.
Nýggjasta dømi um hetta er eitt álit um skúlaskap í Tórshavn, har ein “skúlastýrisbólkur” í Tórshavnar kommunu akkurát hevur handa nakrar niðurstøður um framtíðarskúlaskap í Tórshavn. Um vit skulu trúgva portalinum hava tey onkrar niðurstøður um at lækka skúlaaldurin, ella stovna forskúlar, niðurstøður um hvussu frítíðarskúlaparturin er skipaður ella lagdur. Tað kann vera, at onkrar av niðurstøðunum kunnu brúkast – men, haldi tó, at tað er sera undarligt at síggja niðurstøður av slíkum slag, uttan at nakar námsfrøðingur hevur verið við.
Tað kann eisini vera, at eg leypi framav og at hetta ikki eru so væl gjøgnum hugsaðar niðurstøður, men eg kenni meg noyddan at koma við einari viðmerking.
Tankar um forskúlar og/ella lækking av skúlaaldrinum eru ikki so nýggjar – men, tað undrar meg at foreldur ókritiskt leggja upp til slíkt, í niðurstøðum til eitt tilmæli um skúlaskap í Tórshavnar kommunu. Vit hoyra í heilum um hvussu skúlin og skúla myndugleikin, ikki megnar sína uppgávu, og so vilja foreldur hava at børnini fáa “meira” av tí sama?
Nei, heldur áttu vit, í felag, at sett okkum saman, foreldur, námsfrøðingar, lærarar, serfrøðingar, myndugleikar og onnur, sum hava við menning av menniskjum at gera, og hugt eftir hvussu vit kunnu skapa eitt betri læruumhvørvi fyri øll. Har samanhangur og dygd eru frá vøggustovu fram til fróðskaparsetur.
Nøkur privat fólk skipaðu einaferð fyri einum degi, sum eg meini bleiv kallaður “Fólkaskúlin um 20 ár”, hetta var eitt sera spennandi átak, og eiga fleiri slíkir evnisdagar verða skipaðir, soleiðis at vit veruliga fáa ment nakrar tankar og fyri síðani at arbeiða við, at fremja nakrar veruligar broytingar í føroyska læruumhvørvinum.
So eg vil mæla til at vit í Føroyum veruliga seta okkum niður, at finna góðar og haldbarar loysnir fyri framtíðar skúlaskapin. Enn hava vit møguleikan, at gera okkurt nýskapandi.