Daniel var á veg í feriu

FM1: Daniel Johansen var á veg í feriu, tá hann fekk landsliðsboð

##med2##

Samrøða við Daniel Johansen (trýst á pílin omanfyri)

 

Daniel Johansen úr HB var á veg í feriu, tá hann fekk landsliðsboð, eftir at Viljormur Davidsen og Ári M. Jónsson endaðu í sóttarhaldi.

 

- Eg havi tað eitt sindur blandað. Eg var klárur til at hava eitt sindur av tíð frá fótbóltinum, men nú verðu tað bara fótbóltur komandi tíðina, men eftirsum tað er fótbóltur so gongur tað. Tað er óheppið, at tað eru júst tveir vinstri bakkar, men nú er kjansurin stórur fyri spælitíð, sigur Daniel Johansen, sum fekk boðini seint mánakvøldið.

 

- Eftir 3-2 mánakvøldið ringdi daman til mín og spurdi, um eg hevði fingið landsliðsboð. Tað hevði eg ikki tá, men tveir tímar seinni fekk eg boð um at fara at testa meg. Um svarið var negativt, so fekk eg at vita at tað var ein stórur møguleiki fyri at eg skuldi møta inn, sigur vinstri bakkurin og leggur afturat:

 

- Vit fara sjálvandi inn fyri at spæla góðan fótbólt og koma við einum góðum avriki. Tað fara vit eisini eftir hesaferð. Tað er eitt sindur upplagt við nøkrum minuttum nú, tá báðir beinleiðis vinstri bakkarnir eru úti. Eg má viðurkenna, at eg havi góðar vónir, sigur Daniel Johansen.

 

Føroyar spæla í kvøld klokkan 19.45 móti Ísrael á Tórsvølli. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. FM1 byrjar við upptakt longu klokkan 15.

 

##ms##