kom bumban: ? Húsini, sum standa við vøllin, eiga vit. Eftir samráðingar við grunnin hava vit yvirtikið húsini, vit leiga økið, sum bygningurin stendur á, tað fær sítt egna matrikulnummar, og tað verður [...] staðfesti í tí sambandinum, at í løtuni ber tað ikki til at spæla á Svangaskarði, tí har eru ikki setrini, sum tað nú er eitt krav eru kring vøllir, sum hýsa altjóða dystum. Toftamenn arbeiða við ætlanum [...] semju millum grunnin og FSF, at tað nú er avgjørt, at Fótbóltssambandið hevur rindað tær fýra milliónir krónurnar, sum higartil eru brúktar uppá bygningin, og at tað nú er uppgávan hjá FSF at gera bygningin
fáa vanlukkur eru hendar higartil, so sita teir við nervunum uttaná á høvuðsskrivstovuni hjá Fýrverkkampagnuni. ? Allastaðni frá fáa vit at vita um fýrverk, sum hald er lagt á - eitt nú tær lívshættisligu [...] hevur vakt mikla ótta. Søren Skinderholm á Færøernes Kommando hevur sent okkum hesa ávaring: ? Vit eru í ár bangin fyri, at nógv meira av ólógligum fýrverki floymir yvir landið - og at tað er nógv ógvusligari [...] skuffuna á tremur við strúkarum ella kanónsløgum? Nú er tíð uppá, at foreldur standa við sína ábyrgd, heldur Niels Jørgen Søndergaard, sum samstundis spyr: Veitst tú, hvat títt barn hevur inni á kamarinum
honum sjálvum er hetta nú eydnast so væl, at yvir 20.000 handlar kring um Evropa eru nú givnir at selja føroyskar fiskavørur. Flestu handlarnir, sum boykotta føroyskar fiskavørur, eru í Týsklandi. Men Sea [...] . Í einum tíðindaskrivi, sum nýliga er almannakunngjørt uttanlands, og sum vit hava fingið fatur á, sigur Paul Watson, at eru føroyingar ikki hildinir uppat at drepa grind, hevur hann ?lovað? at fara aftur [...] uttanum Føroyar, so at tær ikki eru endaðar í drápi. 20.000 handlar boykotta Føroyar Annars vísir Paul Watson á, at í alt ár hevur felagsskapur hansara lagt stóran dent á at fáa handlar kring um Evropa
proppmettur og kanska við kenning eru ikki bestu karmar at njóta eina fína sjampanju. Ein ávaring afturat: leggið væl til merkis hvat stendur á sjampanju-etikettuni. Stendur ‘Brut’ á, so er hon skróvturr og hóskar [...] brúsandi vín úr Fraklandi Ummæli: Glógvandi gulur litur við kopargyltum brøgdum. Í stuttum, so eru vit komin upp í Formel 1-deildina av sjampanjum! Chardonnay og Pinot Noir helvt um helvt. Eg stingi nas [...] siður, ið hevur tikið seg upp á okkara leiðum. Tað er eingin loyna, at tað er dýrur siður. Sjampanja er dýr. Og tað er ikki bara glamour-marknaðarføringin, ið verður løgd oman á kostnaðin. Tað er sera dýrt
longu nú eru eini 300 føroyskar fløgur í tónleikahandlinum á planet.fo. Málið hjá okkum er at allur føroyskur tónleikur skal verða at fáa í okkara tónleikahandli, sigur Óli á Deild Olsen, leiðari á FT Online [...] heilar útgávur. Tað eru á leið 3 milliónir løg í handlinum, og fleiri koma afturat hvørja viku. - Vit hava roynt at fingið so nógvan føroyskan tónleik sum møguligt við í handilin. Vit hava havt gott samstarv [...] Online. - Vit vóna at føroyingar, bæði her og uttanlands, fara at taka væl ímóti hesum tiltaki. Hetta er fyrstu ferð, at nakar er farin eftir miðvíst, at savna føroyskan tónleik til niðurtøku á internetinum
