Ignoransa og inhabilitetur

Eftir at hava lisið greinina hjá Ingolvi S. Olsen í Dimmuleygardagin 31. aug., havi eg ikki havt hug at gjørt meira við málið beint nú. Men eg má siga, at eg ikki kundi lata vera, tá ið eg las teigin ?meiningar? í Dimmu mikudagin 4. sept., har Høgni Hoydal skrivar aftursvar til, sum hann sjálvur nevnir tað, rasismu, persónliga niðurgering, jantulóg og fordómar, sum Dimma borðreiddi við leygardagin 31. aug.

Eg má siga, at eg í byrjanini av aftursvarinum hjá Høgna føldi tað, sum at hann vísti til greinina, ið varð skrivað um meg sjálvan sama leygardag. Somuleiðis sum Høgni eri eg sera ovfarin av, at Dimma velur at prenta sovorðnar leysasøgur og letur ein tíðindamann skriva alt hatta, sum um tað er sannleiki og at hann hevur prógv fyri tí, ið hann í greinini fóðrar Føroya fólk við.
Og er tað har, eg meini at tað gongur galið.
Har er nevniliga einki sum helst hald í tí hann skrivar, og kundi hann heldur ikki geva mær nakað prógv fyri tí, ið hann skrivar, tá ið eg tosaði við hann týsdagin 3. sept. Eg føldi meg so órættvíst við-farnan og persónliga forfylgdan av hesum, og áðr-enn eg visti av, sat eg og gav honum langa frágreið-ing um, hvussu alt hekk saman. Tá fann eg útav, at hann,t.d. viðv. málinum um kvinnu, sum er í ætt við meg, og sum eg sambært honum skal hava misbrúkt og ikki givið løn síðani mai í ár, er so langt úti vegna manglandi research, at eg føli meg noyddan at greiða frá.
Fyri tað fyrsta hevur kvinnan ikki arbeitt hjá mær síðani apríl mánað, og sjálvandi ikki fingið løn síðani tá. Og hesin sáttmálin við kvinnuna, sum hann pástendur geldur til 1. nov. í ár,er nevniliga eingin sáttmáli men bert ein arbeiðsgevaraváttan, sum hon skal vísa fyri myndugleikunum sum prógv fyri, at hon hevur arbeiði og sostatt hevur loyvi at vera í landinum. Hin sáttmálin gekk út 1. nov. 2001, og hava bæði eg og kvinnan síðani tá verið leys av hvørjum øðrum. Maðurin hjá hesi kvinnu skuldi eisini sambært Dimmu vera fyrrverandi medeigari hjá mær, og mær vitandi hevur viðkomandi ongantíð verið tað. Hevði eg so mikið sum verið spurdur um málið, kundi eg sagt honum beinanvegin hvat pappíri innibar. Eftir at hava sagt Ingolvi frá, hvussu alt hongur saman, fekk eg boðið eina rætting í blaðið, men nei takk. Tann, ið hevur valt at svína meg til, fari eg ikki at lata vaska mær.
Eg meini tí, at mátin, sum tíðindamaðurin hevur ført seg fram, er fullkomiliga burturvið, og undrist eg mest av øllum á, at Dimma borðreiðir við slíkum. Hetta er bert eitt av dømunum í greinini, sum vísir, at blaðmaðurin als ikki hevur kannað um nakað høpi er í leysasøgunum, hann hevur hoyrt. Hetta minnir meg ikki sørt um Ekstra Blaðið. Ignoransa og inhabilitetur eru bert nøkur av orðunum, ið eg kann siga um hesa grein, og loyvi eg mær veruliga at ivast í, um familju-, vina- og kenningapolitikkurin ikki eisini er tað, ið dreiv verkið hjá tíðindamanninum í hesum føri.