Sigrún Mohr
---
Seinastu tíðina hevur eldraøkið verið nógv frammi alment, og tíverri hevur tað ikki verið fyri tað góða.
Ikki tí, tann politiski viljin hevur eftir øllum at døma ikki bilað. Hesi seinastu árini eru bygd fleiri prýðilig ellis- og røktarheim kring landið.
Tíðliga í ár handaði ein arbeiðsbólkur landsstýriskvinnuni í almannamálum tilmæli um eldrapolitikk við heitinum: “Trivnaður, tryggleiki og lívsgóðska.
Eldrapolitikkurin tekur støði í ST-grundreglunum fyri eldri í heiminum, samtyktar av ST í 1991. Yvirskipað snúgva grundreglurnar seg um sjálvræði, luttøku, umsorgan, sjálvsmenning og virðileika.
Í februar í fjør handaði ein annar arbeiðsbólkur Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, heildarætlanina “Gloymsk, men ikki gloymd”, ið er ein framferðarætlan fyri demens í Føroyum.
Sambært heimasíðuni hjá AMR er ætlanin at koma við einari serstakari eldralóg , sum skal áseta, hvørji rættindi eldri borgarar hava, og hvørjar skyldur avvarðandi myndugleikar hava mótvegis borgarunum.
Alt gott um hetta, men tað manglar handling aftan fyri hesi væl úr hondum greiddu álit. Tað er í mínum eygum lítið sømiligt fyri okkara gomlu, ið hava hjálp fyri neyðini.
Eitt úrslit av øllum hesum er, at fólk nú hava tikið seg saman og hava stovnað felagið Eldramálið við tí endamáli m.a. at kanna, um tørvur er á eini eldravernd. Út frá tí, vit hoyrdu avvarðandi o.o. greiða frá hetta kvøldið, felagið varð stovnað, so er avgjørt tørvur á henni
Eg havi hug at spyrja, hvat vit skulu hava allar hesar føgru bústovnarnar til, tá ið vit ikki hava ráð at samsýna starvsfólki, so tey hava góðar arbeiðsumstøður og harvið megna at fylla gerandisdagin við innihaldi, fyri at lívskvøldið hjá teimum gomlu fær innihald við meining í?
Tað er eitt fátækt samfelag, ið ikki hevur ráð til at lata gomlum og óhjálpnum fólki ta tænastu, teimum tørvar.
Um vit bara lata standa til ella koma við lappaloysnum, er tað tað sama, sum at skumpa avbjóðingina/truppulleikan framman fyri okkum. Tað er tí av alstórum týðningi, at avvarðandi myndugleikar saman við fakfólki seta seg saman at loysa knútin.
Kanska treingir eldraøkið til eitt siðaskifti?










