List til føroysk skúlabørn

Við nýggju verkætlanini Listaleypurin fáa øll skúlabørn í Føroyum høvi at uppliva føroyska list, tá hon er best


Í gjár skrivaðu Norðurlandahúsið, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag undir samstarvsavtalu um 3 ára royndarverkætlanina, Listaleypurin.

Endamálið við Listaleypinum er at geva fólkaskúlanæmingum í øllum landinum høvi at uppliva góða føroyska yrkislist.

Fyrstu trý árini velur Listaleypurin 10 listaverk út um árið, sum skúlar kring alt landið kunnu bíleggja og fáa ókeypis út á skúlarnar. Á tíðindafundi í gjár var fyrsti faldarin hjá Listaleypinum lagdur fram, so skúlar longu nú kunnu velja út tær framførslur, framsýningar, konsertir ella annað, ið tey hava hug at síggja. 



List og skúli

Íblásturin til Listaleypin stavar frá norsku verkætlanini Den kulturelle skolesekken, ið leingi hevur verið fyrimynd hjá flestu norðurlondum. Millum annað hava fólk, ið eru tengd at Den kulturelle skolesækken, gjørt nógv við at granska í samskiftinum millum list og skúlar og finna fram til, hvar kontaktflatan millum hesi bæði umhvørvini er stórst.

Júst hesa samanrenningina millum list og skúlar heldur verkætlanarleiðarin,Hedvig Westerlund-Kapnas, vera serliga spennandi.

- Listafólkini, sum eru við, eru sera spent uppá avbjóðingina at samskifta við skúlanæmingarnar, tí tað ber sjáldan til at siga frammanundan, hvussu hesi bæði umhvørvini best røkka hvørjum øðrum. Ein týðandi partur av verkætlanini er netupp at menna hetta samskiftið allatíðina, millum annað við at skúlarnir plikta seg til at geva okkum eina eftirmeting av listarligu upplivingini, sigur Hedvig Westerlund Kapnas.

Sum dømi um eina sera væleydnaða samanrenning millum list og skúla nevnir hon skúlasýningina av leikinum Skiftingen í Norðurlandahúsinum fyrr í vikuni. Hóast leikurin var á rættiliga høgum støði, ivaðust skúlabørnini neyvan nakrantíð í, hvat gekk fyri seg á pallinum. 




Úrvalslist

Mótvegis listafólkunum er Listaleypurin skipaður soleiðis, at listafólk, ið hava eina verkætlan klára ella eru ávegis við henni, kunnu søkja um at vera við.

Verður umsóknin gingin á møti, fáa listafólkini millum 10 og 40.000 krónur fyri at fara út á fimm skúlar at sýna fram.

Ongi ávís krøv verða sett um, at næmingarnir skulu vera partur av verkætlanini sum so. Men ynskir eitt listafólk at skapa eitt listaverk saman við næmingunum, verður tað eisini mett sum ein fullgóð umsókn, greiðir Hedvig Westerlund-Kapnas frá.

- Vit vóna sjálvandi, at hetta kann geva lærararum og næmingum íblástur til at arbeiða víðari við mentan og list, men tað verður upp til skúlarnar sjálvar. Vit fara í øllum førum at tryggja, at góðskan á listaverkunum, tey fáa bjóðað, er í lagi, sigur hon.

Í nevndini, ið velur út listaverkini, sita umboð fyri Leikarafelag Føroya, Musikskúlaskipanina, Føroysk myndlistafólk, Rithøvundafelagið umframt ein pedagogiskan ráðgeva, ið fólkaskúladeildin í Mentamálaráðnum hevur peikað út. 



Vónandi á fíggjarlógina

Sum nevnt er Listaleypurin fyribils ein trý ára royndarverkætlan. Frá 2008 til 2010 er fíggjarkarmurin hjá Listaleypinum 450.000 kr um árið, sum Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið og kommunurnar fíggja við 150.000 hvør.

Hedvig Westerlund Kapnas dylir ikki yvir, at stýrið fyri verkætlanina miðar ímóti, at Listaleypurin kemur á fíggjarætlanina sum skjótast.

Í august 2010 verða samstarvsavtalan og verkætlanin endaliga eftirmettar, fyri at meta um, hvørt Listaleypurin skal halda fram eftir sama ella nýggjum leisti eftir 31. desember 2010.