Paul Watson lovar ilt: Kemur aftur til Føroyar næsta á

?Eru føroyingar ikki hildnir uppat at drepa grind, koma vit aftur til Føroyar komandi ár við flaggskipi okkara, sigur illa gitni og harðrendi umhvørvis maðurin, Paul Watson, oddamaður í Sea Shepherd

Næsta ár sleppa føroyingar aftur at heilsa uppá ein gamlan kenning.

Men tað er ein av teimum heilt fáu kenningunum, sum vit allarhelst vildu sloppið undan at fingið til lands.

Tí tað er ongin annar enn illa lýddi og harðrendi umhvørvis-yvirgangskroppurin, Paul Watson, sum nú lovar at koma aftur til Føroyar at stríðast ímóti grindadrápi.

Í einum tíðindaskrivi, sum nýliga er almannakunngjørt uttanlands, og sum vit hava fingið fatur á, sigur Paul Watson, at eru føroyingar ikki hildinir uppat at drepa grind, hevur hann ?lovað? at fara aftur til Føroyar næsta ár.

Og tað verður ikki við mýkindum, at leiðarin í Sea Shepherd hóttir við at koma til Føroyar.

Tí hann sigur, at tá ið hann kemur aftur komandi ár, verður tað við sjálvum Ocean Warrior, sum er flaggskipið hjá hjá Sea Shepherd-felagsskapinum.


Yvirgangskroppur

Tað skerst ikki burtur, at Paul Watson og Sea Shepherd eru ótespiligir gestir at fáa.

Hann er tiltikin harðrendur í síni framferð og fýrir ikki fyri at taka til beinleiðis atsóknir og at fremja yvirgang fyri at søkka sínum máli.

Harðrenda framferð hansara førdi fyri fleiri árum síðani til, at hann var koyrdur úr Greenpeace.

Og í felagsskapinum Sea Shepherd, hevur hann hildið fram við harðrendu framferð síni.

Eitt nú hevur hann meiri enn einaferð siglt á hvalabát og roynt at søkt teir.

Hann hevur eisini sitið í fongsli í meiri enn einum landi fyri sína ólógligu framferð og hann er eisini útvístur úr fleiri londum.

Í áttatiárunum fekk hann eyga á grindadrápið í Føroyum og tá var hann er eitt skifti.

Tá kom tað til so harðar samanberestir við føroysku løgregluna, at hann varð burturvístur úr Føroyum.

Men nú verður hann so aftur komandi ár.

Hann sigur, at Sea Shepherd er einasti felagsskapurin, sum hevur lagt uppí grindarakstur við skipi og hevur rikið grindir trygt uttanum Føroyar, so at tær ikki eru endaðar í drápi.


20.000 handlar boykotta Føroyar

Annars vísir Paul Watson á, at í alt ár hevur felagsskapur hansara lagt stóran dent á at fáa handlar kring um Evropa at boykotta føroyskar fiskavørur.

Sambært honum sjálvum er hetta nú eydnast so væl, at yvir 20.000 handlar kring um Evropa eru nú givnir at selja føroyskar fiskavørur.

Flestu handlarnir, sum boykotta føroyskar fiskavørur, eru í Týsklandi.

Men Sea Shepherd vissar um, at arbeittverður nú við at fáa handlar kring alt Evropa at boykotta føroyskan fisk.