Runavíkingar á FM kós

Runavíkingar halda beina kós móti FM heitinum. Sunnudagin vitjaðu teir á Sandoynni, og vunnu teir ein sannførandi 6-1 sigur á B71, sum annan dystin á rað máttu leggja rygg til eitt stórtap

Meðan nærmasti kappingarneyti í FM stríðnum hevur tað trupult, so er ongin slingur í valsinum hjá runavíkingum, sum kundu fara yvir um aftur Skopunarfjørð við einum sannførandi 6-1 sigri í skjáttuni.
Sum úrslitið gevur ábendingar um, so var klassamunur á liðunum. Runavíkingar vóru uppsettir frá dystarbyrjan, og vóru spælstýrandi so at siga allan dystin, meðan sandoyingar als ikki megnaðu at geva sterka NSÍ liðnum kvalifiseraða mótstøðu.
Meðan tað gongur sum eftir ánni hjá runavíkingum, so er ørvísi hjá sandoyingum. Tapið móti NSÍ var annað stórtapið á rað,og málmunurin síðstu tveir dystirnar, sum er 1-14, ber boð um eitt B71 lið við stórum trupulleikum. Serliga vóru manglar at síggja í verjupartinum, og hevur tað neiliga ávirkan á liðavrikinum.
Samanumtikið so var sigurin hjá runavíkingum ongantíð í vanda, tí B71 hevði ikki evnini at hótta runavíkingar, og um heilt illa vildi til, kundi sigurin verið enn størri. Hjá runavíkingum merkir sigurin at teir draga frá í oddinum, og eru nú sjey stig frammanfyri HB á øðrum plássi, meðan sandoyingar hava nógv at rætta uppá innan næsta dyst, tí avrikið hjá teimum sunnudagin, var als ikki nøktandi.

Toppskjúttin vísti veg
Sum so ofta áður, so var tað Christian Høgni Jacobsen, ið við tveimum málum fyri steðgin legði lunnar undir trivaliga sigrinum hjá runavíkingum, áðrenn Heðin á Lakjuni beint fyri hálvleik økti til 3-0.
Á odda við trimum málum, var dysturin í roynd og veru avgjørdur longu fyri steðgin, hóast sandoyinar fingu skapt eitt sindur av spenningi, tá Bojan Zivic minkaði um munin, stutt inn í seinra hálvleik. Men tann gleðin var stokkut, tí so hvørt sum sandoyingar sendu fleiri fólk fram í álopspartin í vónini at fáa enn eitt mál, so blivu mótálopini hjá NSÍ alsamt meira nærgangandi.
Miðskeiðis í seinra hálvleiki økti Klæmint A. Olsen til 4-1, eftir ivasamt verjuspæl, og løtu seinri var Klæmint aftur á blettinum, tá hann skoraði til 5-1, eftir at Christian Høgni hevði spælt hann fríðan. Í seinastu minuttunum eydnaðist tað innskifta Árna Frederiksberg at skora til endaligu støðuna, 6-1.
Hóast úrslitið 6-1 ljóðar av nógvum, so var sigurin hjá NSÍ ikki eitt mál ov lítil. Runavíkingar vóru klassar betri enn sandoyingar, sum hava nógv at arbeiða við innan næsta dyst. Tí avrikið hjá B71 var als ikki nøktandi.