stýrisskipanarlóg er eitt slag av fløkju komin í. Hettar hevur í rættarmálum havt sum avleiðing, at dómstólarnir í dómum, eftir at stýrisskipanarlógin varð sett í gildi, sitera bæði grundlógina og stýrissk [...] fyri enn ímóti .”. Henda áseting er greitt í stríð við § 26 í stýrisskipanarlógini. Skal fólkið hava lóggávuvald? Í almennu framløguni sigur løgmaður, at í Føroyum ræður fólkið: ”Fólkið er omanfyri løgting [...] Inngangur og grein 1 í stríð við donsku grundlógina Eftir okkara metan er grein 1 í uppskotinum klárt í stríð við grundlógina og heimastýrislógina. Hettar varð eisini staðfest av umsitingini í Løgtinginum, tá
hon stuðlar teimum. Men krúnprinsaparið hava jú verið gift í 20 í mia. So tey vita væl, hvat bíðar teimum, sigur blaðstjórin. Higartil hevur tað í danska kongshúsini verið siður, at trónuskiftið ikki verður [...] teimum spurdu í kanningini siga, at tey stuðla monarkinum í Danmark. Sambært Annemetta Krakau hevur drotningin ið avgerð síni um at leggja frá sær sloppið krúnprinsaparinum undan at verið í eini bíðistøðu [...] var 73 ár – tá Elizabeth drotning doyði í 2022, 96 ára gomul. Hann varð harvið tann longst sitandi trúnarvingur í bretsku søguni. Kanningin frá Voxmeter er gjørt í tíðarskeiðnum frá 2. januar 2024 til 5
um, men av tí at ta_ er eitt sindur ullint um Javna_arflokkurin í tí longra endanum fer at vera fyri ella í móti loysing, so velja fólk heldur Sambandsflokkin til hetta vali_. Tjó_veldisflokkurin fær eisini [...] - At vera prestur og aktivur í politikki hóska ikki saman, sigur Hans Eiler Hammer. Hann sigur, at ein sum prestur skal vera uttanvelta_ur, og blandar ein seg so upp í politikk er ta_ torført at vera [...] Eiler sigur, at nógv gylt lyfti ver_a givin í einum valstrí_i, sum ikki ver_a hildin. Og, óansæ_, so fegin ein vil, so kemur tú eina fer_ fyrr ella seinni, í eina ella a_ra stø_u har tú ert so pressa_ur
phd í góðsku í fiski í síni heild. Áður hevur hon arbeitt í Danmark og USA, og hon hevur øll árini síðan hon varð liðug við sína útbúgving í 1999 arbeitt við góðsku í fiski. Hon hevur skrivstovu í Gøtu [...] hjá Luna í Sørvági. Gaping er kent Durita fekk tveir mánaðir at gera umbidnu kanningina í, og tað fyrsta hon gjørdi, var at seta seg í samband við tey fimm laksakryvjivirkini, vit hava í Føroyum . Hon varð [...] støðum – og líka sum hol koma í fløkini. - Hetta er als ikki nakað serstakt føroyskt fyribrigdi. Gaping er líka so væl kent í laksaframleiðslu aðrastaðni sum í Føroyum. Feskleikin í laksi Granskarin sigur, at
Verri mundi gingist í London. Arbeiðið at ríva niður var byrjað í smáum, men so blivu ætlanir um at umbyggja gamla elverkið á Bankside lagdar, og í 1994 blivu tær settar í verk. Í dag kenna vit hetta húsið [...] er uppstaðið í útjaðaranum. Tískil er hetta ikki beinleiðis økismenning, men tó kann tað saktans enda við at gerast mennandi fyri hendan partin av Føroyum í framtíðini. Tí fara ávís fólk, ið ikki taka [...] hon hevur fylt meira í býartosinum enn vanligt. Henda syrgiliga sjón í gerandisdegnum hevur gjørt fólk hugtung, tí í einum landi við eini lítlari fíggjarlóg er ringt at rættvísgera eina dýra umvæling av
list, men tað verður upp til skúlarnar sjálvar. Vit fara í øllum førum at tryggja, at góðskan á listaverkunum, tey fáa bjóðað, er í lagi, sigur hon. Í nevndini, ið velur út listaverkini, sita umboð fyri [...] hon skúlasýningina av leikinum Skiftingen í Norðurlandahúsinum fyrr í vikuni. Hóast leikurin var á rættiliga høgum støði, ivaðust skúlabørnini neyvan nakrantíð í, hvat gekk fyri seg á pallinum. Úrvalslist [...] ina sum skjótast. Í august 2010 verða samstarvsavtalan og verkætlanin endaliga eftirmettar, fyri at meta um, hvørt Listaleypurin skal halda fram eftir sama ella nýggjum leisti eftir 31. desember 2010.
