Alivinna
Á aliráðstevnuni á Hotel Føroyum fríggjadagin, sum Føroya Havbúnaðarfelag og Vinnuhúsið skipaðu fyri, legði Durita Nielsen, granskari hjá Luna, fram eina áhugaverda kanning um góðskuna í føroyskum alilaksi.
Tað er Føroya Havbúnaðarfelag, sum hevði biðið Duritu gera hesa kanning, ið eitt nú skuldi vísa føroysku støðuna við tí, sum á fremmandum máli verður rópt “gaping”.
Vit tosa um “gaping” í laksaflaki, tá fløkini skrædna og holur koma ymsastaðni í flakið.
Durita, sum tað mesta av einum ári hevur starvast hjá alifelagnum Luna í Gøtu og Sørvági sum granskari, er útbúgvin matvørufrøðingur, og hevur tikið phd í góðsku í fiski í síni heild. Áður hevur hon arbeitt í Danmark og USA, og hon hevur øll árini síðan hon varð liðug við sína útbúgving í 1999 arbeitt við góðsku í fiski.
Hon hevur skrivstovu í Gøtu, men arbeiðir eisini á kryvjivirkinum hjá Luna í Sørvági.
Gaping er kent
Durita fekk tveir mánaðir at gera umbidnu kanningina í, og tað fyrsta hon gjørdi, var at seta seg í samband við tey fimm laksakryvjivirkini, vit hava í Føroyum .
Hon varð væl móttikin á øllum virkjunum, sum vístu sín áhuga í hesum arbeiði, og eitt av hesum virkjum vitjaði hon tvær ferðir. Tað er nevniliga soleiðis, at okkurt virki kryvir laks frá meira enn einum veitara.
- Vit hava so ógvuliga lítið av upplýsingum í Føroyum, sum eru savnaðir í eina heild. Hvørt virki liggur inn við sínum royndum, og tað er ikki altíð, at hugt verður eftir tí sama – á ymisku virkjunum. Skulu vit kjakast um dygdina á føroyskum laksi, mugu vit fyrst vita, hvat vit kjakast um. Neyðugt er soleiðis, at vit tosa sama mál.
Í hesum føri kannaði granskarin laksafløkini, eftir at tey høvdu verið ígjøgnum alla framleiðsluna, men áðrenn tey fóru til pakkingar.
Durita, ið sum so ikki hugdi at sjálvari framleiðslugongdini, sigur, at tað, sum henda kanning skuldi vísa, var góðskuna í føroyskum laksi, soleiðis sum hon er.
Ein stórur partur av framløguni hjá granskaranum snúði seg um fyribrigdi, sum á fremmandum máli verður rópt “gaping”. Hetta er, tá laksafløkini skrædna í støðum – og líka sum hol koma í fløkini.
- Hetta er als ikki nakað serstakt føroyskt fyribrigdi. Gaping er líka so væl kent í laksaframleiðslu aðrastaðni sum í Føroyum.
Feskleikin í laksi
Granskarin sigur, at munurin á gaping í laksafløkum millum ymisku kryvjivirkini var ikki serliga stórur.
- Tað vóru eingi virki, sum høvdu serliga nógva gaping, men tað var heldur einki virki, sum ikki hevði gaping í sínum fløkum.
Durita sigur, at hennara kanningar vístu, at føroyskur laksur góður, og at gaping ikki er eitt barometur fyri, hvussu feskleikin í laksaflakinum er.
- Tað hevur verið hildið, at strongd undir eitt nú sláturi er ein høvuðsorsøkin til gaping í flaki, men eg haldi ikki, at so er.
Granskarin vísir á, at eingin endalig frágreiðing er um, hví gaping kemur í fløk, men hon heldur, at vøksturin hevur sín týdning.
- Tað er mín ábending, at vit síggja mest til gaping, tá laksurin veksur skjótast. Hví so er, dugi eg ikki at siga við vissu.
Táknulitur
Tá Durita kannaði viðurskiftini við gaping, hugdi hon eisini at feskleikanum í laksaflaki.
- Keyparar hava hongt seg í táknulitin – at reyði liturin í táknunum kanska er eitt barometur um feskleika. Men mínar kanningar vístu týðuliga, at sjálvur táknuliturin als einki hevur við feskleikan at gera.
Durita sigur, at kanningin eisini vísir, at føroyskir laksaframleiðarar blóðga fiskin væl.
- Tá fiskurin verður væl blóðgaður, gerst táknuliturin bleikari. Nógvir keyparar av heilum laksi hyggja fyrst at táknunum og dáma best, at táknurnar eru reyðar. Tað er tí uppgávan hjá okkara seljarum at sannføra keyparar um, at táknuliturin als einki hevur við feskleikan at gera.
Hon sigur, at tað heldur er so, at reyðar táknur merkja, at fiskurin ikki er so væl útbløddur, sum okkara fiskur er.
- Niðurstøðan er, at sjálvt um táknurnar á feskum laksi eru bleikar, eru fløkini púrasta í lagi. Vit hava nú tøl, sum siga hetta, og tí kunnu seljarar eisini brúka hetta yvirfyri sínum keyparum.
Vit mugu læra
Durita Nielsen sigur, at føroyski laksurin er sera góður.
- Vit føroyingar hava kanska lyndi til at hanga okkum í tey ting, sum vit halda ikki eru nóg góð heldur enn í størri mun at vísa á okkara dygdir og góðu vøru. Vit duga kanska ikki líka væl at “reypa”, sum eitt nú norðmenn duga, leggur hon aftrat.
Nú hava vit so prógvini um, at føroyskur laksur er sera góður, vit hava ikki meira gaping enn aðrir, og bleiki táknuliturin sigur einki um feskleikan í fiskinum.
- Alt kann gerast betri, men vit í Føroyum hava sera góðar umstøður til at framleiða, virka og selja bestu vøruna til okkara keyparar. Fundamentið er í lagi. Vit hava góð kryvjivirkir, og vit hava dugnalig fólk, sum standa aftanfyri – og eru í framleiðsluni – á hesum virkjum.
Durita sigur, at enn er ikki greitt, um kanningarnar hjá henni verða tiknar uppaftur til heystar, soleiðis at tær kunnu gerast tvær ymiskar tíðir av árinum.
- Vit síggja sjáldan góðskutrupulleikar um veturin. Tað er mest um summarið og fyrst á heystinum, tá laksurin veksur skjótt, at størri vandi kann vera við góðskuni, leggur granskarin aftrat.
Durita Nielsen heldur, at útlitini í føroysku alivinnuni er góð, og hon heldur avgjørt, at okkara alivinna gongur eini spennandi tíð á møti.