tá undirstrikaði HB leiðslan, at hon hevði álit á, at Sormani fer at megna at venda gongdini. Funnist hevur verið at leilklutinum hjá útlendsku spælarunum. Í kvøld var letlendski málverjin Reinis Reinholds [...] úr steypakappingini, og úrslitið i kvøld ber við sær, at HB er langt frá toppinum og møguleikanum at vinna FM. Sjálvsfatanin er, at HB eigur altíð at vinna í hvussu so er aðra kappingina. Tí er lagið vánaligt [...] og hann sá gult fyri at mótmæla. Sum dysturin leið, sat venjarin hendur í favn á beinkinum. Fyri stuttum varð í íslendskum og síðani í føroyskum fjølmiðlum skrivað, at HB fór at skifta venjara, men tá
hvussu stórir teir kunnu verða. Søgur siga, at risahøgguslokkar munnu gerast upp í 20 metrar langir, men um hetta er satt er ilt at siga. Vit vita tó fyri vist at teir kunnu gerast 14 metrar langir. Eitt [...] risahøgguslokki. Savnið roynir at goyma eintøk av øllum dýrum í føroyskum øki, og av tí at hetta er einasta eintak vit hava, so goyma vit tað hóast at tað ikki er í besta standi. Júst hesin risahøgguslokkurin [...] ella fyrst í 1900. Søgan var tann, at ein dag fóru tveir menn úr Kaldbak at skjóta æðu. Tað var kølsvart í mjørka, og teir fóru við báti inneftir. Teir gjørdu soleiðis, at tann sum hevði byrsuna gekk á landi
Vit ivast stórliga í trúvirðinum á Hvítubók. Sagt hevur verið, at arbeiðið skuldi vera óheft og sakligt, men kortini stuðlar hon so at siga einvíst uppundir fullveldi, segði Edmund Joensen Vandamálini [...] Greiðir spádómar Verður formaður Sambandsfloksins politiskt tulkaður eftir fundin á Hafnia, ber til at siga, at hann og felagar enn sum áður standa stinnir í ríkisfelagsskapinum við Danmørk. Í Sambandsflokkinum [...] stendur eftirí? Til tess at gera henda boðskap púra greiðan, tendraði Edmund uppvørpuna og vísti stóra og greiða ritmynd á vegginum. Tað bar ikki til at tulka henda graf øðrvísi enn, at verður »sambandsleiðin«
tykist vera, at hvør forseti skal hava sítt kríggj, og at teir hava loyvi at svíkja onnur. Men samstundis breggja teir sær av at vera kristnir, sigur fyrrverandi sovjetski forsetin. Fara at økja oljufr [...] 33 ára gamli tokførarin hevur greitt løgregluni frá, at hann brádliga kendi seg so troyttan, og at hann var sovnaður. Japanskir fjølmiðlar siga, at maðurin helst verður fluttur í annað starv hjá tokfelagnum [...] ætlanina at leypa á Irak. Í samrøðu við blaðið Argument i Fakti sigur Gorbatjov, at tað er tann stóra orkunýtslan í USA, sum er tann veruliga orsøkin til ætlanina hjá Bush-stjórnini. Hann sigur, at hann tekur
Eg má siga, at eg í byrjanini av aftursvarinum hjá Høgna føldi tað, sum at hann vísti til greinina, ið varð skrivað um meg sjálvan sama leygardag. Somuleiðis sum Høgni eri eg sera ovfarin av, at Dimma [...] Eftir at hava sagt Ingolvi frá, hvussu alt hongur saman, fekk eg boðið eina rætting í blaðið, men nei takk. Tann, ið hevur valt at svína meg til, fari eg ikki at lata vaska mær. Eg meini tí, at mátin, [...] Dimma velur at prenta sovorðnar leysasøgur og letur ein tíðindamann skriva alt hatta, sum um tað er sannleiki og at hann hevur prógv fyri tí, ið hann í greinini fóðrar Føroya fólk við. Og er tað har, eg meini
