Vanliga velir hon tann nýggjasta popptónleikin uttan úr heimi til útvarpssendingina Zip, sum hon er vertur í. Men spurningurin er so, hvat Elin í Stórustovu ger, tá ið hon verður biðin um at velja sær fimm tær bestu fløgurnar úr sínum egna savni.
? Tónleikur hevur altíð havt ótrúliga stóran týdning fyri meg. Øll tíðarskeið í mínum lívi hava onkran tónleik, sum eg knýti til ta tíðina, sigur Elin í Stórustovu.
? Tað er ótrúliga torført at taka nakra burturúr í savninum. Tað mær dámar allarbest, er at blanda besta tónleikin júst í hesu løtu, og savna tað á mps-spælaranum og eini fløgu ? fyrr var tað á band. So lurti eg non-stop eftir fløguni, til eg eri troytt av henni, og so verður hon skift út, sigur hon
Persónligur tónleikur
Tónleikur er langt frá bara tónleikur hjá fólki. Sangir, útgávur ella bólkar hava tætt samband við onkrar ávísar upplivingar, fólk ella annað, og soleiðis er eisini hjá Elini í Stórustovu.
? Eg havi valt nakrar fløgur, sum eru millum tær bestu hjá mær, men eg havi serliga valt tær, tí tær siga okkurt serligt um ymisk tíðarskeið í mínum lívi, sigur hon.
Og so gongur ferðin frá 80'unum hjá Frændum, umvegis danskar troystartónar til sangin, sum hon og dóttirin fram um aðrar hava í felag.
? Eg má leggja afturat, at tann fløgan, ið verður mest spæld heima í dag, er »Elin & Óli«...
Take That : Take That and Party
Uha uha? Henda fløgan og restin av fløgunum hjá dreingjabólkinum Take That vóru heilt ótrúliga nógv spældar í mínum bláa kamari. Eg var heilt vekk í Mark Owen og hevði 70 plakatir av honum í kamarinum... Og jú, jú, eg var orduliga so »forelskað« í Mark Owen... :)
Frændur: Svart Gull
Eg eri vaksin upp við Eyðuni, Rana & Steintór. Tað var tónleikur, sum var sungin til øll ballini í Hoydølum, til »vennindukvøldh og sjálvandi til hvørja einastu konsert, teir høvdu. Tá dámdi mær serliga væl »80´ini« og »Føroyar«. Í dag dámar mær best »Heimstaðin«, »Mítt Land« og »Til tey stressaðu«. Allir eru ótrúliga góðir.
Minnist at eg skrivaði »Heimstaðin« eitt sindur um, so hann passaði til mín góða flokk í Hoydølum, 95B. Tónleikurin hjá Frændum verður enn spældur, tá vit hittast.
Danse med Drenge
Í 1995 var eg á eftirskúla í Norðurjútlandi. Tá gjørdist eg ein reiðulig rock-tøs (tað kann man ikki siga, eg eri í dag), við svørtum hári, ringi í nøsini og skrøddum Nirvana-klæðum. Tá eg longdist heim, plagdi ein donsk vinkona at syngja løg hjá Danse med Drenge fyri mær. Tað hjálpti altíð.
Elin & Kári: Nalja
Góður føroyskur tónleikur, sum enn kann fáa nógv lív í, tá vinkonurnar hittast. Tá vit gingu í student, sungu vit í Rútmiska kórinum í Hoydølum hjá Zacharias Sørensen. Vit sungu alla Nalju fløguna, sum hon var. Um tað ljóðaði væl? Tað hildu vit í øllum førum. Serliga til øll kór-ballini.
Shania Twain: Come On Over
Lagið »From This Moment On«, plagdi eg at syngja, meðan eg var við barn (tá eg skuldi hava dóttrina). Hetta lagið hava vit báðar oftani sungið saman nú. Tað er okkara lag, meðan eg og sonurin Teitur hava »Kvøða til pinkubarnið«.