Hon segði alt, hóast hon onki fekk sagt -

meðan Torbjørn Jacobsen rýmdi undan veruleikanum og setti seg at skriva um tað, hann hvørki sá, hoyrdi ella føldi. Tess størri ósannindi, hann brúkar, tess harðari rópar hann.

Fríggjadagin farna bleiv eg uppringdur av løgtingsskrivstovuni og biðin at koma á fund í fíggjarnevndini saman við Zakariasi Wang at gera viðmerkingar til blokkstuðulin. Helt tað satt at siga vera ein joke, men tað var tað ikki, vóru boðini. Fekk eisini at vita, at eg hevði skyldu at møta.
Hví júst eg varð boðsendur, veit eg ikki, men tá ið eg nú skuldi møta, helt eg tað vera neyðugt seriøst og álvarsamt at vísa á, hvat kann gerast betur, enn tað, sum nú verður gjørt. At Zakarias ikki møtti, er ikki mín ábyrgd.

Søk teirra ungu, sjúku og veiku
At endurtaka sambandsáskoðanina á blokkin var óneyðugt, tað vita allir politikarar og alt Føroya fólk útmerkað – og tað er málið alt ov álvarsamt til. Tí valdi eg at tosa søk teirra, sum harðast verða rakt av tí høpisleysa og í fávitsku at frásiga sær pening, vit eiga, hava rætt til og kanska enntá, heldur onkur, hava krav uppá, samstundis sum vit hava so harliga brúk fyri honum.
Tá ið uml. 75% av fíggjarløgtingslógini er til útbúgvingarmál, heilsumál og almannamál, eru tað sjálvandi tey ungu, tey sjúku og tey veiku, sum fyrst verða rakt, tá ið peningur trýtur.

Vilja ikki hava pening til tey sjúkuraktu
Valdi at taka ein einstakan bólk, sum dømi – tey førleikatarnaðu: tey sum eru rakt av heilabløðing, blóðtøppi, øðrum sjúkum ella skaða. Hesin bólkur fær viðgerð á sjúkrahúsinum, men verður síðan sendur til hús til – onki. Ongin skipað endurvenjing finst í Førjum og tey fáu plássini, sum eru á sjúkrahúsunum í Klaksvík og Suðuroy og á Mørkini í Streymnesi nøkta so ómetaliga langt frá tørvin.
Fleiri álit eru gjørd, hvussu málið kann loysast, men tey eru tíverri vorðin vanlig skuffuálit. T.d. kostar tað bert 1,3 mió. kr. at seta í verk endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og fyribyrgjandi venjing fyri alla Eysturoynna, men hetta er tað ikki peningur til – hví? tí vit siga nei-takk til prísjavning av blokkinum. Vit og skil? Nei! Kenslur? Kanska, men so er tað egingóðska og ikki kenslur fyri teimum sjúkuraktu!

Ræðumyndin er veruleiki í dag
Hetta var tað, eg vísti á og fyri at gera politikararnar varugar við, at tað finst ein bólkur av tigandi føringum, sum ikki fær gørt vart við seg, valdi eg at hava eina kvinnu, sum ikki fær tosað og noyðist at sita í rullustóli, við, so fíggjarnevndarlimirnir skulu vita um henda bólkin, teir ikki vilja játta pening til. Henda kvinnan segði alt, hóast hon onki fekk sagt.
Nei Tobbi! Hetta er ikki ein ræðumynd um, hvussu tað verður um Tjóðveldið fær ræði aftur. Hetta er ein ræðumynd, sum er veruleiki í dag og hevur verið tað í nógv ár! Tíverri!! Men nakrir politikarar vilja ikki síggja veruleikan í eyguni – onkur rýmir heldur.