ferðir sagt, at tað fer at verða torført at draga stig í reiðrið, og tað halda teir var sjón fyri søgn hesa ferð. Sunnudagin fáa teir vitjan av ÍF, og tað er einki at liggja omaná, at tað er júst í heimadystum [...] ið er flutt upp, er serliga uppsett at vísa, at dugur er í teimum. Fleiri við fáum royndum Tað var eitt sindur á fjáltri á heimaliðnum fyrstu løtuna, og tað var kanska ikki so undarligt. Á liðnum eru nakrir [...] Toftamenn hildu tað ikki vera serliga heppið, at teir skuldu til Sumbiar í fyrsta umfarinum. Sumbingar eru altíð vandamiklir á heimavølli, og í fyrsta umfarinum eftir uppflyting kann roknast við, at liðið, ið
var jøvn, og ferðin var høg og spælið ikki av leið, tá hugsað verður um, at tað var í fyrsta umfarinum. Tað kom bara eitt mál, og tað fekk LÍF, sum harvið fór við øllum stigunum um fjørðin. Pólverjin hjá [...] Leirvík og er komin frá NSÍ, stóð sum ein brandur og syrgdi fyri at halda málið reint, t.d. tá hann frágera væl bjargaði langskoti frá Jan Joensen. LÍF hevði onkur snarálop, og tað var um reppið, at Jonhard [...] ivaleyst vera nøgdir, um teir fingu javnleik og harvið eitt stig. Millum spælararnar hjá KÍ vóru Jóannes Jakobsen, venjarin hjá KÍ, Niclas Niclasen, sum er ein av ungu monnunum, ið trýstir á fyri at sleppa
sfólk) halda, at tað var himmalrópandi órættvíst, at HB vann, tí B36 hevði alt spælið og allar kjansirnar í seinna hálvleiki. Onnur (HB-viðhaldsfólk) siga, at tað var í fínasta lagi, at HB vann, tí teir [...] megnaðu at halda sítt egna mál reint. Øll hava rætt. Heilt síðani fótbóltsspælið varð uppfunnið, hevur tað bert gingið út upp á eitt: At vinna. Tað visti HB, og HB vann ? uppiborið (!). At tað so var við [...] liðnum lá afturi og vardi. Tað gav sum vera man eitt stórt B36-trýst, men uttan at nakað mál kom burturúr. Onkrir hálvir kjansir tóku seg upp, men tað sá ongantíð út til, at B36 fór at fáa útjavnandi málið.
deild í fjør, men hóast 1. deild ikki er tað sama sum 2. deild, fer hann uttan iva at gera um seg eisini í bestu deildini. TB hevur annars ein annan jugoslava. Tað er venjarin Zoran Pavlovic, men hann hevði [...] liðskiparin hjá TB, Pól F. Joensen, at teir høvdu verið betra liðið og kundu vunnið, men at teir kortini vóru hepnir at fáa javnleik so seint í dystinum. Og okkurt er um tað, tí hóast TB hevði flestu málmø [...] spenningi í langa tíð. Fyrsti dysturin í landskappingini er altíð tann, sum liðini venja fram ímóti, og tá tað so er ein lokaluppgerð, ger tað bert spenningin enn størri. Og spenningurin hvarv ongantíð
, sum hevur víst seg at vera eitt sera stórt aktiv hjá KÍ á miðjuni, síðani hann kom til Klaksvíkar fyrr í ár frá FS Vágum. ÍF-venjarin Piotr Krakowski veit eisini, hvat Marek er fyri ein, tí saman hava [...] hava teir spælt við bæði B71 og FS Vágum. Tað tarnaði eisini KÍ eitt sindur, at Marek og eisini Arnold Joensen fingu persónligar uppvartarar. Tað bleiv nógv til langar bóltar fram til Olgar og Heðin á Lakjuni [...] Danielsen, sum eftir eitt væl spælt álop endaði við at skalla móti málinum, men bólturin endaði uttanfyri. ÍF byrjaði rættiliga defensivt, ivaleyst í eini roynd at lokka KÍ fram á vøllin. Teir ansaðu væl eftir