biðin at koma á fund í fíggjarnevndini saman við Zakariasi Wang at gera viðmerkingar til blokkstuðulin. Helt tað satt at siga vera ein joke, men tað var tað ikki, vóru boðini. Fekk eisini at vita, at eg hevði [...] vísti á og fyri at gera politikararnar varugar við, at tað finst ein bólkur av tigandi føringum, sum ikki fær gørt vart við seg, valdi eg at hava eina kvinnu, sum ikki fær tosað og noyðist at sita í rullustóli [...] skyldu at møta. Hví júst eg varð boðsendur, veit eg ikki, men tá ið eg nú skuldi møta, helt eg tað vera neyðugt seriøst og álvarsamt at vísa á, hvat kann gerast betur, enn tað, sum nú verður gjørt. At Zakarias
parkeraðu bilunum. Myndamaðurin helt, at tað kundi verið stuttligt at fingið eina mynd av hesum morgunfrísku skotunum, so tað syrgdi hann fyri. Men tað var synd at siga, at teir vóru beinleiðis morgunfrískir [...] sum sat á bonkinum longri niðri fingu vit at vita, at tað sanniliga passar, tá tað verður sagt, at skotar einki hava innan undir kiltinum. - Nei, har hekk alt uttanborða ta einu løtuna, visti hon at siga [...] skiltu tó, at teir vóru farnir umborð á flogfarið klokkan seks í morgun, og tí var kanska skilligt, at teir ikki rættiliga vóru komnir fyri seg enn, nú klokkan var um níggju. Men vit skiltu, at eisini teir
knýti til ta tíðina, sigur Elin í Stórustovu. ? Tað er ótrúliga torført at taka nakra burturúr í savninum. Tað mær dámar allarbest, er at blanda besta tónleikin júst í hesu løtu, og savna tað á mps-spælaranum [...] dag dámar mær best »Heimstaðin«, »Mítt Land« og »Til tey stressaðu«. Allir eru ótrúliga góðir. Minnist at eg skrivaði »Heimstaðin« eitt sindur um, so hann passaði til mín góða flokk í Hoydølum, 95B. T [...] reiðulig rock-tøs (tað kann man ikki siga, eg eri í dag), við svørtum hári, ringi í nøsini og skrøddum Nirvana-klæðum. Tá eg longdist heim, plagdi ein donsk vinkona at syngja løg hjá Danse med Drenge fyri
heimaliðið, ÍF kom meiri við, og hóast teir so at siga ikki spældu seg til møguleikar, so megnaðu teir at javna. Bartal Eliasen smekkaði til úr 28 metrum, og bólturin sat í nettakinum aftanfyri ein í hesum førinum [...] tað er ein spurningur, um hann ikki hevði megnað at runnið bóltin upp, um hann ikki hevði verið darvaður av vøddaskaða, sum hevði við sær, at hann so at siga ikki sparkaði bóltin men bara tveitti hann. F [...] nógvar upplagdar málmøguleikar. Tað gekk illa at fáa ferðina nóg høga, og tað darvaði, at ov nógvar sendingar vóru ov lítið neyvar. Arnold Joensen royndi at seta ferð á, tá hann bjóðaði seg til í borðunum
málaralæru. Eg plagdi at siga skemtiliga við Áku, at tað var ítrótturin sum dróg. Og satt at siga, so varð Áku ein fongur hjá ÍF at fáa, tí hann gekk upp í ítróttin við lív og sál og dugdi væl at fara við teimum [...] tað megnaðu teir til lítar. Jú sanniliga dugdu vit at fáa tíðina at ganga, tvørturímóti rakk hon ikki til,og vit keddu okkum ongantíð. Áku og eg plagdu at ferðast í Syðrugøtu hjá mostrini Lisu Malenu, har [...] kaiini nýttur at spæla fótbólt á ta ljósu tíðina av árinum, og júst har kundu dreingirnir hjá Palmu og Einari vísa, hvør dugur var í teimum. Góðar summardagar varð farið niðan í gamla svimjihylin at svimja,