leypa á bláman kanska fer at taka seg uppaftur, nú summarið nærkast, skulu vit ikki meta um, men vegna mong kunnu vit ivaleyst siga, at vónandi doyr dillan hesaferð í "føðingini". Myndirnar, sum eru tiknar [...] at leypa á bláman innan eina ávísa klokkutíð, um tey skuldu sleppa undan at lata eitt atgongumerki til biograf, sjónleik, bjóða út til ein døgurða - ella hvat tað nú kundi vera. Dillan at leypa á bláman [...] at tey lupu á bláman. Nei, hetta gjørdist meira eitt "bólkatrýst", har fáur vildi vera verri - ella ræddari - enn annar. Klipp lógu á facebook av bæði kendum og minni kendum fólkum, sum lupu á bláman, og
catering umborð á Smyrli. Avtalur, sum merkja, at nýggju reglurnar um økta hvílutíð hjá sjófólki nú kunnu setast í verk. Frammanundan hevur Standferðslan avtalur við manningarfeløgini, og nú avtalurnar við [...] við Starvsmannafelagið eisini eru komnar upp á pláss, kunnu reglurnar um økta hvílutíð, sum ásettar við kunngerð frá 2012, setast í verk umborð á Smyrli. Nøgdir við avtaluna Hvílitíðin verður hildin meðan [...] Starvsmannafelagið og Strandferðslan hava gjørt semju um hvílutíðuna hjá manningunum umborð á Smyrli, sum eru limir í Starvsmannafelagnum. Felagið fegnast um, at lønin verður óbroytt og at verkfalsrætturin
- Vit eru sera fegin um stuðulin frá verandi og nýggjum íleggjarum. Hetta loyvir okkum at fara eftir nýggjum møguleikum, sigur Faroe Petroleum. Faroe Petroleum boðaði fyri løtu síðan frá í tíðindaskrivi [...] eitt nú er um 1 Metingararbeiði av fundum, sum felagið hevur havt í seinastuni, 2) Øking av ognarlutinum í verandi loyvum og nýggir brunnar og 3) Keyp av metingarloyvum og kolvetnisframleiðslu. - Vit eru [...] Petroleum sigur seg eisini fegnast um samstarvið, sum nú er byrjað við Scottish & Southern Energy PLC (?SSE?), sum luttekur í kapitalhækkanini, og sum nú eigur 5.1% av felagnum. - SSE er eitt av teimum stóru
tíð frá fótbóltinum, men nú verðu tað bara fótbóltur komandi tíðina, men eftirsum tað er fótbóltur so gongur tað. Tað er óheppið, at tað eru júst tveir vinstri bakkar, men nú er kjansurin stórur fyri spælitíð [...] leggur afturat: - Vit fara sjálvandi inn fyri at spæla góðan fótbólt og koma við einum góðum avriki. Tað fara vit eisini eftir hesaferð. Tað er eitt sindur upplagt við nøkrum minuttum nú, tá báðir beinleiðis [...] ##med2## Samrøða við Daniel Johansen (trýst á pílin omanfyri) Daniel Johansen úr HB var á veg í feriu, tá hann fekk landsliðsboð, eftir at Viljormur Davidsen og Ári M. Jónsson endaðu í sóttarhaldi. - Eg
Øll eru vælkomin á várkvøldsetuna: næmingar og avvarðandi, fyrrverandi næmingar og komandi næmingar og annars øll, sum vilja støkka inn á gólvið at síggja og hoyra um ein part av tí, sum fyriferst á Miðnámi [...] og yrkisleið síni m.a. ákæri og dómari í Føroya Rætti og nú umboðsmaður. Fleiri næmingar á skúlanum fáast í frítíðini við list av ymiskum slagi. Á várkvøldsetuni verður høvi at síggja nakað av hesum í steðginum [...] Várkvøldsetan hjá Miðnámi á Kambsdali verður nú hóskvøldið, dyrnar lata upp kl.18 og fjølbroytta skráin í auluni byrjar kl.19. Kvøldseta er eitt hugnaligt tiltak fyri øll! Næmingar vísa fram ymiskt, sum