væl Nú var vandi fyri, at FS Vágar fór at spasera sigurin heim, men NSÍ reisti seg væl. Kortini skuldi tað ganga rúm tíð, áðrenn gestirnir fingu hol á. Tað var hálvur tími eftir at spæla, tá Sonni Petersen [...] Petersen og Gert Langgaard skaddir, og tí er 1. liðsvenjarin noyddur at taka spælarar upp av 2. deild. Hetta hevur so elvt til, at 2. liðsvenjarin Trúgvi Mortensen noyðist at fara niður í yngru deildirnar eftir [...] trupulleikar við at beina bóltin burtur úr vandaøkinum. Málverjin hjá NSÍ skuldi boksa ein bólt burtur, men tað riggaði ikki serliga væl. Ein vágamaður og ein runavíkingur lupu upp at skalla, men hvørgin
4. juni. Men tað hóvar ikki leiðsluni í Kongsvinger, sum er trek at lata hann fara til henda dystin, um hann fær boð. ? Eg havi fingið at vita frá venjaranum, at hann helst vil hava meg at verða verandi [...] stigum fyri fimm dystir. Enn er kortini stutt útliðið, og tað er bert eitt stig upp til liðið, sum liggur á fimta plássi í kappingini. Men tað broytir ikki upp á tann veruleika, at tilveran sum fótbóltsspælari [...] felagnum, um eg fari, sigur hann. Við hesum sipar Julian m.a. til, at um hann tá framvegis er rímiliga fastur á 1. liðnum, kann hann missa plássið hjá sær. Men hinvegin er hetta eisini eitt tekin um, at Julian
hvørja ferð. Tað er óvist, um Todi Jónsson fer at fáa nakað tilboð um at spæla uttanlanda, sjálvt um tað skuldi verið nærliggjandi at ímynda sær, at venjarin hjá Lyngby, Benny Lennartson, fór at seta klaksvíkingin [...] Jónsson hevur ongantíð dult, at hansara dreymur er at sleppa longri út í Europa at spæla fótbólt. Hann hevur hildið bæði beinini á jørðini og sagt, at skal møguleiki vera fyri hesum, so skal hann spæla [...] ongantíð hóttan, og tað var sjón fyri søgn, at á OB liðnum eru eingir arbeiðsmenn. 1-0 sigurin hjá Herfølge ger, at teir eru so gott sum leysir av niðurflytingarplássinum, sum teir so at siga undan hvørjari
fólk og tað er gleðiligt, sigur Hans Jørgensen. ? Tað, sum vit tó kanska eru fegnast um er, at tað vóru so nógv ungfólk, sum vístu javnaðarhugsjónini ans og tað gevur vónir um at flokkurin eigur gott í væntu [...] Løgtingsvalið 1998 er farið afturum bak og tíðin er komin til at taka samanum. Hvat gjørdu vit rætt og hvat gjørdu vit skeivt og hvussu kunnu vit gera tað betri næstu ferð. Hetta eru alt skilagóðir spurningar [...] vil hava fatur á til næsta val. ? Tað sær tíbetur út til at flokkurin er við at koma fyri seg aftur í hesum valdøminum eisini, sigur Hans Jørgensen. Valmiðstøð í arbeiðsmannafelagshúsinum Eins og Javnað
ikki vita, hvat tað er at eta seg mett, sigi tað: Tú kanst, tað tú vilt! Tit, sum eru viðhaldsfólk at spælinum hjá fríu kreftunum, og sum altíð vænta, at tað eru onnur ið tapa spælið, sigi tað harðmælt, aftur [...] og droyma um at sleppa inn á eina stovu. Sigi tað við tey. Tú kanst, tað tú vilt! Sigi tað við tey ungu, ið gjørdist bundin av skuld fyri at nema sær útbúgvingar, og sum nú fáa at vita, at tey skulu umskúlast [...] harðmælt Tit, ið framhaldandi siga at hvør maður má sær eydnuna góða smíða Tit, ið aftur og aftur siga, at tú kanst tað tú vilt, sigi tað harðmælt! Sigi tað, so tað ljómar á gongunum á sjúkrahúsinum, har fólk