hevur verið nokk so nógv fólk, tá hugsað verður um, at Jens Christian hevur verið heilt ókendur í Føroyum. Hann hevði verið burtur alt sítt vaksna lív og hevði bert verið í Føroyum fáar mánaðir, tá ið hann [...] Djurhuus, ið yvirtók hotellið eftir farbróður sín. Men teimum var ikki lagað at liva leingi saman. Hann var illa nívdur av sjúku, og hann doyði fá ár eftir giftuna. Hon stóð nú eftir við trimum smábørnum [...] Dia á Vertshúsinum, kendur skipari og Essemi, sum øll búðu í Havn Ervi í 1920 Tað er neyvan nógv vitað um gerandisdagin á hotellinum. Men í búgnum hjá Jens Christian Djurhuus, pápabeiggja Christian Edvard
sendu fleiri fólk fram í álopspartin í vónini at fáa enn eitt mál, so blivu mótálopini hjá NSÍ alsamt meira nærgangandi. Miðskeiðis í seinra hálvleiki økti Klæmint A. Olsen til 4-1, eftir ivasamt verjuspæl [...] nærmasti kappingarneyti í FM stríðnum hevur tað trupult, so er ongin slingur í valsinum hjá runavíkingum, sum kundu fara yvir um aftur Skopunarfjørð við einum sannførandi 6-1 sigri í skjáttuni. Sum úrslitið [...] trupulleikum. Serliga vóru manglar at síggja í verjupartinum, og hevur tað neiliga ávirkan á liðavrikinum. Samanumtikið so var sigurin hjá runavíkingum ongantíð í vanda, tí B71 hevði ikki evnini at hótta
vali eftir samstarv við Fólkaflokkin. Á valinum í 1978 stóð tingmannatalið tó í stað, í 1980 misti flokkurin ein tingmann, í 1994 misti hann fimm tingfólk, í 2008 stóð tingmannatalið í stað, og í 2011 [...] Boykottið hjá Javnaðarflokkinum mótvegis Fólkaflokkinum snýr seg bara um at fara í samgongu. Hesir báðir flokkar hava samstarvað í fimm samgongum. Tann fyrsta var frá 1975-79, tann næsta frá 1979-81, tann [...] verður, og sum ikki er liðugur nú í skrivandi stund. Nógv er, sum bendir á, at ein semja er komin undir land. Ein semja, sum bæði andstøða og samgonga kunnu liva við. Eftir at Kári P. Højgaard koyrdi alt
Hetta er eitt av evnunum, sum verður tikið fram, tá Heimamissións-fólk úr øllum landinum seta hvørjum øðrum stevnu enn einaferð í leguhúsinum í Nesvík døgunum 28. til 30. apríl.Sum ein part av skránni verður [...] ymiskar arbeiðsgreinir í hesi stóru rørsluni. Og í hesum kemur eisini spurningurin um ta fíggjarligu síðuna.Seinnapartin leygardag verður soleiðis høvið at hitta fíggjarleiðaran í Heimamissiónini, Jørmund [...] skipa fyri. Eftir hetta verða formansgreiðing við Bergi D. Joensen og síðani fíggjarfrágreiðing frá fíggjarleiðaranum Jørmundi Foldbo. Eftir døgurða verður orðaskifti í bólkum. Hetta er nakað nýtt, sum